Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 224 - 19. november 2007 - Vit hava tikið nakrar fiskar, men hetta hevur higartil bara verið til kanningar. Størstu fiskarnir liggja nú um 4 pund, og ætlanin er at senda onkra roynd av landinum longu í hesum árinum, sigur Mikkjal Hammer, sum saman við sváginum, Richardi Rognsoy, eru pionerarnir aftanfyri toskaalingina í Hvalba Toskaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er nú út við eitt ár síðan, at tvey feløg í Føroy­ um fóru undir at ala tosk, sum P/F Fiskaaling hevur latið. Annað felagið hevur sítt virksemi á Árnafirði, har fiskurin verður aldur í nótum á sjónum. Hitt fel­ agið hevur aling í tveimum stórum kørum í Hvalba. Toskaaling er nýggj í Føroyum og er enn á roynd­ arstigi. Tí má eisini roknast við, at bæði feløgini skulu gera sær nakrar royndir, áðrenn nakað endaligt kann sigast um gongd og útlit. Norðmenn hava alt tosk í nøkur ár og hava soleiðis eisini gjørt sær nakrar royndir. Gongdin í norsku toska­ alingini hevur higartil verið so sum so. Onkur feløg hava megnað at fingið raksturin at hanga saman, meðan onnur hava í byrjun­ artíðini havt stór hall. Men vónirnar eru sum heild góðar. Tikið royndir Tað vóru Mikkjal Hammer og svágur hansara, norð­ maðurin Richard Rognsoy, sum slóðaðu fyri toska­ alingini í Hvalba. Felagið, sum stendur aftanfyri virksemið, eitur Faroe Cod Farm, og eigarar eru norska felagið Eco­ Farm, sum hevur leverað útgerðina og samanseting­ ina, P/F Steintór, P/F Tjal­ dur, T/F Holding og Eik Grunnurin. Nevndarformaður í Faroe Cod Farm er Líggjas í Bø, og Richard Rognsoy er dagligur leiðari. ­ Vit hava tikið nakrar fiskar, men hetta hevur hig­ artil bara verið til kanning­ ar. Ætlanin er møguliga at senda onkra roynd av land­ inum longu í hesum árinum, sigur Mikkjal Hammer, sum er nevndarlimur í Faroe Cod Farm. Hann vísir á, at enn er alt so nýtt, men í løtuni eru teir, sum standa aftanfyri alingina, farin at hyggja uppá, hvussu gongdin hevur verið higartil. ­ Tað er í hesum sambandi, at vit hava tikið nakrar fiskar, men fyrr enn kann­ ingar og metingar eru lidn­ ar, kunnu vit einki ítøkiligt siga um, hvussu hendan tíðin hevur vignast. Misjavnur vøkstur Mikkjal Hammer sigur, at fiskurin, sum svimur í kørunum í Hvalba, varð settur út um mánaðarskiftið januar/ februar í ár, og tí er hann ikki so gamal, sum hann ætlandi verður, tá hann verður tikin. ­ Vit hava roknað við, at veruliga tøkan verður, tá fiskurin er einar 14 mánaðar gamal, og tað verður hann ikki fyrr enn um mánað­ arskiftið mars/apríl kom­ andi ár, sigur hann. Nevndarlimurin sigur, at størstu fiskarnir í dag liggja um 4 pund, men vøksturin er misjavnur. ­ Tað er, sum við okkum menniskjum. Onkur veksur væl, og onnur veksa minni væl, og soleiðis er eisini við aling av øðrum fiski. Málið er, at fiskurin skal viga 8 pund, tá hann er tøkuklárur, sigur hann. Ikki sjónligur Í kørunum í Hvalba ganga einir 7.000 toskar, sum eru av landgrunninum og stív­ liga 30.000, ið hava sín uppruna á Føroyabanka. Vónirnar til toskin av Føroyabanka hava verið stórar, men enn er ov tíðliga at siga, um munur er á vøkstrinum á hesum fiski og fiski av landgrunninum. ­ Nei, tað tori eg einki at siga um enn, tí neyvu kann­ ingarnar og metingarnar eru ikki lidnar. Tey bæði kørini, sum sett eru upp í Hvalba, taka 600 tons av sjógvi hvørt. Tvør­ mátið er 15 metrar, og tey eru 5 metrar høg. Vatnstøð­ an í hvørjum kari er 4 metrar. Nevndarlimurin sigur, at sjógvurin, sum fiskurin svimur í, í stóran mun verð­ ur endurnýttur, men nýggjur sjógvur verður eisini pump­ aður í kørini eftir tørvi. Nýggi sjógvurin verður reinsaður við filtrum, áðrenn hann fer í kørini. Fiskurin, sum gongur í Hvalba, verður fóðraður við fóðuri, ið norska felagið Skretting letur. Hetta er fóður, sum burtur av er framleitt til aling av toski. Skretting hevur eisini deild í Føroyum. ­ Hetta er ein spennandi verkætlan, og seinni í hesum árinum vita vit betur, hvussu hesir fyrstu mánað­ irnir hava vignast, sigur Mikkjal Hammer. Fyrstu aldu toskarnir á marknaðin Ætlandi skulu toskasmoltini svimja og fóðrast í kørunum í einar 14 mánaðir, áðrenn fiskurin verður tøkuførur, men ætlanin er longu í hesum árinum at senda aldan fisk á marknaðin Mynd: Áki Bertholdsen Her verða tey fyrstu toskasmoltini pumpað í stóru kørini í Hvalba. Nú viga teir størstu fiskarnir umleið 4 pund, men enn er ov tíðliga at siga, um menn eru nøgdir við vøkstur og onnur viðurskifti í sambandi við royndarætlanina Mynd: Áki Bertholdsen Føroyar nú í FAO Á ráðsfundi um vikuskiftið samtyktu limalondini í FAO at geva Føroyum atlimaskap. 137 limalond tóku lut í atkvøðugreiðsluni, og 134 atkvøddu fyri føroyska atlimaskapinum. Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, sigur, at atlimaskapurin fer at geva Føroyum ein virknan leiklut innan altjóða fiskivinnusamstarv. Eisini fer atlimaskapurin at geva møguleikar fyri menningarvirksemi og samstarvi innan menningarhjálp. Løgmaður helt røðu á ráðs­ fundinum og takkaði fyri atlimaskapin og møguleikarnar hjá Føroyum at luttaka í samstarvinum innan FAO. Vágadal sagt upp sum mótmæli Eftir øllum at døma hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Jacob Vestergaard, noytt stjóran á Strandferðsluni at leingja starvstíðina hjá tveimum skiparum á Smyrli, sum skuldu fara frá fyri aldur, og sum vóru uppsagdir longu í mei­mánaði. Uppíblandingin frá Innlendismálaráðnum hevur fingið Regin Vágadal at siga seg frá sum stjóra. Við Kringvarpið sigur stjórin á Strandferðsluni, at tveir nýggir skiparar longu vóru settir, tá boðini úr Innlendismálaráðnum komu um at leingja starvstíðina. – Hetta var at handla ímóti mín sannføring, og tí má man taka fylgjurnar av tí, sigur Regin Vágadal við Kringvarpið.