mánadagur 19. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 224 - 19. november 2007
ítróttur
Neistakvinnur
vóru á vitjan hjá
srandingum á Skála
sunnudagin, og har
vóru tær eirindaleysar
og fóru avstað aftur
við øllum.
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tað byrjaði sum ein tættur
dystur, og tá tjúgu minuttir
vóru farnir stóð á jøvnum
8-8, men tá hálvleikur var,
varð støðan blivin 9-16. Tað
skuldi visa seg at hesi sjey
málini á muni, skuldu halda
stik allan dystin, tí StÍF
megnaðu ongantíð at toga
seg tættari enn tað sama.
Tað bleiv næstan til ein lætt-
an dyst hjá Neistakvinnum,
tá alt kom til stykkis.
Nicoleta avgjørdi
Í Nicoletu Radu Hansen
hevur Neistin ein framúr
góðan leikara. Hon skoraði
nærum av gomlum vana.
Hon heilt einfalt hamraði
ein bólt fyri, og annan eftir
inn í málið, og tað tóktist
ikki til at vera nakað, ið
strandingar kundu gera, fyri
at steðga sterku havnakvinn-
uni.
Hóast Nicoleta var úti eitt
fitt petti at øðrum hálvleiki,
megnaðu ungu Neista kvinn-
urnar at halda tørn, og eitt
skifti vóru tíggju stig á
muni.
Neistin vann
tryggan sigur
Vágskvinnur vunnu
í einum rótutum
dysti vesturi á Eið
inum, móti einum
skerdum Kyndlaliði,
ið noyðist at vera
Jóruna Ludvík fyri
uttan, vegna skaða í
eina tíð
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Stjørnan ríkur avstað, men
bæði Neistin og VB ætla
sær at geva teimum skarp-
an gang. VB hevur fyri
stuttari tíð síðan knúgvað
Stjørnuni í Vági, so tað
eru góðar vónir millum
suðuroyingar, at VB fer at
megna tað.
Útlendskur styrkur
VB hevur fingið sær styrk
í serbisku Mariu Milicevic,
og fer hon saman við vágs-
kvinnum og hinum báðum
útlendsku
leikarunum
Daivu og Astu, at hjálpa
VB við at gera eina seriøsa
roynd, at náa Stjørnuni aft-
ur og koma í finaluna, ið
tær so helst ynskja at
vinna.
Týdningarmikil
stig á vegnum
Sunnudagin var fyrsti dyst-
ur, ið nýggji útlendski leik-
arin hevði í VB-búnanum,
og vísti hon í løtum, hvat
hon megnar. Hetta fer óiv-
að at verða betur, tá hon
fær vant seg við umstøð-
urnar í Føroyum.
Stigini, ið VB vann eru
sera týdningarmikil, og
hjálpir tað um støðuna í
stríðnum við Neistan og
Stjørnuna.
Klaksvíkskvinnur
høvdu sunnudagin
vitjan av kvinnunum
úr Vestmanna, og
dysturin var ongantíð
í iva um at gleppa
Stjørnuni av hondum.
Tær komu millum
annað heilt uppá sjey
mál, áðrenn VÍF fekk
nakað mál
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tá sjey mál eru á muni eftir
bert 11 minuttum, tá eru
góðar ábendingar um at
munurin er alstórur á liðun-
um, og soleiðis var tað eis-
ini í hesum førinum. Klaks-
víkskvinnur vóru ov stórur
biti hjá VÍF at svølgja, og
noyddust tær úr Vestmanna
tí heim aftur við ósigri í
skjáttuni.
Simona, enn
eina ferð
Simona Petersen er ein sera
sterk hondbóltskvinna, og
hana eru tær úr Klaksvík
sera fegnar um at hava á
liðnum. Tað hava tær eisini
allar orsøkir til at halda, tí
ferð eftir ferð hevur Simona
verið við til at avgjørt
dystir, næstan einsamøll.
Hetta hevur drigið hinar
uppá eitt støði, ið ger at tær
eru besta lið í landinum. Tó
skal tað ikki skiljast sum at
tað bert er henni fyri at
takka, tí hon hevur eisini
stak dugnaligar leikarar við
liðina á sær, men við
Simonu á liðnum, er tað
sum um at alt fer uppí eina
hægri eind.
Stjørnan fer eftir øllum
VB hongur í
Stjørnan-VÍF 28-14 (16-7)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Petersen 9 (4), Hanna Mikkelsen 4,
Anna Kristina Samson 3, Durita Christophersen 3,
Bára Skaale Klakstein 2, Joan M. Djordjevic 2, Una
Olsen 2, Edith Hansen 1, Lovisa Andreasen 1, Durita
Mikkelsen 1.
VÍF: Rannvá á Rógvi 3, Ioana Rapa 2 (1), Torgunn H.
Johansen 2, Fríða Marjunardóttir 2, Marita Johansen
2, Katrin Christophersen 1.
Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Gun-Gregoriusen
FAKTA
VB-Kyndil 25-23 (15-10)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 10 (3), Laila Jespersen 5, Maria
Milicevic 3, Christina Holm 2, Monika Samuelsen
2, Theresa Jespersen 1, Svava Vestergaard 1, Bára
Mortensen 1.
Kyndil: Tordis Tróndarson 7 (1), Jacklin Djurhuus
6 (1), Lina Andriulyte 6 (4), Ronja Mikkelsen 2,
Súsanna Petersen 2.
Brotskøst: VB 3, Kyndil 7
Útvísingar: VB 5, Kyndil 2
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA
StÍF-Neistin 23-30 (9-16)
Málskjúttar:
StÍF: Rebekka Justinussen 8 (1), Bára B. Danielsen 4,
Sólfríð Christiansen 3, Ninna K. Johansen 3, Rósa
Johansen 2, Ata Gregersen 2, Jóhanna í Króki 1.
Neistin: Nicoleta R. Hansen 11 (3), Ása á Neystabø 4,
Anja heinadóttir 3, Rakul Magnussen 3, Elin Staksund
3, Rakul Augustinussen 2, Ása Christiansen 2, Unn J.
Kregesteen 1, Anna Clementsen 1.
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3
Útvísingar: StÍF 3, Neistin 0
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
Lina Andriulyte kempar við VB-verjuna
Neistin vóru snøgt sagt nógv
betur á Skála sunnudagin
Savnsmynd