Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 224 - 19. november 2007 ] Ein sovandi verja fyrstu løtuna av seinna hálvleiki førdi til, at føroyska U21-landsliðið mátti leggja rygg til eitt 0-5-tap fyri Albania í EM-undan- kappingardystinum á Svangaskarði leygardagin. Hetta er størsti ósigurin í stuttu U21-lands- liðssøguni EM-UNDANKAPPING Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Føroysku U21-landsliðs- venj­ararnir høvdu góðar vónir til dystin ímóti Albania á Svangaskarði leygardagin kl.13. Hetta helst eftir úrslitið av tí fyrra dystinum millum liðini, har Albania vann heima í Alban- ia tepurt og óuppiborið 1- 0. Væl frá byrjan Fyrstu løtuna bendi nógv á, at føroyska liðið als ikki ætl- aði sær at liggj­a í bíðistøðu. Føroyar sat nógv á bóltin fysrtu minuttirnar, og upp- spælið var væl skipað, hóast váti og bleyti vøllurin darv- aði nógv. Í fimta minutti var um reppið, at Jónas Tór Næs legði Føroyar á odda. Skotið kom úr sama stað sum Einar Hansen skoraði úr í U21-landsdystinum ímóti Italia herfyri, men hepnið var við gestunum, og bólturin brast á tvørtræ- ið. Tað sást væl, at Christian R. Mouritsen aftur var at finna á liðnum. Manchester City-leikarin leikti ein frá- líkan dyst, og við at trekkj­a langt aftur á vøllin í upp- byggj­andi álopsstøðum var hann maðurin, ið sniðgav flest øllum álopunum. Albania tóktist at vera eitt væl samanspælt lið, og vísti sera skj­ótt og gott spæl, tá ið teir komu í álop. Hetta gj­ørdi teir til eina støðuga hóttan, og í 25. minutti eydnaðist tað teim- um at leggj­a seg á odda. Xheyahir Sukaj­ slapp leysur í vinstru, men Gunnar Niel- sen bj­argaði fyrstu mál- royndini. Returbóltin hevði føroyskur verj­uleikari trupulleikar við at beina burtur, og hetta gagnnýtti hesin sami Sukaj­, og sendi Albania til hálvleiks við einari 1-0-leiðslu. Verjan sovnaði Føroyska verj­an hevði í fyrra hálvleiki tamarhald á einum sterkum albanskum álopsparti, men eftir steðgin mistu teir fullkomiliga tam- arhaldið. Bara tríggj­ar minuttir inn í seinna hálv- leik slapp Sukaj­ at skora sítt næsta mál, tá ið hann stóð ódekkaður eftir upp- spæl í vinstru. Fýra minuttir seinni var aftur galið, tá ið Albania hesaferð breyt ígj­øgnum í høgru. Føroyska verj­an hevði alt ov leingi um at sneiða sær á, tá ið bóltur varð spældur inn um verj­una. Hesaferð var tað Arbbr Abilaliaj­, sum ódekk- aður frammanfyri málið slapp at økj­a til 3-0. Og enn einaferð. Hesu- ferð gingu fimm minuttir, áðrenn næsta málið fall. Hetta málið kann føroyska liðið tó ikki beinleiðis sekt- ast fyri, tí málið var eitt satt perlumál frá Sukaj­, sum úr 40 metrum sendi kúluna í netið, og fullførdi sítt hat- trikk. Føroyski málverj­in og lið- skiparin, Gunnar Nielsen, var als ikki glaður fyri úr- slitið, og vakti við sínum brøli og skeldi alt liðið. Tað sást týðiliga, tí eftir hetta spældi føroyska liðið seg til nógvar málmøguleikar. Ser- liga var tað Johan V. Gunn- arson á vinstra bakki, sum kom nógv fram við og stápl- aði nógvar møguleikar á beinini. Eisini Andreas Lava Olsen úr LÍF var ein hóttan fyri albanska liðið, sum tó fekk tað seinasta málið í dystinum. Tað málið fekk innskifti Germard Progmi, og eymýkj­andi tap- ið var nú fullkomið fyri før- oyingar. 5-0 til Albania. Føroyska U21-landsliðið kann fáa uppreisn aftur longu mikudagin. Tó er upp- gávan stór, tí tað verður Italia, ið kemur á vitj­an. Dysturin verður kl.13 á Tórsvølli. Føroyska liðið: Gunnar Nielsen (liðsk.) – Johan V. Gunnarson, Poul Thomas Dam, Svend F. Jacobsen, Jónas Tór Næs – Pætur T. Jørgensen, Christian R. Mouritsen, Emil N. Leifsson, Bogi Løkin, Magnus Olsen – Gudmund S. Nielsen Innskiftarar: Ásbjørn V. Gunnarson, Andreas Lava Olsen, Odmar Færø 1-0: Xheyahir Sukaj (25min.) 2-0: Xheyahir Sukaj (48min.) 3-0: Arbbr Abilaliaj (52min.) 4-0: Xheyahir Sukaj (57min.) 5-0: Germard Progmi (85min.) Verjan kostaði størsta U21-tapið Jónas Tór Næs í einum av sínum spurtum fram eftir høgra vongi. Har var tó meira at gera í verjustøðu, í sama borði Ligain hjá Beckham skal víðkast Tann amerikanska Maj­or Soccer League (MLS) hevur fingið eina rúgvu av Beckham fokus og skal nnú víðkast til 16 lið. MLS hevur fingið eina rúgvu av fokus eftir at David Beckham skifti til LA Galaxy, og hendan umtala skal brúkast til at víðka liguna til 18 lið frá 2011. Tann amerikanska ligan hevur longu opnað hurðarnar fyri tveimum nýggj­um liðum: San Jose skal starta næsta ár, og Seattle fær loyvi at spæla í bestu deildini frá 2009, og harvið eru tað nú 15 lið í deldini. Men tað er ikki nokk, siger MLS-kommisionslimurin, Don Garber, sambært Daily Mail.