mánadagur 19. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 224 - 19. november 2007 ]
Rannvá Andreasen
og Nenad Stankovic
vóru bæði stødd
uttanlands
fríggjadagin, men
tað bilti tó einki, tá
viðhalds- og mót-
støðufólk góvu
teimum flestu atkvøð-
urnar av øllum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var við manér, at runa
víkingar kundu halda sína
ársveitslu
leygarkvøldið.
Við gullmerkjunum fyri
avrikið hjá liðnum í For
muladeildini var sjálvsagt,
at veitslan gjørdist stór.
Men hon gjørdist nú ikki
minni eftir úrslitið av at
kvøðugreiðsluni
millum
spælarar, venjarar og fjøl
miðlafólk, tá bestu fótbólts
fólkini á árinum skuldu
kjósast.
Tí har stóð nevnliga NSÍ
á tí allar mesta á manssíðuni.
Gaman í áttu teir ikki besta
málskjúttin, men tað var so
eisini tað. Ársins málverja,
venjarar, stjørnuskot og
spælara áttu runavíking
arnir, sum hartil eisini fingu
heiðurin sum best spælandi
fótbóltsliðið í landinum.
Genturnar fingu bóltar
Best spælandi liðið er ser
stakur heiður, sum verður
latin
við
kappingarlok.
Gjøgnum alt árið letur
Sosialurin bóltar fyri avrik
ini, sum ymsu liðini sýna á
vøllinum.
Soleiðis
fær
hvørt liðið millum ein og
seks bóltar eftir hvønn dyst,
og tó at uttan iva altíð kann
diskuterast, hvussu nógvir
bóltar skulu gevast ,so man
heildarmetingin eftir 27
umfør vera soleiðis á eini
leið.
Og her hevði NSÍ so eis
ini munin niður til EB/
Streym, B36 og HB. Úr
slitið varð, at NSÍ vann eitt
sett av bóltum, sum For
mulaspælararnir so skuldu
geva víðari til eitt av yngru
liðum felagsins. Spælararnir
hjá NSÍ høvdu tosað saman
um hetta, og úrslitið hjá
teimum varð, at gentur 10
12 ár fingu hvør sín bólt.
Og so tók NSÍ annars
bara ein heiður í senn, sum
verturin á Rás2 so beinrakið
tók til. Jens Martin Knudsen
varð kosin ársins málverji.
Jóhan Nielsen fekk heiðurin
sum ársins venjari. Bogi
Løkin varð kosin at vera árs
ins stjørnuskot, og tá ársins
spælari skuldi finnast, varð
tað Nenad Stankovic, sum
átti hendan heiðurin.
KÍ við nógvum
Hjá kvinnunum var tað eis
ini meistaraliðið, sum stóð
á tí nógva. Men hóast KÍ
aftur hesa ferð tók sítt, so
fingu tær ikki alt kortini.
B36venjarin, Allan Dyb
zak, tók nevnliga sín part
av køkuni, eins og Rósa
Magnussen hjá GÍ gjørdi
tað, tá ársins stjørnuskot
skuldi kjósast.
Besta spælaran, topp
skjúttan og besta málverjan
átti KÍ tó, og tað er nú
kanska heldur ikki so løgið,
tá hugsað verður um, at
hetta var áttanda árið á rað,
at KÍkvinnurnar eru føroya
meistarar.x
Nenad og Rannvá vóru best
Tey bestu
Ársins dómari
Lars Müller
Gylti skógvurin
Kvinnur: Malena Josephsen, KÍ
Menn: Amed Davy Sylla, B36
Ársins venjari
Kvinnur: Allan Dybzak, B36
Menn: Johan Nielsen, NSÍ
Ársins málverji
Kvinnur: Randi S. Wardum
Menn: Jens Martin Knudsen
Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Rósa Magnussen, GÍ
Menn: Bogi Løkin, NSÍ
Ársins spælari
Kvinnur: Rannvá Andreasen, KÍ
Menn: Nenad Stankovic, NSÍ
Best spælandi lið
NSÍ
Best spælandi liðið í ár varð NSÍ, og Óli Hansen tók ímóti heiðurinum
Jens Martin Knudsen endar á toppinum, tí á gallaveitslu
fríggjadagin varð hann kosin Ársins málverji
Lars Müller varð kosin Besti dómari í hesum kappingarárinum