týsdagur 20. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 225 - 20. november 2007
Fáar minuttir eftir at
Regin Vágadal legði
frá sær sum stjóri
á Strandferðsluni
boðaði Innlendismála
ráðið frá, at Jákup
Danielsen er nýggjur
stjóri. Men bara fyri
bils, undirstrikar Ják
up Danielsen sjálvur
STARVSSETAN
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Jákup Danielsen fekk eina
uppringing
fyrrapartin
mánadagin, spurdur um
hann kundi taka við sum
stjóri á Strandferðsluni, til
nýggjur stjóri var funnin.
Hann tók av.
Hóast hann harvið setir
seg í ein glóðheitan sess, so
óttast Jákup Danielsen ikki,
at hann gerst partur av
einum politiskum spæli.
- Mín uppgáva verður at
samskipa
flytingina
av
Strandferðsluni til Suður-
oynna, soleiðis sum polit-
iski myndugleikin ætlar
tað, ljóðar loyala og diplo-
matiska svarið hjá fyrrver-
andi fakfelagsleiðaranum.
Jákup Danielsen tekur
við eftir ein stjóra, sum ikki
kann halda fram í starvinum
við tí orsøk, at hann hevur
fingið tænastuboð frá sín-
um landsstýrismanni, sum
hann ikki kann standa inni
fyri.
- Sum eg skilji málið, so
hava partarnir gjørt eina
semju. Mín starvssetan er
komin so seint, at eg nú
fyrst má seta meg inn í við-
urskiftini, sigur Jákup Dan-
ielsen og leggur afturat, at
hann hevur ikki fingið har-
raboð um nakað sum helst.
Hinvegin hevur hann heldur
ikki sett nakrar treytir, nú
hann tekur við stjórastarvin-
um á Strandferðsluni.
Jákup Danielsen dugir
ikki at siga, hvat hendir við
skiparunum – bæði teimum
sum eru uppsagdir og skulu
setast í starv aftur, ella teim-
um sum eru settir í starv og
skulu sigast úr starvi aftur.
Jákup Danielsen situr í
stjórastarvinum á Strand-
ferðsluni til 1. februar næs-
ta ár. Og hann hevur onga
ætlan um at halda fram,
stendur tað honum í boði:
- Hetta er bara ein fyri-
bilsloysn. Eg havi játtað at
átaka mær starvið, tí eg ikki
havi annað starv júst nú. Eg
veri stjóri til 1. februar, og
tað er tað, sigur Jákup Dan-
ielsen.
Innlendismálaráðið
fer
nú at lýsa eftir nýggjum
stjóra til Strandferðsluna.
Tá tú spyrt meg
beinleiðis, um hetta
er valdsmisnýtsla,
so er mítt greiða
svar! Ja, Jacob
Vestergaard fremur
valdsmisnýtslu, tá
hann gevur mær tæn
astumannaboð um
at uppsiga annan
skiparan uttan nakra
orsøk, sigur Regin
Vágadal, fyrrverandi
stjóri á Strandferðsl
uni
STARVSSETAN
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
203 dagar ella góðan seks
og ein hálvan mánað náddi
Regin Vágadal at sita í
stjórastarvinum á Strand-
ferðsluni. So kom ein lands-
stýrismaður úr Innlendis-
málaráðnum ímillum og
við sokallaðum tænastu-
mannaboðum um at taka
seinnu setanina av tveimum
nýggjum skiparum til Smyr-
il aftur.
Og tá eina tænastumaður
ikki kann gera ímóti tænas-
tumannaboðum hevði Reg-
in Vágadal tveir kostir í at
velja. Antin at gera eftir
boðunum ella siga nei, ið
ivaleyst vildi havt við sær,
at hann varð uppsagdur. Tí
valdi hann sjálvur at biðja
um at verða loystur úr star-
vi.
Upp á spurningin um tal-
an er um valdsmisnýtslu frá
Jacobi Vestergaard, er Reg-
in Vágadal ikki í iva.
- Ja, ongin vi um tað.
Heilar tríggjar ferðir hevur
Fíggjarmálaráðið
vent
tummilfingurin niðureftir,
tá eg havi spurt um møgu-
leikan fyri at taka uppsagn-
irnar av teimum báðum
skiparunum aftur. Tað hevði
eg ikki heimild til, og var
onki annað val enn at biðja
Innlendismálaráðið
loysa
meg úr starvi, sigur Regin
Vágadal.
Hann heldur, at framferðar-
hátturin hjá landsstýrismann-
inum eftirletur ein almennan
stovn í skeljasori.
- Tað kundi ongantíð fall-
ið mær inn at hildið meg
verið óumveriligan á Strand-
ferðsluni, men øll starvsfólk
við royndum eru nú burtur.
Sjálvur havi eg verið har í
fimm ár, sigur Regin Vága-
dal.
Fyrrverandi stjórin vísir
á, at tað er ikki fyrstu ferð,
at Jacob Vestergaard roynir
at ávirka avgerðir hjá leiðs-
luni í Strandferðsluni. Í
sambandi við flytingina til
Suðuroyar vóru Regin Vága-
dal og trý onnur starvsfólk
og kannaðu møguleikarnir í
Suðuroy fyri, hvar Strand-
ferðslan skuldi hava nýggja
høvuðsskrivstovu.
Niður-
støðan gjørdist, at best var
at byggja ein nýggjan
bygning á Krambatanga
beint við ferjuleguna hjá
Smyrli.
Hetta
var
landsstýrismaðurin
ikki
nøgdur við. Hann kravdi, at
hølini skuldu finnast á
postnummarinum
800
Tvøroyri.
- Tað hevði verið betri
fyri
bæði
stovnin
og
starvsfólkini at fáa ein
nýggjan bygning, sum ligg-
ur beint við ferjuleguna, sig-
ur Regin Vágadal, sum held-
ur ikki ivast í, hvat lá aftan
fyri avgerðina hjá lands-
stýrismanninum at leggja
seg út í hetta.
- Tann bygningurin, sum
avgjørt var at leiga til enda-
málið, hevur staðið óbrúktur
í fleiri ár og hevði ivaleyst
brúk fyri einum góðum leig-
ara til hølini, sum Strand-
ferðslan sjálvandi er, sigur
Regin Vágadal.
Tað áhugaverda í hesum
er, at eigarin av bygninginum
eru ein floksfelagi hjá Jaco-
bi Vestergaard.
-
So kann ein og
hvør sjálvandi gera sær sín-
ar hugsanir um, hvør motiva-
tiónin at broyta okkara til-
mæli um at byggja, var, sig-
ur Regin Vágadal.
Fyrrverndi stjórin vísir á,
at hann eftir tænastumanna-
boðunum fríggjadagin ikki
hevði annað val enn at fara
úr starvinum.
- Tilburðurin við skipar-
unum er so langt úti, at eg
ikki havi orð fyri tí, sigur
Regin Vágadal og vísir á, at
skipararnir vórðu sagdir úr
starvi í mei, og at tveir nýgg-
ir skiparar longu vóru sett-
ir.
Tað hevur ikki eydnast at
fingið viðmerkingar frá
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismanni, til sjónarmiðini
hjá Regini Vágadal.
Farið í Løgtingið
Málið um skipararnar á
Smyrli og fráfarna stjóran á
Strandferðsluni kemur nú í
Løgtingið. Torbjørn Jacob-
sen, løgtingsmaður úr Tjóð-
veldinum, setir løgmanni
og tveimum landsstýris-
monnum fleiri munnligar
fyrispurningar um uppsag-
nir og setanir á Strandfara-
skipum Landsins.
Tjóðveldistingmaðurin
spyr millum annað Jóannes
Eidesgaard, løgmann, hvør
er kærumyndugleiki viðvík-
jandi setanum og uppsag-
num á almennum stovnum,
landsstovnum, eitt nú á
Strandfaraskipum
Land-
sins.
Torbjørn Jacobsen spyr
millum annað Magna Laksá-
foss,
landsstýrismann
í
fíggjarmálum, hvat hann
heldur um framferðina hjá
landsstýrismaninum í Inn-
lendismálum í samband við
setanir og uppsagnir á
Strandfaraskipum Landsins,
og um landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur gjørt
nakrar fyribils útrokningar
um fíggjarligu avleiðingar-
nar av hesum nú so aktuella
máli.
Eisini
spyr
Torbjørn
Jacobsen Jacob Vestergaard,
landsstýrismann í innlendis-
málum, eftir hvørjum regl-
um og siðvenjum í fyrisitin-
garlógini hann tilskilar sær
rætt til at geva tænastuboð
um og annars at leggja seg
út í setanir og uppsagnir á
landsstovnum undir Inn-
lendismálaráðnum, í hesum
førinum Strandfaraskipum
Landsins. Torbjørn Jacob-
sen spyr eisini, um fyribils-
setti stjórin, Jákup Daniel-
sen, hevur fingið somu tæn-
astuboð
sum
fráfarni
stjórin, Regin Vágadal.
Munnligu fyrispurningar-
nir skulu svarast á tingfund-
inum í morgin.
Vestergaard framt valds
misnýtslu móti mær
Jákup Danielsen bara fyribilsloysn
- Eg hevði ikki annað val enn at biðja um
at verða loystur úr starvi, tá eg fekk tænastu-
mannaboð frá landsstýrismanninum um at
taka setanina av øðrum av nýggju skiparunum
aftur, sigur Regin Vágadal, fyrrverandi stjóri á
Strandferðsluni
Mynd: Jens Kristian Vang