mánadagur 19. november 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 224 - 19. november 2007 ]
Ikki sørt av spenningi
var undan dystinum í
Hoyvíkshøllini í dag.
H71 kundi við einum
sigri tryggja sær triðja
plássið, og fara nakað
frá teimum niðaru
liðunum
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Vestmenningar
byrjaðu
dystin betur, og løgdu seg á
odda við trimum málum.
Hetta mynstrið hevur verið
vælkent hjá H71, og hevur
verið júst tað, sum teir
mangla í at vunna. Hetta
vendi tó beinanvegin, og
H71 skoraðu fimm mál áðr
enn VÍF aftur kom á mál
talvuna til støðuna 54. Síð
an gekk bara betur og betur
hjá H71, og leiðslan tók at
økjast javnt. Tá 20 min.
vóru farnir var støðan 97
til
H71.
Vestmenningar
steðgaðu fullkomuliga upp,
og tá tað var komið til hálv
leik var H71 frammanfyri
við 8 málum, og støðan var
179.
Tætt móti endanum
Tá annar hálvleikur byrjaði,
helt H71 fram við sama
góða spæli. 10 min. inn í
annan hálvleik vóru 10 mál
á muni og støðan var 2313.
So kom fullkomuliga stígur
í hjá okkara monnum. VÍF
fór at verja longur frammi
og
meira
ágrýtið.
Hetta dámdi ikki okkara
monnum og gjørdust teir
skjótt ráðaleysir og lítið
framfýsnir. Dysturin gjørd
ist heilt spennandi móti end
anum, og støðan gjørdist
bæði 2524 og 2625 áðrenn
dysturin loksins endaði, við
einum
eittmálssigri
til
H71. Úrslitið gjørdist 27
26 til H71. Gongdin minti
um fyrra dystin í Vestmanna
millum somu lið. Tá dró
VÍF longra stráðið.
Í einum tøttum og til
tíðir rótutum dysti,
megnaði StÍF at
koppa oddaliðnum,
áðrenn teir lupu
ov langt frá hinum
liðunum í Atlantic
Airways kappingini
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
StÍF løgdu út í kvøld við
einum uppleggi, ið var
greitt at síggja. At fáa verj
una at standa stinna og síð
ani dúva uppá møguleikar
hinvegin. Og ikki kann sig
ast annað enn at tað virkaði
til fulnar, tí við einum sera
góðum og vælskipaðum
verjuspæli og ikki minni
væl uppløgdum málverja í
Marian Cirloganescu, megn
aðu strandingar at verja
borg og senda havnamenn
heim aftur við 2126 tapi.
Hálvleikstøðan var 1512
til heimaliðið.
Marian í serflokki
Dysturin gekk javnt fyri seg
frá byrjan til enda, og var
tað ikki fyri framúr væl
spælandi
málverjan
hjá
strandingum, høvdu Neista
menn kanska komið enn
nærri. Hetta, umframt at
rutineraði Ingi Olsen fekk
ein smáskaða og noyddist
út, tíðliga í øðrum hálvleiki,
var við til at avgera dystin
til fyrimun fyri StÍF.
StÍF-Neistin 26-21 (15-12)
Málskjúttar:
StÍF: David Edvardsen 5 (3), Sveinur Justinussen 4, Borgar
Danielsen 3, Danni Syhler 3, Jón Rasmussen 3, Rúni
Niclasen 3, Leivur Justinussen 2, Bárður Danielsen 2,
André Danielsen 1.
Neistin: Roar Dalsgarð 9 (4), Karl H. Olsen 4, Blagoje Buha
3, Jugoslav Djumic 3, Ingi Olsen 2.
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 3, Neistin 5
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
H71-VÍF 27-26 (17-9)
Málskjúttar:
H71: Esbern Paturson 11 (5), Dánjal Tórgarð 5, Bárður
Brimvík 3, Halgir D. Olesen 3, Janus Sørensen 3, Niels V.
Niclasen 1, Eyðun Højgaard
VÍF: Agnar Joensen 9, Sámal Joensen 6 (3), Áki Olsen 3,
Niels Andreasen 3, J. Andreasen 3, Bjarti Hansen 2
Brotskøst: H71 5, VÍF 3
Útvísingar: H71 4, VÍF 3
Dómarar: Ragnar & Rúni
FAKTA
Neistin festi ikki í StÍF fjúsið
H71 styrkir sær
støðuna
Fyrstu stigini
komin í skjáttuni
KÍF hevði undan vikuskiftisdystinum
ikki fingið nakað stig í hesum kappingar
árinum, og havnamenn úr Kyndli vildu
geva teimum reyðu úr Kollafirði skarpan
gang. Men tá avtornaði høvdu Kollfirðingar
fingið skavað tvey stig til sín við einum 30
29 sigri.
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Áðrenn dystin í vikuskiftinum vóru Kollfirðingar ikki
komnir á stigatalvuna, men teir vildu tað ørðvísi, og
kempaðu seg til sigurs m.a. við stórslignum spæli frá
málverjanum Óla Kristiani Djurhuus. Annars hoyrdist
úr Kollafirði at KÍF spældi betur hondbólt enn teir
hava gjørt í langa tíð, og at glottar eru at síggja. So
vónirnar um stig í komandi dystum eru góðar.
Dysturin var nøkunlunda javnur, men málmansspælið
hjá kollfirðingum var ov stór forðing fyri grønu kyndla
mennirnar, ið máttu taka til takkar við einum eittmáls
ósigri.
KÍF-Kyndil 30-29 (20-15)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 10 (4), Gert Hansen 6, Rógvi Weihe 5,
Niklas Reginsson 3, Dejan Jankovic 3, Jóan Pauli Olsen 1,
Emil Petersen 1, Mirko Milenkovic 1.
Kyndil: Finnur Hansson 7 (1), Hjalti Jacobsen 5, Ken
Zachariassen 5, Rani Ellingsgaard 4, Bárður Johannesen 3
(1), Hans Áki D. Christiansen 3, Regin Fossaberg 2
Brotskøst: KÍF 4, Kyndil 5
Útvísingar: H71 3, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Johannesen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
Eyðun Højgaard verður hildin av VÍF-spælara, meðan Sámal
Joensen hyggur at
Ingi Olsen í
nærdysti við
Danni Syhler
Badmintonhøllin latin upp
Leygardagin lat nýggja Badmintonhøllin í Klaksvík upp, har nógv
spennandi tiltøk vóru á skránni. Jákup Anthoniussen bjóðaði
vælkomin, og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri og Jógvan á
Lakjuni, mentamálaráðharri, søgdu nøkur orð. Nógvur tónleikur var
á skránni. Klaksvíkar Hornorkestur, bólkar frá Virkishúsinum,
CountryBólkurin, KFUMkórið, Kvartettin í Betesda og Vitin
sungu og spældu. Eisini var borðhald serligur badmintondystur.
Mynd: Dávur Winther