mánadagur 19. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 224 - 19. november 2007
Árligu samfelagsmøtini
hjá brøðrasamkomunum
eru júst farin fram við,
og eftir sita minnir um
flottan kórsang, fløvandi
felagssang, góðar og
minni góðar talur og
túsundtals vælklæddar
føroyingar samlaðir
undir einum taki
Ummæli
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tað munnu vera fá við
tilknýti til brøðrasamkom
urnar, sum ongantíð hava
verið á samfelagsmøti. Hjá
mær sjálvari knýta møtin
ini seg til minnir um árl
igar havnatúrar í køldum
novemberveðri saman við
festligum vinkonum. Nógv
vóru møtini, sum vit skul
du á, men líka nógv tíð
varð brúkt til at gera okk
um lekrar á kamari á Hotel
Hafnia.
Eitt sindur er broytt, síð
ani vinkurnar fóru havna
túr. Genturnar eru eldar, og
møtini yngd. Kórsangurin
er meira varieraður, ljóð
førini fleiri og ljóðið er
betri, og flestu talarar
tykast betri fyrireikaðir og
og minni hartrópandi.
Men nógv er tað sama.
Tíbetur eru tað framvegis
teir góðu gomlu sangirnir
um tørvin á frelsu og um
vónina í tómu grøvini.
Sangir, sum tað tekur eina
løtu at syngja, og har øll
syngja hart og væl uttan
dans og róp.
Boðskapurin um, at øll
menniskju eru syndarar og
tørva frelsu og fyrigeving
er eisini tann sami, og
kjarnan í samfelagsmøtun
um er framvegis samfelag
ið. At vera saman við øð
rum trúgvandi og at kenna
Gud í samveru við onnur.
Amen, geisp og buh
Brøðramøtir eru rættiliga
friðarlig í mun til nógv
onnur sløg av evangelisk
um møtum. Fólk lurta í
frið og náðum, og tey
ósøgdu amen’ini eru nokk
væl blandaði við bæði buh
og geisp inni í nógvum
høvdum.
Ein tryggur leverandørur
í fundamentala gleðisboð
skapinum við livandi mynd
um og greiðum orðum er
trúðboðarin, Símun í Túni.
Eg minnist eina talu, hann
helt fyri fleiri árum síðani
um munin millum eitt pynt
að jólatræ og eitt rótfest
fruktaríkt træ. Í ár var boð
skapurin um náðina, og
myndin um Luther og bøn
artrappurnar í Rom fer
sikkurt at fylgja mær líka
leingi sum pyntaða
jólatræið.
Tað eru sjálvandi eisini
minni væleydnaðar talur,
onkuntíð eru orðini og
setningarnir so væl kend,
at tey ikki longur hava
meining. So siti eg og
geispi og vóni, at tað er
nýtt fyri onkran. Men tá
hartrópandi talarar blanda
tómar flosklar við høpis
leysar ávísingar til kríggj,
fasistiskar extremistar í
Miðeystri og 266b, so fer
mítt barometur frá geisp
niður á buh.
Tigandi kvinnunar
Brøðrasamkomurnar hava
onga felags leiðslu og
ongan felags politik uttan
gleðiboðskapin sjálvan.
Her eru eingi krøv um
teologiskar útbúgvingar –
um tær so eru tiknar innan
fyri ella uttan fyri danska
kongaríkið. Hetta gevur
eina deiliga breidd og
hugnaliga fólksligheit.
Men bara til eitt vist. Tí
samfelagsmøtini eru brøð
ramøtir við denti á, at
brøður eru eitt kallkynsorð.
Eg hoyrdi onkra kvinnu
rødd syngja solo, men
annars vóru kvinnur sjón
liga fráverandi á øllum
postum.
Tað er langur vegur til
eitt kjak, um kvinnur ikki
hava fingið somu náðigáv
ur at tala sum menn, tá
bara menn bjóða fólki
vælkomnum úti við dyrnar,
bara menn eru fyriskiparar
og bara menn innleiða og
enda.
Men eg havi tað við
samkomuni sum onnur
hava tað við løgtinginum.
Tú kanst halda at tað verð
ur sagt ov nógv býtt, og tú
kanst halda, at tað eru ov
fáar kvinnur. Men tað
merkir ikki, at eg eri ímóti
hvørki demokratiskum
parlamentum ella ikki
hierarkiskum samkomum.
Fundamentali boðskapurin í svørtum klædningi
Gjørdist ovurfegin, tá
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum Bjarni
Djurholm leygardagin í
útvarpinum svaraði lesara
brævi mínum í Vikuskiftis
sosialinum. Hetta við at
siga, at hann heldur ætlaði
at longja barnsburðar
farloyvið, sum eg hevði
mælt til, enn at lækka
inngjaldið til skipanina,
sum hann annars hevði
fráboðað hóskvøldið.
Píkarill um ikki Lands
stýrismaðurin í Almanna
málum svarar aftur í
Útvarpinum í dag sunnu
dag, at leingjanin skuldi
deilast millum foreldrini,
tí tað skal vera javnstøða,
og haraftrat átalaði hann,
at Bjarni Djurholm ikki
hevði lagt málið fyri
landsstýrið.
Nú í kvøld sigur Nico
lina Højgaard, heilsusystir
í ÚF, at børn verða sjúk av
at fara heimanífrá 6 mán
aðir gomul og at 1 ár er tað
einasta rætta.
Alt ljóðar bæði væl og
rætt, men tað sum nú leikar
á er, at tær milliónirnar, ið
eru í yvirskot í Barsilsskip
anini, enda í landskassa
num, tá árið er farið, um
onki verður gjørt. Hugsið
tykkum um løgmaður
útskrivar val í morgin! So
verður eingin broyting í ár.
Løgtingið hevur úr at gera í
hesum døgum. Lat okkum
smíða meðan jarnið er heitt
og leingja barnsburðar
farloyvið við 4 vikum sum
skjótast. Men lat okkum
endiliga eisini fara undir
eitt hugmyndafrøðiligt kjak
og útvega tann pening, sum
er neyðugir, til tess at fylgja
tilmælunum hjá almannaráð
harranum og heilsusystirini.
Tá til ber hjá pinkubarn
inum at fáa nakrar vikur
afturat við hús beinanegin,
skulu vit sjálvsagt virka
fyri tí. Ja, hvør dagur ger
mun, og er tað nakað ½ árs
gamalt barn hevur skil fyri,
so er tað, hjá hvørjum
gott er at vera.
Tj´ðveldi
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Val
Latið ikki valið
koma á tykkum
Tá Dupultkvartettin sang sangin, Flytifuglar, var ringt ikki at klappað. Men fólk hildu sær, og
friðurin valdaði á samfelagsstevnu í høllini á Hálsi um vikuskifti
Í seinastu viku lósu vit eitt
lesarabræv frá trimum
næmingum í Hoydølum –
Rakul Jacobsen, Julian
Sverri Andreasen og Re
bekka á Neystabø Jacob
sen. Teir, næmingarnir,
høvdu fingið sum uppgávu
at ”kanna umhvørvi og
útgerð studentaskúlans í
Hoydølum.” Hetta gav
Dimmalætting orsøk til á
fimm heilum síðum at
skriva um og avmynda
Ringasta slumm í Hoydøl
um. Ræðandi at lesa! Tað
sigur okkum so mikið, at
lítið er broytt í náttúru
vakra dalinum, har tuber
klasjúk í meira enn hálva
øld fingu heilsurøkt, áð
renn hægri mental útbúgv
ing flutti í ”gamla hús” og
”nýggja hús” (og ”líkhús”)
hjá Sanatoriinum í Hoydøl
um. Óhugnin á hesum vak
ra staði tykist av vera per
manentur – takkað verið
vánaliga almenna, politiska
umsiting í fortíð og nútíð.
Í 1953 skrivaði pápi mín
alment um viðurskiftini á
sanatoriinum. Eg loyvi
mær at endurprenta brot úr
greinini. Orðini sjúklingur,
lækni, sjúkrastova og
sanatoriið í greinini kunnu
í lesandi løtu broytast til
næmingur, lærari, skúla
stovur og skúlin.
(….) ”Hvat kann vera
meira troystarleyst enn at
koma niðan á sanatoriið,
enntá bara sum vitjandi.
(….) Vit her heima hava
eisini dugnalæknar, men
tað er ikki nokk, hini
viðurskiftini skulu eisini
vera hareftir til frama fyri
sjúklingarnar. Kemur ein
inn í sjúkrastovurnar og
inn á stovuna, har sjúkling
arnir kunnu hava tilhald, tá
ið teir ganga uppi, fær ein
kenslu av óhugna, og ein
kann ikki annað enn hugsa
um, hvussu lítið er gjørt
fyri, at teirra tankar kunnu
avleiðast, og at tey, sum
har eru kunnu gleðast. Í
sjúkrastovuni: Nakrir nakn
ir veggir, ongar gardinur
fyri vindeygunum, hyggja
út í ta myrku nátt, meðan
regnið dynjar inn á rútar
nar, eitt hondvask, sum
man valla finnur á teimum
vesaligastu pissoirunum
aðrastaðni, og eitt lítið
køksspegl millum vindeyg
uni. – Inni í uppihaldsstov
uni er, umframt eitt borð,
einki annað enn stólar við
træsetri og træbeinkir, ikki
ein góður sessur, har ein
kundi hvílt seg og hugnað
sær. Ein kvinnuligur sjúk
lingur, ið vil gera eitthvørt
handarbeiði, má antin seta
seg á ein harðan træsess
uttan hvíld – ella fara aftur
til songar.
Tað er ikki nokk, at har
eru dugnaligir læknar og
sjúkrasystrar, tað skal eis
ini vera kvalifiserað fólk í
hinum størvunum har uppi,
og hugsi eg serliga um
køkin. Føroyingar eru ikki
vandir í mati, men eina
treyt hevur ein rætt til at
seta og krevja, og tað er, at
maturin verður gjørdur til á
besta máta, og at hann er
gagnligur og vekur matar
lystin. Hertil krevst fult
útbúgvin og kvalifiseraði
fólk. Uttan at koma nærri
inn á matin, tey liva av har
uppi, kann ein siga, at frísk
fólk mangan høvdu lagt frá
sær, og hvussu so við
sjúklingunum, sum nettupp
skulu hava góðan mat?
Kemur ein niðan á sana
toriið, kann ein síggja eitt
av okkara størstu skaldum,
Mikkjal á Ryggi, sum hev
ur hevjað okkara mál og
givið okkum stór mentun
arlig virði, ganga aftur og
fram í gongini og inn í tær
naknu stovurnar, stórt aðra
samsýning far hann saman
við felags sjúklingunum
ikki frá tí almenna. Óivað
vilja flest øll halda slíkt
vera ósømiligt fyri Føroya
fólki í síni heild.
Sanatoriið verður rikið
av tí almenna. Hjá tí al
menna tykist peningur ikki
at tróta til mang og hvat
óneyðugt, meðan tann
mest tignarliga uppgávan
hjá fólkavaldum monnum
við grann av morali
skuldi verið at farið væl
um almennan pening –
hann er jú ikki teirra egni
– her er ein uppgáva,
hvar peningur vildi verið
væl og vakurt nýttur.”
Tá kom eldur í. Nevnd
ir og persónar vaknaðu.
Um somu tíð fekk sjúkra
húsverkið nýggjan sjúkra
húsinspektør, Eivind
Bonnevie. Sanatoriið
fekk eina nýggja uppi
haldsstovu til sjúklingar
og vitjandi við nýggjum
innbúgvi, gardinum v.m.
– Alt tað gamla varð
brent ella tveitt burtur.
Kanska skrivingin hjá
omanfyri nevndu trimum
næmingum fer at ”seta
eld í” eins og skrivingin
hjá pápa mínum gjørdi
fyri 54 árum síðani.
Gævi, at 100 ára gomul
minni um sjúku, vanrøkt
og politiska avmakt verða
skrikt upp við rót og
burturbeind. Virðing og
sansur fyri náttúruvakur
leika og livandi umhvørvi
inni og úti skapa hugna
og trivna, sum er so
neyðugt – eisini hjá
lesandi fólki!
Studentaskúlin í Hoydølum
Heri MoHr