Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 225 - 20. november 2007 Ólógligt at krevja at skip­ ararnir á Smyrli halda fram Fíggjarmálaráðið er púra greitt í síni niðurstøðu: Teir báðir gomlu skipar­ arnir á Smyrli kunnu ikki halda fram í starvinum. Tað er í stríð við lógina at krevja, at teir báðir gomlu skipararnir í Smyrli sleppa at halda fram í starvinum. Tað er púra greitt eftir teirri viðgerð, sum hevur verið í Fíggjarmálaráðnum. Vanliga hevur verið, at alment sett skulu frá, tá ið tey fylla 67 ár. Men ný­liga er rundskriv kom­ ið, sum heimilar, at tey kunnu halda fram til tey fylla 70. Men hetta kann ikki galda fyri skipararnar á Smyrli, tí teir vórðu uppsagdir longu í mai mánað. Samstundis er søkt eftir ný­ggjum skip­ arum og umsóknarfreistin var úti nakað væl áðrenn rundskrivið kom um tað, at alment sett kundu halda fram til, tey fyltu 70. Sostatt er niðurstøðan í fíggjarmálaráðnum púra greið um, at rund­ skrivið kann ikki galda fyri teir báðar gomlu skipararnar á Smyrli. -áki- Hósdagin varð hann settur í starv sum skipari á Smyrli, men longu dagin eftir fekk hann at vita, at hann skuldi sigast upp aft­ ur. Eg trúði ikki at slíkt kundi koma fyri í Føroyum sigur Niels Harald Michelsen á Tvøroyri Skiparar á Smyrli Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta er ein margháttlig støða at vera í. Men eg vænti, at eg fari víðari í lív­ inum og so taki eg bara hetta við mær sum eitt vána­ ligt upplivilsi. Niels Harald Michelsen á Tvøroyri hevur eina und­ arliga kenslu í búkinum. Tá ið søkt varð eftir tveim­ um skiparum til Smyril, gjørdi hann av at søkja. ­ Hósdagin 15. november fekk eg at vita, at eg varð settur sum skipari á Smyrli og eg fekk eitt skrivligt set­ anarskriv. Men longu dagin eftir ringdi stjórin á Strandferðsl­ uni og greiddi mær frá støð­ uni. Og støðan var tann, at landsstý­rismaðurin í inn­ lendismálum, Jacob Vester­ gaard, hevði givið boð um eg skuldi sigast úr starvi aft­ ur, men at hann hevði nokt­ að. Upprunaliga varð søkt eftir tveimum skiparum til Smyril, men stjórin á Strand­ ferðsluni greiddu mær frá, at boð vórðu komin frá landsstý­rismanninum um, at teir báðir gomlu skiparar­ nir skuldu setast aftur í hvør sítt hálvtíðarstarv, har teir skuldu bý­ta aðru vaktina ímillum sín. Tískil fór bara at vera brúk fyri einum skip­ ara. Og eftirsum eg varð tann seinni, sum varð settur, stóð eg fyri at verða upp­ sagdur aftur. Tá ið vit tosaðu við hann í morgun, hevði hann kort­ ini onga uppsøgn fingið. ­ Eg havi fingið skrivligt setanarbræv, men onga skrivliga uppsøgn, so eg eri í eini løgnari støðu. Niels Harald Michelsen heldur, at tað er nógv at undrast á í hesum máli. ­ Tað ljóðar margháttligt, at fráfarni stjórin fekk tvinn­ ar kostir í at velja og teir vóru antin at seta gomlu skipararnar aftur, ella at fara úr starvi. ­ Hinvegin hevur ný­setti stjórin boðað frá, at hann fer at seta seg inn í málið, áðr­ enn hann tekur støðu í mál­ inum. Eg spyrji um út­ gangsstøðið hjá ný­ggja stjór­ anum er øðrvísi enn tað hjá tí fráfarna stjóranum. Ábyrgd og vald fylgjast ikki Hann heldur eisini, at tað er løgið, at landsstý­rismaðurin í innlendismálum setir so hart upp á at seta gomlu skipararnar aftur, tá ið teir ikki høvdu søkt, tá ið umsóknarfreistin var farin. ­ Hetta er ikki í samsvari við vanliga uppfatan um bý­tið ímillum ábyrgd og vald. Í hesum føri er tað stjórin, sum hevur ábyrgd­ ina, men tað er Jacob Vester­ gaard, sum hevur valdið. ­ Tað undrar meg eisini, at tað skal bera til hjá tveim­ um skiparum at bý­ta eina vakt ímillum sín, tí eg dugi ikki at síggja, at tann møgu­ leikin var nevndir í starvs­ lý­singini, at tveir skiparar kundu átaka sær eitt starv. Niels Harald Michelsen heldur, at politiska handfar­ ingin av hesum máli er milt sagt løgin. ­ Eg veit ikki hvussu leingi danski ráðharrin, Lene Espersen hevði sitið afturat, hevði hon lagt seg út í eina starvssetan á eini løgreglustøð onkra staðni í Jútlandi. Tað undrar hann eisini, at landsstý­rismaðurin í inn­ lendismálum fær seg til at siga alment, at hann er grundleggjandi ósamdur við Fíggjarmálastý­rið, tá ið fíggjarmálaráðið fleiri ferðir hevur boðað frá, at gomlu skipararnir kunnu ikki setast aftur. ­ Hevur Jacob Vestergaard ein trupulleika við fíggjar­ málaráðið, átti hann at farið út í ráðið at viðgjørt trupul­ leikan saman við teimum, til bæði ráðini vóru komin til eina felags niðurstøðu. Tað er ikki ein ósemja, sum eigur at vera viðgjørt alment, tí tað er ein sera løgin støða. Trúði tí ikki ­ Eg trúði ikki, at slíkt kundi koma fyri í Føroyum. Eg helt álvaratos, at støðan í Føroyum var batnað eftir at vit fingu ný­ggja stý­risskip­ anarlóg, men tað sær tað ikki út til. ­ Og eg eri spentur eftir at vita, hvussu politiska skip­ anin kann verja slíka framferð. Hann spyr eisini, hvørjar avleiðingar, hetta kann fáa. ­ Tað eru ivaleyst aðrir, sum eru í somu støðu, sum gomlu skipararnir á Smyrli. Kunnu teir nú eisini gera krav uppá at fáa síni gomlu størv aftur?, spyr Niels Har­ ald Michelsen. Fært tú at leggja endur­ gjaldskrav? ­ Tað havi eg helst, men spurningurin er meiri, hvat eg tími at gera við hetta. Sum støðan er nú, vænti eg, at eg fari bara víðari í lívin­ um og taki so bara hetta við mær sum eitt vánaligt upp­ livilsi. Annars hevur hann sagt starvið, hann hevði frá sær, tá ið hann varð settur skipari á Smyrli. Hann hevur góðar vónir um at fáa starvið aftur og so væntar hann, at hann letur hetta liggja og fer víðari. ­ Men eg ivist ikki í, at fór eg víðari við málinum, hevði eg havt eina góða sak, leggur hann afturat. Eg taki hetta við mær sum eitt vánaligt upplivilsi - Eg trúði ikki, at slíkt kundi koma fyri í Føroyum, sigur Niels Harald Michelsen í Froðba Konsert í Tofta kirkju Mikudagin 21 november fara Sámal Petersen, violin og Ragnar Olsen, gittar at spæla konsert í Tofta kirkju. Á skránni verða verk eftir J Dowland, J S Bach og Smith Brindle. Sámal fer at framføra solopartita eftir JS Bach. Ragnar fer at framføra soloverk eftir J Dowland og JS Bach. Umframt hettar fara teir báðir at spæla Bach og Brindle sum Duett.