Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 225 - 20. november 2007 Góð lønarhækking Teir seinastu dagarnar hevur vandi verið fyri stórum verkfalli í finska heilsuverkinum, men seinnapartin í gjár samdust partarnir um eitt semingsuppskot, og verkfallið verður tí av ongum. Men tað gjørdist dýrt hjá arbeiðsgevarunum at sleppa undan verkfalli, tí eftir semingsuppskotinum fáa sjúkrarøktarfrøðingarnir og røktarstarvsfólkini millum 22 og 28 prosent afturat í løn tey næstu fýra árini. Av hesum koma 10 prosent oman á lønina næsta ár. Matti Vanhanen, forsætisráðharri, lá sjálvur á sjúkrahúsi, tá semja fekst Tað verður øðrvisi hjá fólki, sum fara at byggja undir Høganesi enn hjá fólki, sum byggja aðrastaðni í Nes kommunu. Býlingurin verður neyvt stýrdur av arkitektum, og tú fer ikki at kunna byggja, seta og mála húsini, sum tú sjálvur vilt – og bilurin fer at standa í felags bilhúsi Høganes Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stórur áhugi var fyri fram­ løgufundinum av Høganes­ ætlanini, sum Nes kommuna skipaði fyri á Runavíkar Sjómansheimi seinasta leygardag. Fólk í hópatali vóru møtt, og kommunan hevði eisini syrgt fyri, at aktivir partar í ætlanini vóru møttir, bæði arkitektar, ráðgevar og umboð fyri fíggingarstovn. Nes kommuna skipaði fyri framløguni í sambandi við, at fyrsta byggistig í stóru Høganes­ætlanini er við at koma undir land. Í hesum fyrsta partinum verða 29 grundøkir til set­ hús og fýra íbúðarblokkar. Eftir framløguna var høvi hjá fólki at fara niðan undir Høganes at hyggja at lendin­ um. Tað var borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen, sum legði fyri á Runavíkar Sjómansheimi, og tað skiltist, at hann var ovfarin av, at so nógv fólk vóru møtt. Hann greiddi frá, at arki­ tektarnir, Anders Abraham og Høgni T. Hansen, sum báðir vóru á fundinum, hava arbeitt nógv við verk­ ætlanini. Hesir hava arbeitt við uppskotinum um, hvussu økið, sum er leyst av øðrum økjum í komm­ ununi, kann byggjast upp. ­ Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at náa so langt, men her er eisini tal­ an um eitt øki, sum í fram­ tíðini skal rúma eini 800­ 1000 fólkum og øðrum fasilitetum. Sum skilst, standa eini 150 fólk á bíðilista til grund­ øki í Nes kommunu, men kommunan hevur ymiskar smærri útstykkingar í gongd, samstundis sum ar­ beitt verður við stóru verk­ ætlanini undir Høganesi. Símun segði, at nógv spyrja seg fyri um grundøki í kommununi, og tað er heldur eingin loyna, at fólk spyrja, nær væntast kann, at tunnilin, sum knýtir økið til høvuðsstaðin, kemur. ­ Vit mugu bara ásanna, at tað gongur seint við at seta hol á samráðingarnar um tunnilin. Borgarstjórin nevndi ikki landsstýrismannin, Bjarna Djurholm, í hesum sam­ bandi, men herfyri skrivaðu bløðini, at landsstýrismað­ urin bíðar eftir eini játtan úr fíggjarnevndini til serfrøði­ hjálp til samráðingarnar millum myndugleikarnar og felagið, sum ætlandi skal byggja tunnilin. ­ Vit vita, at tunnilin kem­ ur, men vit vita ikki við vissu, nær hann kemur. Tað er avgerandi fyri stóru verk­ ætlanina, at tunnilin kemur. Hann segði, at vegurin inn undir Høganes í fyrstu syfti verður ein ”blindur” vegur, men so skjótt, sum tunnilin kemur, verður veg­ urin bundin oman í tunnils­ vegin. ­ Tá fer tað at taka eitt korter at koyra inn í høvuðs­ staðarøkið, legði hann aftrat. Símun vísti á, at onkur helst heldur, at tað er gall­ skapur at byggja uppat øki­ num við Toftavatn, tí økið er so náttúruvakurt. ­ Men sambært ætlanini verður ongastaðni bygt, soleiðis at nakað rennur frá økinum og í vatnið. Hann segði, at bæði kommuna og arkitektar í ætlanini hava lagt stóran dent á at fara væl um økið, soleiðis at umhvørvið í størst møguligan mun verð­ ur varðveitt. ­ Í verkætlanini verður sjálvsagt hugsað um tey ”bleytu” virðini í økinum, og vit eru soleiðis eisini við í eini millumlandakapping, sum verður liðug í 2010. Í hesum sambandi arbeiða vit við at gera eina gøtu rundan um Toftavatn. Símun Johannesen vísti á, at feløgini Munin og meklarafelagið Skyn eisini eru komin við upp í verkætl­ anina. Danski arkitekturin, And­ ers Adam, dugdi væl at greiða frá verkætlanini, og undir liðini á honum var føroyski arkitekturin, Høgni T. Hansen. Tað var Anders, sum førdi orðið fyri arkitektar­ nar. Hann vísti á sera vøkru náttúruna í økinum og helt, at ógvuliga umráðandi er at fara væl um. Høganes verður ein ark Áhugin og fotvitnið er stórt í sambandi við Høganes-ætlanina Mynd: Vilmund Jacobsen