Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 224 - 19. november 2007 Stutt Sagt Berlusconi nýggjan flokk Fyrrverandi italski forsæt­ isaráðharrin Silvio Berlu­ sconi ætlar sær at stovna ein nýggjan flokk, sum skal hava heitið Flokkurin fyri frælsar italiumenn. Samstundis ætlar hann sær at avtaka flokkin Forza Italia, sum hann var við til at stovna fyrst í nítiárunum. Italskir fjølmiðlar skriva, at ætlanin hjá Silvio Berlu­ sconi er at sleppa burtur úr teirri naggatódnini, sum høgraflokkarnir í Italia hava verið í seinastu tíðina. Harumframt væntar hann, at tann nýggi flokkurin kann herða mótstøðuna ímóti stjórnini hjá Romano Prodi, forsætisráðharra. Mótmæli í Belgia Umleið 35.000 fólk gingu í gjár kravgongu í belgiska høvuðsstaðnum Brux­elles, har tey kravdu, at teir politisku flokkarnir finna eina semju um at skipa nýggja stjórn. Val var í Bel­ gia tann 10. juni, men ósemja millum teir fransk­ ttosandi vallonararnar har suðuri í landinum og teir niðurlendskttosandi í Flandern hevur gjørt, at landið framvegis ikki hev­ ur fingið nakra stjórn. Politiskir eygleiðarar í Brux­elles siga, at støðan er álvarssom, men teir vísa samstundis á, at hetta er ikki fyrstu ferð í loandsins 177 ára longu søgu, at landið liggur í stjórnar­ loysi. USA letur loyniliga hjálp Amerikanska stjórnin hevur brúkt meiri enn 500 mió. krónur til at tryggja kjarnorkugoymslurnar í Pakistan. New York Times skrivar, at pengarnir eru brúktir tað seinasta hálv­ árið sum partur av einari loyniligari verkætlan hjá Bush­stjórnini. Týðandi embætismenn vátta fyri blaðnum, at pengarnir eru tiknir av ymsum kontum á fíggjarlógini, tí eingin beinleiðis játtan er til endamálið. Sambært New York Times eru pengarnir millum annað farnir til at útbúgva pakistanar innan kjarnorkutrygd og til at byggja ein serligan trygdarskúla í Pakistan. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit eru vísir í, at Madeleine er á lívi, og vit vita eisini, hvør tað var, sum burturflutti hana (Francisco Marco) útlond Spanskir agentar siga seg vera sannførdar um, at Madeleine McCann er á lívi Tað er bretska blaðið News of the World, sum ber tíð­ indini frá sponsku agent­ unum, og hóast blaðið ber orð fyri at fara heldur lætt um sannleikan av og á, er tað ein sannroynd, at blaðið hevur verið við til at avdúka ymisk mál. News of the World sigur frá spanska agentafelagnum Metodo 3, at teirra agantar eru vísir í, at Madeleine McCann er á lívi. Agentarnir siga, at gentan varð burtur­ flutt, og at teir vita, hvør tað var, sum tók hana. ­Vit vita, hvørjir burtur­ flytararnir eru, og vit vænta at finna teir skjótt, sigur leiðarin hjá agentunum, Francisco Marco, við bretska blaðið. Sambært Francisco Mar­ co hevur ein kvinna greitt frá, at hon sá ein mann koyra Madeleine McCann inn í ein vøruvogn eina­ staðni í Portugal tann 5. mai ella tveir dagar eftir, at gentan hvarv. Gerry McCann hevur fyrr sagt, at hann er sannførdur um, at burturflytararnir hildu eyga við Madeleine í fleiri dagar undan burturflytingini. BBC vísir í kvøld eina sjónbandsupptøku við Gerry og Kate McCann, sum vinfólk teirra hava tikið upp. Løgreglan hevur noktað teimum at tosa alment um Madeleine, men á upptøkuni sita tey við hús og tosa um hana. Spanskir agentar vilja vera við, at Madeleine McCann er á lívi enn Madeleine er á lívi Týska løgreglan hevur forðað fyri einum skúlahópdrápi Løgreglan í týska býnum Köln hevur tikið ein 18 ára gamlan drong, sum hevur viðgingið, at hann og ein vinmaður hansara høvdu lagt eina ætlan um at skjóta næmingar á einum studenta­ skúla. Tann 17 ára gamli vinmaðurin beindi fyri sær, áðrenn løgreglan fekk fatur á honum. Tað var leiðslan á Gerhard Büchner­studentaskúla­ num, sum varskógvaði løgregluna, tí tann 17 ára gamli hevði lagt nakrar myndir frá skúlahópdráp­ inum í Colombine út á internetið. Hópdrápið í Colombine í USA var í 1999, tá tveir næmingar skutu 13 fólk. Ætlaðu at skjóta skúlanæmingar 900.000 húski í Bangladesh eru raktt av tropiska ódnarveðrinum, sum kann hava kravt 15.000 mannalív Eingin veit, hvussu mong mannalív tropiska ódnin Sidr kravdi, tá hon herjaði Bangladesh í síðstu viku. Almennu myndugleikarnir siga, at teir hava skrásett meiri enn 3.000 deyð, mus­ limski hjálparfelagsskap­ urin Reyði Hálvmáni sigur, at talið er oman fyri 10.000, og aðrir hjálparfelagsskapir siga, at ódnin hevur kravt umleið 15.000 mannalív. Herskip og tyrlur royna at bjarga fleiri túsund fólkum, sum eru avbyrgd á smáum oyggjum í Bengal­ sku Víkini. Fleiri sita eisini avbyrgd í smáum bygdum fram við strondini. ­Bjargingararbeiðið fer at taka fleiri dagar, og fyrr enn tað er liðugt, vita vit ikki, hvussu mong mannalív eru týnd, sigur Ayub Miah, sum er ráðharri í stjórnini, og sum millum annað umsitur náttúruvanlukkur. Myndugleikarnir meta, at 900.000 húsi eru rakt á ein ella annan hátt. Herumframt eru umleið 1.000 fiskimenn ikki komnir afturíaftur aftan á ódnina. Teir vóru til fiski­ skap í Bengalsku Víkini, tá ódnin kom tann vegin á veg inn ímóti landi. Sidr er tann ringasta trop­ iska ódnin, sum hevur herj­ að Bangladesh síðani 1991. Ta ferðina kravdi ódnar­ veðrið143.000 mannalív. Sidr kann hava kravt 15.000 mannalív Sjógvurin, sum skolaði inn yvir láglendið í Bangladesh, hevur oyðilagt alla grøðina, og tí verður ovurstórur tørvur á matvøruhjálp