Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 20. november 2007 11 tíðindi Fekk minu í trolið Íslendski trolarin Þorvarður Lárussin fekk um vikuskiftið eina minu í trolið, meðan teir royndu úti fyri Látrabjargi á Vestfirðum. Teir boðaðu alt fyri eitt sjóverjuni frá, og spreingiserfrøðingar staðfestu, at talan var um eina minu, sum týskarar høvdu lagt undir seinna heimsbardaga fyri at órógva skipaferðsluna millum Amerika og Murmansk í Russlandi. Hóast minan var meiri enn 60 ára gomul, virkaði spreingievnið væl, skrivar Morgunblaðið. Minan var týsk og frá seinna heimabardaga (Mynd: Vísir) itektoniskur býlingur - Vit skulu helst ikki spreingja okkum fram og heldur ikki hava ov stórar útfyllingar. Í staðin skulu sethúsini og stórhúsini, sum bygd verða í økinum, lagast eftir landslagnum. Vit hava gjørt nógv burtur úr at vera í økinum og hava hugt at, hvat er áhugavert. Sum skiltist á Anders er ætlanin í minst møguligan mun at broyta økið, og ætlanin er eitt nú ikki at beina burtur klettarnar, sum liggja undir Høganesi, tí hesir skulu framhaldandi vera ein partur av hugnaliga umhvørvinum. - Soleiðis sleppur lands- lagið undir Høganesi at vera, sum tað er í dag. Anders Adam vísti á, at í økinum verða smærri og størri hús og stórhús hvørt um annað. - Soleiðis fáa vit nøkur ”rolige elementer” í lands- lagið, men einki av húsun- um verður hægri enn tað hægsta á Høganesi, legði hann aftrat. Tað verður øðrvisi hjá fólki, sum fara at byggja undir Høganesi enn hjá fólki, sum byggja aðrastaðni í Nes kommunu. Býlingurin verður neyvt stýrdur av arkitektum, og tú fer ikki at kunna byggja, seta og mála húsini, sum tú sjálvur vilt – og bilurin fer at standa í felags bilhúsi. Sosialurin fer at venda aftur til onnur viðurskifti í sam- bandi við stóru Høganes- ætlanina í øðrum blað. Anders Adam, arkitektur, greiddi væl frá Høganes- ætlanini, og her er tað Niclas Foldbo, verkfrøðingur, sum lurtar við stórum áhuga. Eftir framløguna var høvi hjá fólki at práta við ymisku partarnar um ætlanina, áðrenn farið varð inn undir Høganes at hyggja at lendinum Mynd: Vilmund Jacobsen Tær sita og summa seg eftir framløgufundin. Við síðuna av stendur eitt modell av einum stórhúsi, sum er partur av ætlanini Mynd: Vilmund Jacobsen