Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 224 - 19. november 2007 Skal samgongan halda fram, má meiri dynamikkur í politikkin. Har hendir alt ov lítið sum er, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður og nývaldur fólktaingsmaður, ið sjálvur er ein partur av samgonguni Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Skal samgonguni verða lív lagað nú í mesta tveir mánað­ ir eru eftir av valskeiðnum, má meiri henda. Hetta heldur Edmund Joensen, løg­ tingsformaður og nývaldur fólkatingsmaður. ­ Tað virkar sum alt er steðgað upp. Hetta kann skyldast, at fólkaflokkurin hevur verið ov leingi í samgongu. Flokkurin hevur lagt seg ov fasta í politikkin, og nú skal alt bara halda fram, sum teir hava sett sær fyri, sigur Edmund Joensen við Rás 2. Fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokk­ inum útihýsir absolutt ikki aðrar møguleikar aftan á valið. ­ Sjálvandi verður tað valið og veljarin, sum avger, hvørjir møguleikar vera. Eg útihýsu absolutt ikki, at aðr­ ir møguleikar eru, sum ein oddagrein í Sosialinum hevur verið inni á. Um tað er so, at pólarnir kunnu sam­ starva – Sambandsflokkurin og Tjóðveldið – við einum solidum og rímuligum poli­ tikki á øllum økjum, sum búskapar­, fíggjar­ og við­ víkjandi ríkisfelagsskapin­ um, so er onki, sum forðar tí í okkara flokki. Vit hava samstarvað við teir fyri, so tað er absolutt ein møgu­ leiki. Tó haldi eg, at møgu­ leikin um, at samgongan heldur fram liggur fyrst fyri, sigur Edmund Joensen við Rás 2. Spurdur um hetta er eitt politiskt signal til Fólka­ flokkin, svaraði Edmund Joensen. ­ Nú er tað ikki eg, sum skal koma við politiskum signalum; tað er formaðurin og flokkurin samlaður, ið skal gera tað. Hetta er bara mín egna áskoðan. Nú havi eg verið leingi í politikki, bæði á løgtingi og í lands­ stýri, og eg haldi meg síggja, at tað er komin stíg­ ur í. Tað hendir ov lítið, er svarið hjá løgtingsformann­ inum. Upp á spurningin um Sambandsflokkurin sam­ pakkar betri við Tjóðveldis­ flokkin í skattapolitikki og búskaparpolitikki enn við hinar samgonguflokkarnar, svaraði Edmund Joensen. Tað er torført at siga, tí ein flokkur í andstøðu koyr­ ir frítt løb, meðan vit eru bundnir at eini samgongu. Vit, sum hava upplivað kreppuna eru bangin fyri at koma út aftur í eitt fíggj­ arligt óføri. Tað er ongin loyna, at samgongan framm­ anundan hækkaði útreiðsl­ urnar við eini milliard, sam­ stundis sum hon lækkaði blokkstuðulin við á leið 360 mió. krónum. Vandin nú er tann, at meirinntøkurnar koma frá avgjøldum og mvg frá øktari nýtslu í sam­ felagnum. Og kemur stígur í vánaligum fiskiskapi, og inntøkurnar uttaneftir minka, so er landskassin rættiliga skjótt í eini vanda­ støðu, heldur Edmund Joensen. ES má loysast Løgtingsformaðurin nevnir eisini ES­spurningin sum eitt óloyst mál. Føroyar eru eftirhondini einasta landið í okkara parti av heiminum, sum ikki hevur atgongd til ES­ marknaðin. Vit eru púrasta afturúrsigld við eini primi­ tivari handilsavtalu við ES. Man skuldi ikki trúð, at vit lógu í hesum partinum av heiminum. Bæði Noreg og Ísland hava EBS­avtalur, og Áland hevur fullan part í undantøkum. Kanaloyggj­ arnar hjá Onglandi og Frak­ landi hava allar skipanir, ið geva atgongd til marknaðin í Evropa. Har taki eg synd í føroyskum vinnulívsmonn­ um, at teir ikki hava hesi viðurskiftini í lagi, sigur Edmund Joensen. Men hví hevur Sambands­ flokkurin, sum situr í sam­ gongu, ikki sjálvur skundað undir at fáa ein avtalu? ­ Tað hava vit eisini, men bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja royna at fáa EFTA­limaskap fyrst, men tað fer við alt ov langari tíð. Og øll vita tað, at EFTA er ein doyggjandi felagsskapur. Í tí føri, at Noreg fer upp í ES, so er EFTA burtur, sigur Edmund Joensen. Formaðurin í Tjóðveld­ inum, Høgni Hoydal, aftur­ vísir ikki samgongusam­ starv við Sambandsflokkin eftir komandi løgtingsval. Har er sjálvandi ein søgu­ ligur tvídráttur millum flokkarnar, sum má loysast, segði Høgni Hoydal við Rás 2. Dag Halvorsen deyður Kendi norski tíðindamaðurin Dag Halvorsen er deyður. Hann var 72 ára gamal. Dag Halvorsen arbeiddi eitt skifti hjá Arbeiderbladet, men hann er best kendur frá árunum, tá hann arbeiddi hjá norska útvarpinum NRK. Han var serkønur í eysturevropeiskum viðurskiftum og hevði sjáldsama góð evni at siga frá. Dag Halvorsen var málsnillingur. Umframt norskt tosaði hann flótandi danskt, svenskt, enskt, týskt, franskt, italskt, serbiskt og polskt. Grønland væl umboðað Grønland ella kanska rættari sagt grønlendsk áhugamál eru væl umboðað í tí nývalda Fólkatinginum, tí Juliane Henningsen og Lars Emil Johansen kunnu vænta sær stuðul frá sosialdemokratisku fólkatingskvinnuni Julie Rademacher, sum hálvur grønlendingur. Julie Rademacher, ið er 23 ára gomul eins og Juliane Henningsen, sigur við grønlendska útvarpið, at á Christiansborg ætlar hon at virka fyri einum mennandi orðaskifti um Grønland. Edmund: Ov lítið hendir í samgonguni Edmund Joensen letur nú dyrnar upp fyri samgongusamstarvi við Tjóðveldið aftan á valið. Høgni Hoydal afturvísir ikki møguleikanum Mynd: Jens Kristian Vang Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, er nú komið á mál við bústaðarpakkanum, har allir teir ymsu tættirnir nú eru lagdir fyri tingið. Íbúðarmál Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Síðani politisku avtaluna í samgonguna á sumri 2005 hevur verið arbeitt við øll­ um tættunum í tí sonevnda bústaðarpakkanum hjá samgonguni. Talan er um ein slóðbrótandi bústaðar­ politiskan reform, sertak­ liga fyri at fáa gongd á ein alternativan bústaðarmark­ nað í Føroyum, heldur landsstýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum, Hans Pauli Strøm. – ­ Alternativur merkir í hesum sambandi eitt størri útboð av meira hóskiligum bústaðum, bæði viðvíkj­ andi stødd og kostnaði, alt eftir tí ymiska tørvi sum einstaklingar og familjur kunnu hava. Arbeiðið hev­ ur verið drúgt og krevj­ andi, men nú er komið á mál og allir tættirnir í bústaðarpakkanum eru lagdir fyri tingið, sigur Hans Pauli Strøm. Bústaðarpakkin innihel­ dur hesi tingini: ­ Lóg um lutaíbúðafeløg til vanligar lutaíbúðir og til lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi ­ Lóg um at skipa luta­ íbúðir sum vardar bústaðir til eldri og fólk við serlig­ um tørvi ­ Broyting í lóg um mvg­ og rentustuðul so lutaíbúðafeløg fáa somu sømdir sum aðrir eigarar av egnum bústaði ­ Uppskot um endurskip­ an av Húsalánsgrunninum til trygdarstovn til at tryggja lutaíbúðafeløgum bíliga fígging ­ Uppskot um at veita avdráttarfrí lán til bjálving­ ar­ og orkusparandi tiltøk til pensjonistar úr nýggja Trygdarstovninum ­ Leigulóg sum tann fyrsta nakrantíð at tryggja rættindi hjá leigarum kring alt landið ­ Lægri skatting av leigu­ inntøku til tess at økja um útboðið og minkað kostn­ aðin á leiguíbúðum. Samlaður bústaðarpakki lagdur fyri tingið