mánadagur 19. november 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 19. november 2007
29
tíðindi
Høli ynskist
Vit sóknast eftir einum høli til viðfestisvogn
okkara. Vognurin er 2 m breiður og 7 m langur.
Høli skal helst vera í miðstaðarøkinum
og lætt at koma til.
Vinarliga ring á tlf. 21 41 70
Bestu piparnøturnar
fáa tit hjá okkum
Tlf 312161
gron@gron.fo
www.gron.fo
Í Leygarkvøldið
rapaði grót
undan loftinum í
Hvalbiartunlinum,
men lukkutíð var
ongin bilur fyri
Ferðslutrygd
áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið ein bilførari um sjey
tíðina í gjárkvøldið var á
veg ígjøgnum Hvalbiartunn
ilin, fekk hann ein hvøkk,
tá ið hann var komin mið
skeiðis ígjøgnum tunnilin.
Mitt
á
gongubreytina
rapaði grót undan loftinum,
men tíbetur koyrdi hann
varliga, so hann fekk steðga
áðrenn skaði stóðst av.
Talan er um 200300 kilo
av gróti, sum rapaði undan
loftinum og tann størsti
steinurin vigaði væl yvir 75
kilo, so tað kundi elvt til stór
an skaða á bil og fólk, vildi
so illa til at nakar var fyri.
Tíbetur var ikki nógv
ferðsla ígjøgnum tunnilin
akkurá hesa tíðina, tí Smyril
var stutt síðani farin av
Krambatanga og skuldi ikki
koma aftur fyrrenn seinni
um kvøldið.
Hetta hendir, hóast tað
ikki eru 14 dagar síðani, at
Landsverk stongdi Hvalbi
artunnilin, tí hann skuldi
gjøgnumgangast.
Vánaligum standi
Á heimasíðu síni staðfestir
Landsverk, at ferðsluóhapp
í tunlum kunnu lættari elva
til meira umfatandi vanlukk
ur, enn ferðsluóhapp á veg
unum.
Vit hava sæð fleiri ræð
andi dømi úr øðrum lond
um. Tí er tað umráðandi at
skipa fyri tiltøkum, sum
kunnu fyribyrgja óhappum
í tunlum og/ella í minsta
lagi minka um avleiðingar
nar, sigur Landsverk.
Hann sigur, at ein partur
av hesum arbeiði er at byggja
og innrætta tunlar rætt. Men
harumframt er eisini neyðugt
at kunna fólk um, skulu bera
seg at, tá ið óhapp henda í
einum tunli og tað hevur
Landsverk gjørt faldara um.
Annars hevur Landsverk
eisini staðfest, at Hvalbiar
tunnilin er ein av fleiri tunl
um, sum ikki lúka nútíðar
trygdarkrøv og tað hevur
Hvalbiar Bygdaráð eisini víst
á. Bygdaráðið og vinnulív í
Hvalba hava leingi víst á
týdningin av at fáa nýggjan
tunnil, tí tunnilin, er so trong
ur og vánaligur, at hann forð
ar nógva vinnulívinum í
bygdini at virka og at
mennast.
Fyribils sær kortini út til
eftir politisku raðfestingini,
at tað fara at ganga minst
nøkur ár, áðrenn nýggjur
Hvalbiartunnil verður veru
leiki.
Rapaði í Hvalbiar-
tunlinum
Leygarkvøldið lá stórt grót mitt á
koyribreytini í Hvalbiartunlinum. Tað
var rapað undan loftinum, men til alla
lukku var ongin bilur fyri, so ongin
skaði stóðst av hesum. Hetta er enn ein
áminning um, hvussu vánligum standi,
tunnilin er í
Her liggur tað mesta av grótinum,
sum rapaði niður, lagt upp á
kantin inni í tunlinum