mánadagur 19. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 19. november 2007
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ein heilsan til ommu mína á
80 ára degnum
Leygardagin 17. november
vóru tað liðin 80 ár síðan
omma mín Karin Norðberg
varð borin í heim.
Karin Norðberg er gift við
Jacob Norðberg úr Hvalba,
og eiga tey tvær døtur Anna-
Britt og Maiken. Fýra ommu-
børn og fimm langommubørn
hava tey.
Omman er dóttur Onnu og
Hjalmar Holm á Bakkanum í
Hvalba. Hon er næstyngst av
átta systkjum.
Tey búsettust í barndóms-
heiminum hjá Hjalmari, har
omman og abbin hjá omm-
uni eisini búðu.
Ikki búðu tey leingi øll
saman, lagnan vildi tað øðr-
vísi. Innan fyri eitt ár misti
omman ommu sína og
mammu sína, ið doyði av
nátasjúkuni bert 34 ár. Tá var
bróðir tín, Palleba sáli, sum
tann elsti 14 ár.
Omman, tú vart sjálv fýra
ár og systir tín Anna hálvt
hálvt ára gomul.
Tá í tíðini var so at siga
eingin hjálp at fáa. Pápi tín
og abbin sóu seg ikki førar
fyri at hava børnini heima.
Omman, tú vart her í Suð-
uroynni hjá familju. Tú misti
pápa tín, tá ið tú vart 10 ár.
Omman fór sum 12 ára
gomul til Havnar til systkina-
barnið Niels Restorff og
konuna Lilly.
Ommuni dámdi væl í
Havn. Tú vart við í Havnar
sangfelag, og væl dámdi tær,
og systkinabarninum Hildu,
at koma inn á Kondittaríið og
í Sjónleikarhúsið. Men altíð
longdist
tær
aftur
til
Hvalbiar.
Tú komst oftani suður um
fjørðin við gamla Smyrli,
hóast tað kundi taka upp til 6
tímar at sigla.
Omman flutti til Danmark-
ar sum 19 ára gomul. Í Dan-
mark arbeiddi tú á »De gaml-
es by«. Tú royndi teg á einum
barnagarði, har tú byrjaði at
læra til barnapleygirsku, men
tú gavst, tí tær longdist so illa
heim.
Tú flutti til Havnar, har tú
vart nøkur ár. Síðani flutti tú
suður til aftur Hvalbiar.
Palleba bróðir, sáli, hevði
brúk fyri húshjálp. Tú vart
skjót suður, tí, sum tú so
oftani hevur sagt, var Palleba
sum ein pápi fyri teg. Komin
suður hitti tú abban. Tit
giftust inn á Skálabakka, har
tit búðu, áðrenn tit fóru
vestur undir Skallan at búgva,
meðan húsini vóru í gerð.
Sum tað elsta av ommu-
børnunum havi eg altíð verið
nógv hjá tykkum. Tú passaði
meg, tá eg var lítil, tí mamma
var í Danmark. At koma inn
til tykkum følist altíð heitt og
fjálgt. Mær hevur altíð dámt
at koma og sova hjá tykkum,
og tá skuldi abbin eisini í eitt
annað kamar at sova.
Tú fýrdi upp við koli, so
køkurin var heitur at koma
upp til. Tað er serliga deiligt
at koma inn í køkin ein kald-
an vetrardag. Sum barn setti
eg meg altíð við kolkom-
fýrin. Tú tók parhosurnar og
hitaði tær við ovnin. Tú bað
meg altíð leggja hendurnar
undir armholurnar hjá tær at
fløva, meðan eg bíðaði eftir
fransbreyði við osti og kakao
og fløda. Kolkomfýrin brúkar
tú enn, og hugnaligt er at
koma inn, tá ið tú stendur og
vendir drýli á ringunum ella
hevur eitt foys í ovninum.
Havi altíð vilja búð hjá
tykkum á Heyggi, men so
bleiv ikki. Eg var tann fyrsta,
ið gav tær trý langommu-
børn, og serliga glað bleivst
tú, tá ið eg kallaði tveir
beiggjar hjá tær upp.
Góða omma, altíð hevur tú
verið við mína lið, ongantíð
sigur tú nei til at veita eina
hjálpandi hond. Tú komst
líka niður til Viborg at verða
barnagenta, meðan eg lærdi.
Um heystið ert tú altíð klár at
hjálpa við at seyma rullu-
pylsur og at gera blóðmør.
Omman! Líkamikið nær
og hvar eg havi verið stødd,
hevur tú altíð lagt oyra og
hjarta til. Omman! Sigast
má, at tú hevur lært av lívin-
um, tú er fyrimyndarlig, lítil-
látin og takksom.
Eg vil hervið ynskja tær
hjartaliga tillukku við 80 ára
degnum og alt tað besta í
framtíðini.
Bestu heilsanir
ommudóttir tín
Karin v/ familju
Karin Norðberg 80 ár
Tá ið eg henda dagin sat í Glyvra
kirkju, sum ikki uttan grund var
stappað við fólki, og eyguni festu
seg við føðingardagin, sum stóð
á blaðnum, ið eg hevði í hondini,
fóru sum vera man nógvar hugs-
anir framvið.
6. apríl 1955. – Tað hevur ong-
antíð verið mín sterka síða at
minst føðingardagar, men hesin,
6/4-55, hevði brent seg í sinnið.
Hetta er ein av teimum føðingar-
døgunum, sum eg oftast havi
skrivað
í
mynstringarbókina:
Símun Einarsson, Lamba, stýri-
maður, 6/4-55. – Okkara sam-
starv byrjaði í 1987, hann sum
stýrimaður við Ametyst, og eg
skipari á Jaspis.
Tað var ógvuliga skjótt, at eg
sá, at hesin maður var ikki hvør
sum helst. Álítandi og samvitsku-
fullur sum nakar! Hansara heilt
framúr góðu kropsligu evnir,
sum eg mangan misunti honum,
og ikki minst hansara lætta skemt-
ingarsama lyndi, sum fekk tær
myrku løturnar at kennast lættar,
sermerktu hann.
Her samstarvaðu vit fram til
1993 – tey seinnu árini var Símun
skipari á Ametyst. Her sótu vit
tey árini á brúnni og samskiftu
yvir telefonina – VHF – sum er
neyðugt, tá ið samtrolað verður.
Eg hugsi ikki, at tað nakrantíð fall
eitt øvugt orð okkara millum – ið
hvussu so er ikki frá Símuni.
Umframt at tosa um tað, sum
hoyrir tí dagligu arbeiðsgongdini
til, fisk, trol og veður og vind, so
varð sum vera man tosað um
mangt og hvat. Tað kundi vera alt
frá politikki til fótbólt. Og tá ið
vaktin var av, høvdu vit báðir, Sím-
un, viðgjørt heimsstøðuna og ann-
ars alt, sum gekk fyri seg uppi á
landi – og fingið alt upp á pláss.
Símun visti altíð onkra skemt-
ingarsama søgu, og spiloppmakari
var hann. Dámdi væl at spæla
onkrum eitt puss – serliga teim-
um ungu, men á ein slíkan hátt,
at teir blivu góðir við hann og
flokkaðust um hann. Jú, Símun
dugdi væl at fara við fólki og
fekk sær ongar óvinir.
Í 1995 komu vit saman aftur
og vóru saman til 2001. Símun
bleiv stýrimaður og loysti av sum
skipari við Boðasteini. At liggja
einsamallur mitt ímillum kontin-
entini, einar 2-300 sjómíl norðan
fyri Azorurnar, har sum havhest-
urin var líka sjáldsamur sum
skjaldbøkan – tað var øðrvísi enn
tað, vit vóru vanir við, og kravdi
sín mann. Stundum í ódnarveðri,
men ofta í stilli og bakandi sól.
Skjótt sást, at Símuni dámdi
hetta heilt serliga fiskaríið eftir
búrfiski – honum dámdi avbjóð-
ingar, og hann var mær ein hollur
stuðul sum stýrimaður og avloys-
araskipari. Her komu hansara
góðu eginleikar og hansara posit-
iva lyndi av sonnum til sín rætt.
At fáa boðini um, at Símun Ein-
arsson var farin, kom mær ógvu-
liga dátt við. Tað hevur verið mær
ein sterk áminning um, at tað ikki
er sjálvsagt, at vit eiga dagin í dag
og tíansheldur í morgin.
Góða Sonja. Annebeth og eg
hugsa um teg og tíni – og Símun,
eg minnist teg við stórari virð-
ing!
Harry á Lakjuni
Símuni Einarsson til minnis
Dagurin
20.
november. Volk
marus. Einki halgimenni
ber hetta navnið, men
navnið
er
komið
í
álmanakkarnar í 1730.
Karin og Jacob Norðberg
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
góði maður mín, pápi, abbi, langabbi
og verfaðir okkara
Jógvan Sofus Ferjá
Gjógv
andaðist á Landssjúkrahúsinum hóskvøldið
15. november, 94 ára gamal.
Bønarhald verður í kapellium á Landssjúkrahúsinum
mánakvøldið 19. november kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju
týsdagin kl. 13.00.
Jarnbrúðleypið 3. desember verður tí av ongum.
Familjunnar vegna
Dinnafía,
Gerda, Sjúrður, Katrin, Jónhild og Kristina
Tey, ið vilja minnast Jógvan Sofus við blómum ella kransi, kunnu
ístaðin lata eina peningagávu til Gjáar kirkju.
Konta í peningastovnunum
Kunngjørt verður fyri vinum og kenningum, at
Lone Barkholt Nielsen
andaðist í heiminum í Gyllinge fríggjadagin
16. november, eftir stutta sjúkralegu.
Tey avvarðandi
Luc, Lív og Emil