Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 225 - 20. november 2007 Edmund Joensen var í gjár inni hjá Anders Fogh Rasmussen og greiddi honum frá ætlanum sínum Politikkur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Myndir: Simun Joannessarson Anders Fogh Rasmussen brúkti dagin í gjár til at hitta umboð fyri allar flokkar í Fólkatinginum, og millum teirra, sum fingu eina løtu saman við forsætisráðharr­ anum, var Edmund Joen­ sen. Edmund Joensen sigur, at hann greiddi forsætisráð­ harranum frá, hvussu hann ætlar sær at arbeiða í Fólka­ tinginum. Sum limur í ting­ bólkinum hjá Vinstra fær hann skrivara frá flokkinum, men harumframt ætlar hann at hava ein ella kanska fleiri føroyingar at hjálpa sær við tí føroyska partinum av arbeiðinum. Sum limur í tingbólkinum hjá Vinstra fær Edmund Joensen sess í tingnevndum vegna flokkin, og á fundinum í gjár kunn­ aði hann forsætisráðharran um, hvørjar nevndarsessir hann kundi hugsað sær. Á fundinum umrøddu teir báðir eisini ymisk politisk viðurskifti, men Edmund Joensen sigur, at teir komu ikki inn á nakrar smálutir, tí stjórnin er ikki komin upp á pláss enn. ­ Men hann kann kenna seg tryggan við tær sum 90. manni? ­ Tann støðan er ikki broytt síðani valkvøldið. Edmund Joensen fer til setanina, tá nývalda Fólka­ tingið verður sett, og tá nevndirnar skulu veljast. So fer hann í farloyvi frá Fólkatinginum, so hann kann røkja starvið sum løg­ tingsformaður hetta til løg­ tingsvalið. Ímeðan røkir varamaðurin Kaj Leo Johannesen sessin í Fólka­ tinginum. Illveður í Grønlandi Tað var rættiligt illveður summastaðni í Vesturgrønlandi um vikuskiftið, og sunnunáttina var harðført á leiðini millum Sisimiut og Paamiut, sigur útvarpið í Nuuk. Í Manitsoq slitu tveir útróðrarbátar og róku á ein trolara, sum eisini lá við bryggju, men stórvegis skaði stóðst ikki av tí, burtursæð frá at trolarin fekk nakrar buglur. Í Nuuk var nógvur vindur, og har kærdi løgreglan seg um, at byggitilfar lá leyst og fór á flog í tí nógva vindinum. Tað var harðført nógvastaðni í Vesturgrønlandi um vikuskiftið (Mynd: KNR) 90. maðurin vitjaði forsætis- ráðharran Edmund Joensen og Anders Fogh hava umrøtt politisk mál, men komu ikki inn á smálutir Nývaldi føroyski fólkatingsmaðurin hevur kunnað danska forsætisráðharran um, hvørja nevndarsessir hann kundi hugsað sær