mánadagur 19. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 224 - 19. november 2007
- Vanliga veksur fiskurin skjótari uppundir endan av tíðini,
hann verður aldur, og tí er enn ógjørligt at siga, um munur fer
at síggjast á toski av Føroyabanka og toski av landgrunninum,
sigur Mikkjal Hammer
Hópur av fólki
var á Runavíkar
Sjómansheimi
leygarmorgunin
og lýddi á - og
sóu myndir - nú
Høganesætlanin, sum
fer at rúma umleið
1000 fólkum, varð
løgd fram
Bygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn er ov tíðliga at siga,
hvussu stórur áhugin verður
at byggja, men í øllum
førum er greitt, at nógv fólk
hava áhuga í sonevndu
Høganes-ætlanini hjá Nes
kommunu.
Hetta vísti undirtøkan,
sum framløgan fekk leygar-
morgunin.
Ein heilur hópur av fólki
vóru møtt upp at síggja
ætlanina og hoyra, hvat tey,
ið standa aftanfyri hana,
høvdu at siga.
Tað er umleið eitt ár síð-
an, at ætlanin fyrstu ferð
varð løgd fram á almennum
fundi, og nú var so enn ein
framløga - við meira kjøti á
enn áður - á Sjómansheim-
inum í Runavík í morgun.
Fyrsta byggistig
Framløgan var í sambandi
við, at fyrsta byggistig í
ætlanini, sum fevnir um 29
sethús og fýra íbúðarflokkar,
er við at koma undir land.
Ætlandi verður spakin
settur í undir Høganesi 1.
apríl komandi ár.
Tey, ið stóðu fyri fram-
løguni, vóru borgarstjórin í
Nes kommunu, umboð fyri
arkitektarnar, Munin, Skyn
og umboð fyri Føroya
Banka.
Meira verður at lesa í
Sosialinum týsdagin um
hesa stóru og forvitnisligu
verkætlan.
Stórur áhugi fyri
Høganes-ætlanini
Umboð fyri Nes kommunu vóru ovfarin av stóru undirtøkuni,
sum framløgan á Runavíkar Sjómansheimi leygarmorgunin
fekk
Mynd: Vilmund Jacobsen
Læra av íslendingum
Grønlendski landsstýrismaðurinm í uttanríkispolitiskum
viðurskiftum, Aleqa Hammond, hevur boðið íslendska
uttanríkisráðharranum, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir til
Nuuk at vitja. Aleqa Hammond sigur við grønlendska
útvarpið, at tað er ikki annað enn rímiligt, at
grønlendingar tosa við sínar grannar, nú landið gongur
ímóti sjálvræði, og hon ivast ikki í, at grønlendingar
kunnu læra av íslendingum. Ætlandi verður vitjanin fyrst
í nýggja árinum.
Reiður typti kaminuna
Tað var eftir øllum at døma eitt fuglareiður, sum
gjørdi, at ein 60 ára gomul kona og tvær ommudøtur
hennara í lítla danska býnum Råhede doyðu fyrra-
kvøldið. Oljufýringin stóð frá, tá tær tríggjar løgdu seg
at sova, men av tí at kaminan var typt, slapp roykurin
ikki út, og úrslitið varð, at tær tríggjar doyðu av
roykeitran. Løgreglan í Ribe sigur við
JydskeVestkysten, at eitt fuglareiður var í kaminuni, og
at tað var ivaleyst tað, sum typti kaminuna.
Høganes-ætlanin er ótraditionell og forvitnislig, og í
blaðnum í morgin fara vit at umrøða hana nærri
Mynd: Vilmund Jacobsen