Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 224 - 19. november 2007 tíðindi 16. november 1937 varð Ólavur Hansen borin í heim á Landssjúkra­ húsinum. Stutt undan hesum varð Pauli Dahl byrjaður sum skurð­ lækni, og Ólavur gjørdist ein av fyrstu nýføðingunum, sum vórðu hjálpt úr móðurlívi við keisaraskurði undir hansara knívi og leiðslu. Dahl var so umhugsin, at geva Ólavi lítlan skurð í ryggin sum minni – ella kanska vóru hetta byrj­ anartrupulleikar hjá unga lækn­ anum. Men Ólavur kom frískur og ferðugur til verðina til gleði og takksemi hjá foreldrum sínum Ragnhild á Tormansbakka og Jens Jacob hjá Ólavi í Kirkjastovu. Hann vaks upp saman hjá teimum og stutt eftir eisini beiggjanum Akku á Gásalágni, til pápin lat lív við Nýggjabergi. Hetta hevur sjálv­ sagt merkt teirra lív, men ættarbond, næstrakærleiki og grundfest guds­ trúgv hevur eyðkent uppvøksturin, og samanumtikið munnu Ólavur og bróðir hansara hava notið tann kærleika og nærleika, sum er grund­ arlagið undir sunnum og mennandi uppaling. Faðir Jens Jacob, gamli Ólavur, flutti inn til teirra at búgva, meðan dreingirnir enn vóru smáir, og man hann í ávísan mun hava verið í faðirs stað. Ólavur og kona hansara Anna úr grannalagnum giftust inn í barn­ dómsheimið hjá Ólavi á heysti 1970. Tey vórðu vælsignað við trimum børnum, sum aftur fingu teimum 7 abba­ og ommubørn. Heimið á Gásalágni var altíð og er enn opið fyri serstakliga børn­ unum. Tey savnaðust har saman við Ólavi og Akku, og nú er neyv­ an dagur, at ikki triðja ættarliðið er har saman við serliga vinkonum sínum, tí enn er bert tann eini drongurin komin í familjuna. Hann eitur sjálvsagt Ólavur, men býr í Danmark og er nakað lítil enn at hava vinmenn við sær at vitja ommu og abba. Tollyndi og trúfesti eru helst tey heiti, sum eyðkenna Ólav, um vit skulu halda okkum til stuttu versjón­ ina. Hesi eyðkenni hava so nógv annað týdningarmikið við sær. Ólavur veipar ikki við ørmunum og ger seg sjónligan í dagligdegn­ um, men tað merkir ikki, at hann ikki tekur lut í tí, sum fyriferst. Longu sum heilt ungur fór hann til sjós, og tað, sum tú altíð hoyrdi frá Ólavi, vóru góðorðini um teir, hann var saman við. Hann støð­ aðist eisini væl og mynstraði ikki við so nógvum ymiskum skipum. Tá flakavirkið varð latið upp í Miðvági, fór Ólavur at arbeiða har. Stutt eftir gjørdist hann arbeiðsfor­ maður og røkti tað starvið í mong Harrans ár. Tey seinastu árini hevur hann virkað “á gólvinum”, og tað líkar honum væl, tí leiðarastarvið er sera krevjandi og hóskar betur til yngri kreftir, heldur hann. Hann er framvegis “the grand old man”, og hann hevur ongar ætlanir at gevast, neðan heilsan er góð. Ólavur er áhugaður í øllum, sum fram serliga í nærumhvørvinum. Ítróttarfeløgini og ítróttin sum heild mala nógv í høvdinum á honum. Kirkjan og lívið rundan um hana fylla væl í dagligdegi hans­ ara. Hann hevur sítt fasta pláss á loftinum, har hann stuðlar kirkju­ sanginum væl, so gott sum hvønn sunnu­ og halgidag. Hann hevur gott mál at syngja við, og tað brúk­ ar hann gleðiliga í Guds húsi. Eis­ ini Vágakórið hevur notið gott av røddini. Í Miðvági, sum so manga aðra­ staðni, verður lagt eina við at skipa góðan sang til jarðarferðir. Í hesum hópi er Ólavur fastur sangari, og tað hevur hann verið nógv longri enn nakar annar núverandi. Ólavur var í mong ár limur í kirkjuráðnum. Har hann gjørdi góðan mun. Hetta var ikki nakað, sum hann heldur enn nakar annar fer út um geilar við, men vit vita, at í honum eigur kirkjan ein, sum brennir fyri sakini. Væl dámar Ólavi at fletta góðar veðrar av trøðni. Áhuga fyri seyða­ haldi er gamalt, tí líka síðan kúgv­ in fór úr kjallaranum í fimti ella seksti árunum, hava heystlombini og veðrarnir tikið yvir. Hann slepti í mong ár í Rygsskor og fletti mangan góðan veðrin hað­ ani, men á hvørjum ári roynir hann at røkka bestu vektina í bygdini millum hornaseyðir sínar av trøðni. Mangan lukkast hetta, tí væl liggur fyri hjá honum at ala besta slagið og røkta tað so væl, at tað besta fæst burturúr. Ólavur, svágur, nú ynski eg tær hjartaliga til lukku við teim sjeyti. Aldurin hevur lítið at siga, um heilsan er góð, tí ynski eg tær fram­ vegis góða heilsu og alt tað besta. Hans Ólavur Hansen í Miðvági sjúti At seta meg at skriva hesar linjur, krevur alt mítt dirvi, tí eg má sanna at tú veruliga ikki kemur aftu, babba. Hóast hálvt ár er gingið, síðan tú fór frá hesi fold, so kennist tað sum í gjár, at tú sat her saman við okkum. So nær og tó so fjar! Eg skrivi ”babba mítt” tí soleiðis kallaði eg teg. Barnsligt, men tað fekk teg altíð at smílast glaður. Hóast eg eri vaksin nú, so kemur tað mær ikki til góðar í hesi stund, tí eg eri mín faðirs dóttir, og her ger aldur ongan mun. Góði elskaði babba, hetta er tað tyngsta eg nakrantíð havi skrivað, tí eg vil ikki viðurkenna, at tú ikki ert hjá okkum meira, tað kenst sum at missa teg umaftur babba. Babba! Tú var so nógv fyri meg, og ert tað framvegis. Tú vart mín dagbók, eg tosaði, ella skrivaði til tín um alt. Tú legði oyra til alt. Tú tók ímóti mínum vónum, mínari gleði, og mínum sorgum, alt kundi eg deila við teg. Tú er mín fyrimynd! So nógv at eg onk­ untíð hugsaði um at gerast skipari akkurát sum tú, og sum lítil, og enn tann dag í dag, elski eg at hoyra fólk siga at eg líktist tær babba. Eg havi so nógv góð minnir…tú og mamma vóru so ófør at gera útfluktir við matpakka niðan í fjøllini, ella biltúrar, tað var sum feriur til onnur lond. Eg seti stóran prís uppá øll tey brøvini, sum tú skrivaði til mín, tá eg var lítil, sjálvt um eg ikki dugdi at lesa tey sjálv. – Tað dugi eg nú, og eg virðismeti, at tú hugsaði so nógv um okkum heima, at tú setti teg niður at skriva bræv til tína lítlu dóttir. Á sama hátt gav tú tær eisini stundir at skriva teldupost til Kaj, tín einasta abbason. Um tú bara visti hvussu stórur saknurin er eftir hesum telduposti. Túrarnir til Grønlands saman við tær babba eru fast prentaðir í mínum minni. Náttúran og djórini hava altíð haft mín stóra áhuga, og tað visti tú babba. Tú rópti eftir mær, tá okkurt spennandi var, og vakti meg um náttina, tí stórhvalur sást, so eg kundi uppliva tað. Hetta eru so vøkur minnir saman við tær babba ­ minnir fyri lívið. Eg elskaði at vera umborð og sigla á havinum. Tá tað rullaði harðast á Kap Farvel, so vendi tú mottunum á brúnni, so eg og Bogi kundi skreiða við aldunum. Eingin grund til at ótt­ ast nakað. Í tímavís gløddu vit niður í radarin, og tú fekk okkum at halda at vit gjørdu eitt týdningarmikið arbeiði saman við tær. Góði elskaði babba, tað er so tómt uttan teg. Havi hoyrt, at man fær ikki tyngri byrðir enn ein klárar at bera, men so havi eg bara ikki verið nóg nágreinilig. Tí at missa teg er tyngri enn eg orki at bera, men ein dagur fer og tann næsti kemur og við góðari hjálp letur alt seg gera. Harrin tekur, Harrin gevur. Eg takki fyri tey 34 árini eg átti mítt babba. Eg eri ikki ótakksom, men ótroystilig. Babba, sjálvt í tíni harðastu stund á Landsjúkrahúsinum vart tú sigiligur, og vísti øllum skinsemi. Ikki einaferð sá eg teg øsa teg, vera illan, ella vera bittur inn á tína lagnu. Tú vardi so um okkum, og lat okkum ongatíð missa móti. Tú vildi ikki frá okkum babba, og tú stríddist hvønn tíma. Babba, tú kom heim 7. januar, frískur maður. Eitt deiligt menniskja, og vit vóru glað. Vit gleddu okkum til at vit skjótt skuldu til Suður Afrika eftir okkara lítla barni. Nú hava vit fingið ein lítla son, og hann er upp­ kallaður eftir tær babba. Ein nýggjur Sámal í familjuni, vit fara við stoltleika at fortelja honum um abba, sum hann er uppkallaður eftir. Tú hevði møguleika at fara á pensión tá tú gjørdist 60 ára gamal tann 16. desember, men tú var so væl fyri ­ ein maður í besta aldri, at tú vildi heldur halda áfram hjá A.P. Møller. Tann 13. januar byrjaði tín sjúkralega, tú segði, at vit ikki skuldu stúra, tí tú hevði bara fingi krabbamein, ikki ein deyðadóm. 28. februar andaðist tú á Landssjúkrahúsinum, við okkum øllum rundan um teg. Vit kundu einki gera annað enn vera hjá tær, og er tað harðasta kensla í lívinum; at vera magtarleys og ikki kunna hjálpa tær babba, alt meðan lívið verður tikið frá tær dag fyri dag. HVÌ skuldi hetta henda? Eg má bara ugga meg við at Harrin spardi okkum og tær babba, fyri nøkrum, ið mundi vera verri. Tankin um at tú ert vekk, er enn so pínufullur, og eg óttist tað løtu tá eg havi gloymt tína rødd babba. Tú var okkara mittpunkt. Vit eru von við, at tú ikki er heima hvørji jól ella til okkara føðingardagar. Vit hava ístaðin altíð samlast um tann dagin, tú kom heim. Hetta hevur verið ein dagur, har vit hugnaðu okkum saman, ein familjudagur. Ein gleðisdagur! Síðan vit mistu teg babba, havi vit mist stevið. Sorgin hevur gjørt sína innrás í okkara lívum, og hvør má í sínum lagi finna stevið aftur, og eisini finna nýtt stev saman. Tá eg hyggi aftur á tíðina við tær, so kemur smílið fram, við tankan um alt tú gjørdi fyri meg babba. Tú abbaðist við Kaj, fór til djóralækna við Tinku, einki við at siga nej nakrantíð. Tú royndi at fáa Smyril at bíða eftir mær í Aberdeen, tí eg helt meg vera ov seina til skipið. Babba, tú segði bara, at eg skuldi ikki stúra, at tú fór at ringja umborð. Einki var óført hjá tær. Babba, tú hevur lagt arbeiði í allastaðni har tú hevur fartast. Hjá okkum, ommu og abba, á Tórsbyrgi. Tær dámdi ikki at sita hendur í favn. Tann, ið spurdi teg um hjálp, mundi ikki fáa eitt nei. Babba, tú elskaði eisini at gera teg til gjøldur millum okkum, tíni børn. Tú elskaði at vit flentu eftir tær, og tú dugdi so væl eis­ ini, eitt ordans fjoll. Hvussu ofta hava vit ikki flent við tær, um tað ferðina tá tú fekk alla helluna undir húsinum at hoppa, tí tú vildi útrudda rotturnar, og stoytti benzin í rottuholuna og aftaná slepti einum sváv­ ulpinni niður í, og tað segði BANG! Ella tað ferðina, babba, tú líktist einum sviðnum seyðarhøvdi, tí tú var so forvitin og kom ov nær eksplosiónini. Ja, babba tú vart ongantíð keðiligur at vera saman við. Babba, tú hevði heimskortið við heim, og tað varð hongt upp í køkinum, soleiðis at vit altíð kundi síggja hvar tú nú vart uti í tí stóru verð. Nú tá eg hyggi upp á heimskortið, er tað so trist, tí tú ert ikki at finna har meira. Kaj er nú byrjaður í skúla, og tá hann skuldi presentera seg fyri lærarinnuni, so fortaldi hann, at hann hevði mist sín abba. So ovaliga liggur tú í hansara huga. Hann leingist ofta eftir tær babba. Eg fortaldi honum, at tú nú vart uppi í himlinum og skein sum ein stjørna. Tað eru so nógvar stjørnur – hvør er abbi? spurdi Kaj. Tann bjartasta, svaraði eg honum. Og tað eina stjørnuklára kvøldið, stillaði hann seg at vinka til tín, tá hann sá Norðstjørnuna. Tú hevur veruliga verið stjørnan í okkara huga. Um eg skal lýsa teg sum persón, so vil eg siga, at tú vart róligur, stuttligur, ordiligur, hampuligur, gávumildur, umhugsin, positiv­ ur, dugnaligur, nærlagdur, djarvur, fornuft­ igur, kerligur, lærandi, ja eg kundi hildi áfram við positivum orðum, ið lýsa teg babba. Vit hava mist eitt stórt menniskja við tær babba, og tann breiði skarðin av fólki, ið fylgdi tær til tín hvíldarstað er ein stórur uggi fyri okkum tíni nærmastu. Vit sóu fólk, ið tú kendi bæði tá tú vart smádrongur, tá tú gekk í skiparaskúla, ja gjøgnum alt títt lív. Tú mundi ikki vita, hvørja positiva ávirkan tú hevði á fólk, ið tú komst at kenna gjøgnum lívið. Góði babba, takk fyri alt, og til vit møtast aftur...friður verið við minninum eftir tær! Til tín mamma… ein hjartans takk fyri at tú, í tíni sorg, eftir at hava mist tín elskaða mann og pápa at tínum 4 børnum, at tú altíð roynir at ugga og troysta meg, líkamikið nær eg havi vent mær til tín. Hendan tíðin hevur verið, og er enn hørð hjá tær, men tú hevur verið mær til so stóra hjálp, og eg eri glað og heldig at hava teg til mammu! Heidi Til minnis um babba mítt