týsdagur 20. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 225 - 20. november 2007
Fleiri hundrað stu
dentaskúlanæmingar
gingu kravgongu úr
Hoydølum oman á
Vaglið í morgun at
mótmæla vánaligu
hølisumstøðurnar í
Studentaskúlanum
Skúlamál
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Ólavur Frederiksen
Virðið framtíðina! Komið í
gongd!
Vit
vilja
liva!
Hoydalar er out - vóru nøk-
ur av slagorðunum á bann-
arunum hjá studentaskúla-
næmingunum, sum mót-
mæltu vánaligu hølisum-
støðunum í Hoydølum í
morgun. Við rópara, skelt-
um, bannarum, sirenum og
trummum var ein øgiligur
gangur av teimum hund-
raðtals næmingunum, og
allan vegin oman í býin,
róptu tey slagorð og sungu
slagsangir.
Úrslit av verkætlan
Mótmælisgongan er ein
beinleiðis avleiðing, ella
úrslit, av einari verkætlan í
skúlanum
hósdagin
og
fríggjadagin, har allir næm-
ingar fingu til uppgávu at
arbeiða við umstøðunum
hjá skúlanum. Ein bólkur
valdi at samskifta við polit-
ikararnar og setti á stovn
eina MySpace heimasíðu
til
uppgávuna.
Næm-
ingarnir í hesum bólkinum
vóru eisini millum stig-
takararnar til kravgonguna
í morgun. Millum fyri-
reikararnar
vóru
Sára
Zachariasardóttir, Tjóðhild
Patursson og Bárður Ísheim,
sum eisini gingu á odda í
kravgonguni.
Arbeiðspláss
hjá øllum
Eisini lærararnir tóku undir
við mótmælunum, umframt
fyrrverandi rektarin Mads
Andreas Winther, sum var
biðin at flyta fram røðu á
Spekers
Corner
undir
tinghúsinum. Bergljót av
Skarði hevur undirvíst í
skúlanum í nógv ár, og
staðfesti hon, at lærararnir
taka hundrað prosent undir
við næmingunum.
- Skúlin hevur verið
hopleyst forsømdur í nógv
ár, og tað er gott at næm-
ingarnir taka seg saman.
Hetta er ikki bara teirra
skúli, men eisini okkara
arbeiðspláss, so vit stuðla
teimum sjálvandi, segði
Bergljót av Skarði, sum
heldur at nummar eitt hevði
verið at bygt ein nýggjan
skúla á staðnum.
Fram um fisk
og betong
“Er tað ókey”? var heitið á
mótmælisgonguni. Og næm-
ingarnir spurdu, um tað er
ókey, at:
- At verandi hølisviður-
skifti á studentaskúlanum í
Hoydølum eru gjørd út frá
námsfrøðiligum
hugsjón-
um, sum eru meira enn 40
ára gamlar?
- At tað í ár eru 10 ár
liðin, síðani vit í Hoydølum
fingu lovað ein nýggjan
skúla. Men dagur dettur av
degi, ár av ári, og onki
hendir?
- At ringar umstøður eru
beinleiðis atvold til upp-
sagnir
hjá
fyrrverandi
skúlaleiðsluni í Hoydølum?
- At ongin skipað lang-
tíðarætlan er fyri studenta-
skúlan í Hoydølum. Tað ein-
asta, sum hendir er, at
sjálvsøgd
minimumskrøv
verða uppfylt?
- At tað í dag ganga 600
næmingar á einum skúla, ið
var bygdur til 200?
- At politikararnir í fleiri
ár hava sagt seg vilja geva
okkum
betur
umstøður,
men at einki er hent enn?
- At okkara skúli - grund-
arsteinurin fyri víðari út-
búgving hjá flest øllum
føroyingum - er so slitin.”
Næmingarnir søgdu eis-
ini, at tey halda tað vera av
størsta týdningi at vísa
politikarunum, at tey ikki
góðtaka núverandi umstøð-
urnar; at betong, vegir og
fiskur, verður raðfest hægri
enn Føroya ungdómur -
Føroya framtíð.
Orðið var frítt
Á Vaglinum fluttu millum
annað
næmingar
og
fyriskiparar fram røður, og
uppi við Tinghúsið komu
politikararnir
kropp
á
kroppi út at lýða á næm-
ingarnar.
Genturnar
frá
ungdómssendingini
Pink
býttu út slikkupinnar, eisini
til tey fólkavaldu. Tá røð-
urnar vóru av hildnar, var
róparin fríur, og var onkur
politikari so djarvur at taka
orðið móti østu manna-
múgvuni. Millum annað
kunnu vit nevna Kára P.
Højgaard, Marjus Dam,
John Johannesen og Heidi
Petersen. Eisini landsstýris-
maðurin í skúlamálum, Jóg-
van á Lakjuni, tók orðið, og
greiddi næmingunum frá,
at 270 milliónir krónur eru
settar av til miðnámsskúla-
økið hetta valskeiðið. Men
at málið um Studentaskúl-
an er strandað vegna innan-
hýsis ósemjur í samgong-
uni. Men, eins og allir hinir
politikararnir lovaði hann,
at sleppur hann at ráða í
komandi samgongu, verður
skúlin raðfestur fremst.
Ikki tað síðsta
Í øllum rokinum á Vagli-
num, fingu vit orð á Sáru
Zachariasardóttir, ið sum
sagt var millum stigtakar-
arnar. Hon segði seg vóna,
at mótmælisgongan fær
politikarnar at vakna.
- Men eitt er vist, hetta er
ikki tað síðsta, sum tit hoyra
til okkara, staðfesti hon
avgjørd.
Studentar á barrikadunum
Studentaskúlanæmingarnir gera seg til reiðar at fara oman í býin
Bannarar og skelti vórðu gjørt til høvið
Ein øgiligur gangur
av rópara, sirenum,
slagorðum og
trummum
Bilarnir sluppu ikki framvið, tá ið næmingarnir fóru omaneftir