Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 225 - 20. november 2007 tíðindi Stutt Sagt Bøðilin í rættinum Kang Keng Lev, kendur sum bøðilin í Kambodja, hevur sitið í varðhaldi síðani 1999, tá hann bleiv tikin og skuldsettur fyri hópdráp og brotsverk ímóti mannaættini undir stýrinum hjá Reyðu Khmerunum í sjeytiárunum. Málið ímóti honum er ikki avgreitt í rættinum enn, og nú vil Kang Keng Lev ikki sita í varðhaldi og bíða longur. Í gjár var hann í rættinum, har hann kravdi at sleppa út, men hann fær ikki svar fyrr enn um nakrar dagar. Kang Keng Lev var sam­ bært ákæruritinum leiðari fyri fleiri týningarlegum hjá Reyðu Khmerunum, sum ráddu í Kambodja frá 1975 til 1979. Dollarin missir maktina Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, heldur lítið um USA og tað, sum haðani kemur, og nú er tað dollar­ in, sum stendur fyri skot­ um. Á einum tíðindafundi í Teheran í gjár segði Chavez, at dollarin hevur ikki somu maktina longur, nú hann er viknaður so nógv, og hann reisti spurningin, um tíðin ikki er komin til at skúgva hann til viks. Chavez er sostatt samdur við iranska forsetan, Magmoud Ahma­ dinejad, sum á fundi í OPEC hevur sagt, at olju­ framleiðaralondini eiga at áseta prísin í øðrum gjald­ oyra enn dollaranum. Sam­ bært iranska forsetanum er dollarin ikki annað enn eitt »virðisleyst pappír«. Bretar svíkja ølið Nógv bendir á, at ølið er um at missa sína støðu sum tjóðardrykkur í Bretlandi. Í hvussu er vísa hagtølini, at í dag er ølnýtslan tann minsta síðani í 1930­árun­ um, og at hon bretar drekka 2,5 mia. "pints" færri um árið nú enn í 1979. Har­ afturímóti vísa hagtølini, at fólk í Bretlandi drekka meiri vín og brennivín nú enn fyrr. Bryggjaríini og vertshúsini halda, at almenn avgjøld hava gjørt ølið ov dýrt, meðan vín og brenni­ vín eru ikki dýrkað í sama mun. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Luftin var so tjúkk, at eg sá einki, og tað gingu 20 minuttir, áðrenn eg kundi anda fríska luft aftur (ukrainskur námsarbeiðsmaður) útlond Altsamt fleiri lond senda neyðhjálp til Bangladesh, men framvegis hava túsundtals fólk einki til matna, og milliónir hava mist hús og heim Tapan Chowdhury, ráð­ harri, sum millum annað umsitur náttúruvanlukkur, sigur við BBC, at higartil hava myndugleikarnir fing­ ið góðar 700 mió. krónur í stuðuli úr øðrum londum. Av hesum er nógv tann størsti parturin komin úr Saudiarabia, men lond sum Bretland, USA og Noreg hava eisini veitt hjálp. Pengarnar hava myndug­ leikarnir brúkt til at útvega neyðstøddum í fjarskotnum bygdum mat, vatn og heili­ vág, sigur hann. Men tørvurin á mati er stórur, og hjálparfelags­ skapir siga søgur um, at í summum bygdum fram við strondini eru fólk farin til hendurs um rís, tí eingin hjálp er komin hagar enn. ­ Vit hava einki at eta, men vit royna at halda okk­ um á lívi við onkrum, sum vit finna, og sum kann etast, sigur eitt eygnavitni við BBC. Teir størstu hjálparfelags­ skapirnir vænta, at talið á deyðum eftir tropisku ódnina fer at koma upp á 15.000. Myndugleikarnir siga, at umleið 500.000 hús eru løgd í oyði, og at 845.000 onnur hús hava fingið stóran skaða. Síðani 1994 hevur bretska løgreglan leitað eftir James Hurlay. Í gjár varð hann tikin í Niðurlondum Í 1989 varð James Hurley dømdur lívlanga fongsuls­ revsing, tí hann í sambandi við eitt pengarán hevði skot­ ið ein løgreglumann. Men hann slapp til rýmingar í 1994, tá myndugleikarnir skuldu flyta hann í eitt annað fongsul. Síðani hava løgreglan í Bretlandi og Interpol leitað eftir James Hurley, og í gjár fekk løgreglan í London boð um, at løgreglan í Nið­ urlondum hevði tikið dráps­ mannin. Sambært niður­ lendsku myndugleikunum bleiv James Hurley tikin, tá løgreglan rannsakaði eini hús í Haag í sambandi við eitt rúsevnamál. Russar mintust í gjár, at 65 ár vóru liðin, síðani reyði herurin fór undir mótálopið við Stalingrad Meiri enn hálv onnur milli­ ón fólk doyðu ella vórðu særd, tá reyði herurin leyp á 6. herin hjá Nazitýsklandi við Stalingrad tann 19. novembur í 1942. Bardagin um býin verður mettur sum bendin í seinna heimsbar­ daga í Evropa. Eftir ógvusligar bardagar og eitt blóðbað, sum kostaði meiri enn hálva aðru millión mannalív, góvust leivdirnar av 6. týska herinum við mót­ støðuni, og tann 31. januar í 1943 gav týski ovastin, Paulus, seg yvir saman við teimum monnunum, sum hann hevði eftir. Av teimum 100.000 týsku hermonnun­ um, sum gjørdust krígs­ fangar, komu 5.000 aftur til Týsklands á lívi. Stalingrad eitur nú Volgograd, og á hvørjum ári minnast fólk byrjanina til álopið tann 19. november í 1942. Soleiðis var eisini í gjár, tá nógvir gamlir her­ menn hjá reyða herinum komu saman býnum, sam­ stundis sum russiski herurin vísti nakað av teirri útgerð, sum herurin hevur í dag. Fleiri milliónir mist hús og heim 65 ár síðani vendin byrjaði Drápsmaður fjaldi seg í 13 ár Hesin drongurin er ein av fleiri milliónum heimleysum í Bangladesh eftir tropisku ódnina Sidr Vladimir Putin, forseti, heilsar tveimum av hermonnunum, sum vóru í bardaganum um Stalingrad (Mynd: AP) Í 13 ár eydnaðist tað James Hurley at fjala seg