mánadagur 19. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 19. november 2007
19
tíðindi
eftir góða býnum
fleiri fólk ynskja at búgva
har, og harvið vilja húsaprís
irnir hækka.
Men Gilli Trónd vísti á,
at slík øki sjáldan eru øki,
har
marknaðarkreftirnar
sleppa at ráða, men hinvegin
øki, ið verða planløgd so
leiðis, at meiri lív kemur í
og at økið verður meiri
hugnaligt. Millum annað
kunnu snotuligir bátahavnir
vera við til at økja um prísin
á bústøðunum í grannalag
num, snøgt sagt tí at ein
snotulig bátahavn skapar
vakurleika og hugna í um
hvørvinum.
Øki at savnast á
Men hvussu skal man skapa
hugna í einum býi? Gilli
Trónd helt, at fríøki eru
nakað, ið Tórshavn eigur at
satsa nógv meiri upp á. Í
dag liggja ein rúgva av
traðum kring um í býnum,
ið møguliga eru vakrar fyri
eyguni, men annar einans
eru til gagns fyri ross, seyð
og gæs. Hann mælti til, at
kommunan í størri mun fór
at gagnnýta hesi grønu
økini til at skapa fríøki og
býarparkir.
Hann vísti á, at fríøki eru
ein týðandi partur av einum
nútíðar býi, at fríøki eru
sosial savningarstøð í bý
num og at tey eisini geva
íbúgvunum betri møguleik
ar fyri uttandura lívi.
Men eisini er neyðugt at
arbeiða meiri miðvíst við at
skipa torg, ið hava líknandi
funktiónir sum fríøkini. Í
dag er frægasta torgið í
Tórshavn í SMS, men ann
ars skal sigast, at Vágsbotn
ur, har millum annað Sosial
urin heldur til, vanliga verð
ur mett sum økið við størsta
torgpotentialinum í bý
num.
Tað, ið hevur týðning er,
at hetta býarrúmið, ið í dag
verður nýtt sum partvíst eitt
gjøgnumkoyringarrúm, part
víst sum gongurúm og part
víst sum parkeringsrúm,
verður umskapað til eitt
“stað”, har fólk síggja fram
til at “dvølja” eina løtu. Tað
skal tó nevnast, at tað er ein
spíri at hómast mótvegis
eini slíkari “staðargerð” av
Vágsbotni, nevniliga hugna
liga terassan frammanfyri
Hvonn Brasserie.
Hendan terassan skapar
ikki einans eina virðisøking
fyri Hvonn, men skapar
eisini óbeinleiðis “positivar
eksternalitetir” – eitt óbein
leiðis meirvirði – til grann
arnar í økinum, bæði tí at
tænastan er har, men eisini
tí at Hvonn er eitt tað kend
asta “staðið” í Tórshavn í
dag – millum yngri fólk
kanska kendari enn Vágs
botnur sjálvur. Eitt “stað”
er ikki einans ein spurningur
um eitt avmarkað fysiskt
rúm, men somuleiðis um
hvussu fólk ímynda sær
hetta rúmið sum eitt stað.
Bilarnir og
fótgangararnir
Men Vágsbotnur hevur ein
stóran trupulleika, ið sam
stundis er ein fyrimunur:
Har er rættiliga stór ferðsla.
Tað sama er galdandi á Dr.
Jakobsens Gøtu, Tórsgøtu
og fleiri øðrum gøtum í
miðbýnum í Tórshavn:
Miðbýurin er ein ævigur
dystur millum bilar og
fótgangarar, og kemur tað
til skarpskeringar vilja
fótgangararnir vanliga vera
við undirlutan.
Tað var rættiliga breið
semja millum arkitektarnar,
ið vóru savnaðir til fyrilest
urin, um, at høga talið av
bilum er avgerandi trupul
leikin við Tórshavnar mið
býi. Aftaná fyrilesturin hjá
Gilla Trónd var eitt pall
borðskjak, har nógv áhuga
vert var uppi at venda. Við
pallborðið sat m.a. býararki
tekturin í Tórshavnar komm
unu, Mikael Viderø, ið
nevndi møguleikan fyri at
skipa øll tey spjøddu par
keringsplássini í miðbýnum
í eitt ella fá sentral parker
ingsøki. Hann metti, at ein
fittur partur av ferðsluni í
miðbýnum eru fólk, ið leita
eftir fríum parkeringspláss
um. Um einans eitt parker
ingsøki var, vistu fólk hvar
tey skulu fara, og harvið
kundi ferðslan verið minkað
munandi.
Tað, ið tó ongantíð kom
fram, er hvar eitt tílíkt risa
parkeringspláss skal vera.
Um bygningar verða bygdir
á Skálatrøð, so er mest upp
lagda staðið horvið, sam
stundis sum parkeringstørv
urin hevur vaksið seg upp
aftur størri.
Hvat vil man við
miðbýnum?
Tað stendur ikki reiðiliga
greitt hvat man ynskir við
Tórshavnar miðbýi. Summ
ar røddir ynskja menning,
aðrar varðveiting. Loysnin
skal helst finnast onku
staðni mitt ímillum, men
tað kann gerast sera trupult
at finna hendan gylta mill
umvegin.
Partvíst ynskir man minni
ferðslu, men fyritreytin fyri
menning er jú ferðsla – ant
in talan er um bleytar ella
harðar trafikantar. Atkomu
leikin er jú tann parturin av
góðleikunum í býnum, ið
fáa allar hinar góðleikarnar
at hanga saman. Ivi er sádd
ur um framtíðar parkerings
viðurskiftini, eins og eingin
loysn er í eygsjón til hvussu
man endaliga fær bilbukt
við bilferðsluni í miðbýnum.
Ókeypis býarbussar eru ein
góð roynd, men ivaleyst má
arbeiðast við at finna ein
avloysara til Vágsbotn og
Steinatún, tá ferðslan mill
um Eysturbýin og Vestur
býin
skal
avgreiðast.
Summi nevna ein innara
ringveg,
meðan
onnur
nevna ein undirsjóvartunnil
undir Havnar vág.
Men um ikki politikarar
nir vilja taka støðu til at
loysa yvirskipaða ferðslu
trupulleikan, so er spurning
urin, um man ikki bara
eigur at umskipa miðbýin
til bústaðarøki og lata handl
ar og stovnar flyta niðan í
aðrar býlingar, ið hava
meiri pláss.
Býaratlas á
breddanum
Annars skal nevnast, at
leingi væntaða býaratlasið
hjá Tórshavnar kommunu
kemur út 21. november. Tá
verða góðar fyritreytir fyri
einum breiðari kjaki um
hvussu man ynskir at
menna Tórshavn miðbý og
hvørjar bygningar man
ynskir at friða.
Hóast Vágsbotnur ikki er so nógv í fokus hjá
Tórshavnar kommunu sum onnur støð í miðbýnum,
so verður staðið ferð eftir ferð drigið fram av
arkitektum og geografum sum tað mest upplagda
staðið at skapa eitt savnandi torg í Tórshavn. Men
hvussu so við ferðsluni?