mánadagur 19. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 19. november 2007
23
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Á stóru FM- og 50-ára
veitsluni hjá NSÍ leygar-
kvøldið kundi felagið boð-
að frá, at nýggjur sáttmáli
er gjørdur við Hjalgrím
Elttør. Hjalgrím, sum var
ein týðandi partur av gullár-
inum hjá NSÍ, gjørdist í vár
partur av NSÍ-hópinum,
eftir at hann annars hevur
verið partur av KÍ-liðnum.
Og hann staðfestir, at ein av
orsøkunum til, at hann
framhaldandi verður í NSÍ,
er, at europiskar avbjóðingar
nú standa fyri framman.
- Tað er avgjørt nakað,
sum tú hugsar um. Men eg
haldi eisini, at vit hava eitt
spennandi lið. Har eru
nógvir ungir og góðir spæl-
arar, eins og nakrir royndir
eisini eru. Og við einum
góðum venjara, sum eisini
verður í felagnum komandi
árið, haldi eg avgjørt, at tað
sær spennandi út hjá NSÍ,
sigur Hjalgrím Elttør.
-mørk
Hjalgrím
verður í NSÍ
Leikvøllurin í
Modena verður ætl
andi karmur um
fótbóltsveitslu, tá
italsku heimsmeist
ararnir skulu stað
festa sína EMluttøku
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Modena, Italia: Føroyska
fótbóltslandsliðið
hevði
sína fyrstu venjing á Italiu-
ferðini
mánamorgunin.
Fyrst og fremst mundi hetta
vera eitt høvi hjá landsliðs-
venjaranum at staðfesta,
hvussu menn eru fyri, nú
heimliga kappingin hevur
ligið still í nakrar vikur.
Júst dystarvenjingin er
helst eisini størsti trupulleik-
in hjá Jógvani Martin Olsen
og hansara monnum. Upp-
gávan í sjálvum sær – á úti-
vølli móti heimsmeistarun-
um – er sjálvandi eisini stór í
sjálvum sær, og tí kann tað
mest sum skapa ótta, at før-
oysku fyrireikingarnar ikki
hava verið so heilt optimalar.
Fullsett
Tað má hinvegin sigast, at
hjá vertunum hevur alt ging-
ið sum eftir ánni. Leygar-
dagin vunnu teir trupla dyst-
in á útivølli móti skotum,
og tí er luttøkan til EM-
endaspælið eisini vís.
Hetta
skal
markerast
mikudagin, tá roknað verð-
ur við, at leikvøllurin í Mod-
ena er fullsettur. Býurin er
eisini heimstaður hjá Luca
Toni, sum vanliga ger nógv
um seg í italska álopinum,
og ikki minst vóna heima-
áskoðararnir, at Toni fer at
gera um seg sum málskjútti
móti Føroyum.
Ikki bangnir
Hóast talan soleiðis verður
um sera trupla uppgávu, so
nokta føroysku spælararnir
tó at geva seg yvir. Beint
eftir fyrstu venjingina fingu
vit orðið á Jón Róa Jacob-
sen, og hann segði seg fyrst
og fremst hugsa um at fáa
eitt gott úrslit.
- Sjálvandi vita vit, at
talan er um trupla uppgávu.
Men tú fert altso ikki inn á
vøllin fyri at tapa. Tað ræð-
ur altíð um at hugsa positivt,
áðrenn tú fert undir eina
uppgávu, og tí er útgangs-
støðið hjá okkum sjálvandi,
at vit skulu hava stig burtur
úr dystinum, segði hann.
Vænta fult hús
Eingir skaðar gera um seg í landsliðshópinum, og tí tóku allir mans lut í spælinum, tá fyrsta venjingin var á skránni mánadagin