mánadagur 19. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 224 - 19. november 2007
tíðindi
Býarætlan
Sámal Matras
Kristiansen,
samfelags
frøðingur
við spesiali
í býarplan
legging
Hvat er ein góður býur?
Tað er ikki ein einfaldur
spurningur at svara, og
kanska júst av teirri orsøk
halda ymiskir fakbólkar, ið
fáast við býir, at hesin
spurningur er verdur at seta
ferð eftir ferð.
Leygardagin 17. novemb
er hevði Føroya Arkitekta
felag bjóðað inn til almenn
an fyrilestur í Nóatúni við
heitinum “Strategisk býar
planlegging í Evropa – hvat
kann Havnin taka til sín”.
Humangeografurin
Gilli
Trónd,
ið
eisini
hevur
útbúgving í býarplanlegging
úr Rotterdam, var gestarøð
ari, og hann legði upp til
eitt kjak um, hvussu man
kann hugsa býarplanlegging
í høvuðsstaði Føroya av
nýggjum.
Í hesi grein verða nøkur
av teimum evnum, ið vórðu
høvd á lofti á fyrilestrinum,
viðgjørd. Talan er ikki um
eitt referat av fyrilestrinum,
men um eina egna viðgerð,
ið tekur støði í arbeiðinum
hjá øðrum. Talan er harvið
fyrst og fremst um eina
popularisering av fakinum
býarplanlegging, men sam
stundis eisini eitt kjak um
støðuna hjá Tórshavnar mið
býi. Nógv av tilfarinum í
greinini er tískil egnar met
ingar.
Einnýtslu-øki og
fleirnýtslu-øki
Tvey grundleggjandi ymisk
rák innanfyri býarplanlegg
ingina eru um man ynskir
einnýtsluøki, ið verða nýtt
til eitt endamál ella fleir
nýtsluøki, ið verða nýtt til
fleiri endamál. Ella sagt á
býarplanleggingarmáli:
“monofunktionell areal”
ella “multifunktionell
areal”. Higartil hevur før
oysk planlegging næstan
bara satsað upp á at býta
øki upp, soleiðis at tey ein
ans kunnu nýtast til lík
endamál: Nøkur øki eru
skipað sum bústaðarøki.
Nøkur øki eru skipað sum
íðnaðarøki. Nøkur øki eru
skipað sum frítíðarøki. Og
nøkur øki eru skipað sum
landbúnaðarøki. Øll hesi
økini plaga so at fáa ym
iskar litir á kortinum yvir
sokallaðu “býarskipanina”,
ið nógvar føroyskar komm
unur hava í dag.
At nýta øki til lík endamál
hevur nógvar fyrimunir.
Fyri tað fyrsta er tað rími
liga einfalt at umsita, men
harumframt gevur tað eina
sera greiða heildarmynd av
hvussu býurin skal menn
ast.
Vitanarsamfelagið
krevur fleirnýtsluøki
Hetta at býta býir og landa
øki upp í øki ella sonur,
hevur víst seg at riggað væl
í íðnaðarsamfelagnum, har
tað hevur verið ynskiligt, at
fólk ikki skuldu búgva í
skitnum og larmandi íðn
aðarøkjum, eins og tað
hevur verið ynskiligt, at tað
hava verið nøkur fríøki og
almenn øki nær við bú
staðarøkini. Og hetta gevur
sum heild framvegis góða
meining í dag.
Men tað skerst ikki burt
ur, at Føroyar – og her ser
liga Tórshavn – eru á veg at
skipa seg sum eitt vitanar
samfelag. Eitt vitanarsam
felag er eitt samfelag, har
fleiri fólk arbeiða við vitan
enn við handligum arbeiði.
Í vitanarsamfelagnum er
tað ikki longur einans lokali
seringin av tilfeingi, arbeiðs
megi og samferðslumøgu
leikum, ið avgera hvar
vinnulív og íbúgvar lokali
sera seg. Í vitanarsamfelag
num koma nakrir aðrir fak
torar fram sum lívsvirði,
atkomuleiki, mentan, rúm
til at liva, fjølbroytni og tol
semi. Í útheiminum er tað
soleiðis, at býir satsta upp á
slíkar “bleytar faktorar”
fyri at fáa sonevndar “vit
anararbeiðarar” at flyta til
og støðast.
Tí er neyðugt, at býir ikki
einans hava nógvar funk
tiónir, men at hesar funk
tiónir eisini bræðast saman
í fjølbroytt og spennandi
øki. Økini skulu innihalda
eitt sindur av øllum fyri at
vera áhugaverd: bústaðir,
mentan, handlar, matstovur,
torg og lundir, har fólk
kunnu dvølja.
Eitt einnýtsluøki hevur
nevniliga tann trupulleika,
at har einans er aktivitetur
ein part av degnum, meðan
fleirnýtsluøki ofta verða
nýtt alt samdøgrið.
Góðleikar í býnum
Gilli Trónd legði í sínum
fyrilestri sera stóran dent á
“góðleikarnar” í býnum,
tað, ið amerikanski “býar
búskaparfrøðingurin” Ed
ward Glaeser hevur nevnt
“Urban Amenities”. Gilli
tók fram fýra høvuðsbólk
inar av góðleikum:
• At tað er eitt stórt úrval
av tænastum og brúk
aravørum.
• At fysisku karmarnir og
fagurfrøðin eru í lagi.
• At almennu tænasturnar
eru í lagi.
• At møguleiki er at
ferðast millum
góðleikarnar innan
rímiliga tíð.
Og tað vísir seg, at hetta
síðsta er nakað av tí trupl
asta at fáa at eyðnast. Tórs
havn er í dag vaksin út um
øll mørk, og hetta merkir,
at fyri at koma frá einari
funktión til eina aðra, er
ofta tørvur á at flyta seg við
bili ella við bussi. Tað kann
skoytast upp í, at eisini
nógvar av grannakomm
ununum eru funktionelt
sameindar við Tórshavnar
kommunu í dag, og tað
skapar eisini eitt økt
ferðslutrýst.
Her kundi eitt uppskot
verið í størri mun at skipa
Tórshavn í fleirnýtsluøki,
soleiðis at fleiri funktiónir
vórðu spjaddar kring um
býin, heldur miðsavnaðar í
einum býlingi. Sigast skal,
at hetta í ávísan mun er við
at henda í Hoyvíkshaganum
og Stórutjørn, ið eru snið
givin sum fleirnýtsluøki.
Tá grannin
skapar vøkstur
Men ein avgerandi trupul
leiki við at skapa fleir
nýtsluøki, er at ein setir
ymisk áhugamál saman á
sama øki. Hetta kann í ring
asta føri merkja stríð og
klandur, tí at áhugamálini
ikki eru sameinilig. Millum
annað vil eitt larmandi
vinnuøki sjáldan vera sam
einiligt við eitt friðaligt
bústaðarøki, eins og fleiri
handlar í einum øki eisini
skapa meiri ferðslu og
parkeringstrupulleikar. Tí
kann rákið við fleirnýtslu
økjum ikki skiljast sum
bara “at sleppa teymunum”.
Fyri at optimera vælferðina
í býnum er neyðugt, at
“negativir eksternalitir”
verða hildnir niðri.
Umvent er tað eisini nak
að,
ið
eitur
“positivir
eksternalitetir”. Um eitt øki
er hugnaligt, er tað í sjálvum
sær ein positivur eksternali
tetur, tí tað vil merkja, at
Tórshavn – strembanin