týsdagur 20. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 225 - 20. november 2007
Ummæli
Sunneva H. Eysturstein
seysturstein@gmail.com
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
Krígstrummur, frumskógarljóð,
indiánarasang, náttúrukvøður og
kærleikssangir; hetta fært tú alt
serverað á einum væl strukturer
aðum og snøggum fati, tá tú ert
til liveframførslur hjá Eivør
Pálsdóttir. Hon tekur teg við í sín
sjarmerandi heim ígjøgnum
fólkatónleik, vísur, kvæði, popp,
rock, jazz og blues, og tú kanst
ikki lata vera við at blíva rivin
við
Konsertin 8. nov í Hoydølum
við Eivør byrjaði friðarligt við
klaveri og gittara til lagið “Um
bert ein dag”, men flutti seg
skjótt yvir í írsku rútmurnar og
náttúrukvøðurnar við “Manna
barn” og “Mín móðir”. Serliga
hesin seinni risti í gólvið og
leiddi áhoyrararnar yvir fjøll og
grønar fløtur. Í støðum fekk eg
av trummuljóðinum hasa
villmanna kensluna, sum ein fær,
tá ein er í grind og mennirnir
banka á bátarnar, fyri at reka
grindina inn á land.
Varierandi íblástur
Eg legði merki til ymsan íblástur
í tónleikinum, sum eg ikki havi
hugsað um fyrr. Tá tey spældu
løg sum írskt inspireraða
“Myrkursins Náði”, chillout
lounge lagið “Lurta” og roots
blues lagið “Mother Theresa”,
hoyrdi eg íblástur frá so ymsum
bólkum sum Clickhaze, Savage
Rose og Joan Osburne. Eg gjørd
ist serliga hugtikin av sigøjnara
huglaginum, sum tey hava skapt í
nýggja lagnum “Mussisjúk”, har
Benjamin Petersen spælir feitan
spaniólara gittara.
Tað var serliga lekkurt at hoyra
“Brostnar Borgir” og “Nú brenn
ur tú í mær”, sum mann kennir
frá, tá Eivør sleyg ígjøgnum í
Íslandi við fløguni “Krákan”.
Áhugavert at hoyra hesar sangir í
við nýggjari manning. Undir
spælið var ikki so jazzut og at
kalla roksut, sum tað kundi vera
við Krákumanningini, og tað
riggaði knasandi væl.
Hjartasorg í tveir dagar
Til nakrar sangir hoyrdi ein stutt
søga til, sum Eivør fortaldi
okkum um. T.d at hon skrivaði
“Nú brennur tú í mær”, tá hon
var 16 ár og hevði eina djúpa
hjartasorg – í tveir dagar! Lagið
“Hjartað Mítt” segði hon, at hon
hevði skrivað, tá hon einaferð var
til sjónleikin “Romeo & Juliet” í
Íslandi og var blivin forelskað í
Romeo. Um lagið “Eg veit”,
greiddi Eivør frá, at hon hevði
skrivað tað fyri langari tíð síðani,
men at tað ongantíð hevði riggað
at veri á nakrari fløgu hjá henni.
Hon hevði heldur ongantíð spælt
tað fyrr, so vit vóru tey fyrstu
hepnu at hoyra tað.
Ov kremut keyboard
Eivør hevur ein framúr bólk við
sær. Rógvi á Rógvu og Edvard
Nyholm Debess er nokk tann
besta rúttmusektiónin, eg havi
hoyrt til Eivør’sa tónleik, og týski
violinisturin Chris Hertzberger
spælir væl og knívskorið. Ása
Wraae er avgjørt tann besta kór
sangarindan, sum hon hevur
havt, og Benjamin Petersen er
prikkurin yvir i’ið. Tað einasta,
eg havi at seta fingurin á, eru
tangentarnir, sum enski Graham
Henderson situr aftanfyri. Klaver
ið er vakurt og riggar væl til
fleiri av løgunum, men tað er í
fleiri støðum, at ljóðið blívur ov
feelgood og kremut. Kompositi
ónirnar eru nóg sterkar í sær
sjálvum, og tað kann forstýra, at
newage meditatións keyboard
ljóðið liggur undir allatíðina; tað
er ikki neyðugt at oysa smelt
omaná ein longu fullkomnan búff
við piparsós.
Hvílir í røddini og
tónleikinum
Tvey tey allarbestu løgini, sum
Eivør og bólkurin framførdu
hetta kvøldið, vóru tøkulagið
“Susanne”, sum Leonard Cohen
eigur og “Tú ert alt” frá nýggju
fløguni hjá Eivør. Bæði góvu
mær gásarhúð, fóru langt inn
undir húðina og settu seg fast. Eg
haldi, at “Tú ert alt” saman við
“Nú brennur tú í mær” eru
vakrastu løgini, ið Eivør higartil
hevur skrivað.
Í grundini haldi eg meg skilja
nokso væl, hvørja leið Eivør er
farin nú við fløguni “Manna
barn”. Fyri tað fyrsta er hon
byrjað at hvíla væl í røddini hjá
sær. Ger seg galdandi við arabara
og indiánara skríggjum, tá tað er
neyðugt, og ger tað væl, men
hvílir annars og letur røddina
koma til sín rætt í øllum, sum
hon syngur. Tónleikurin snýr seg
um vakurleika, góðar harmoniir,
góða framleiðslu, at fella til róð
við tað, sum ein ger. Ein má í
grundini ongantíð halda, at ein
veit, hvar ein hevur Eivør Páls
dóttir ella vænta nakað ávíst av
henni. Tað er nevniliga sjáldan,
at tú fært akkurát tað, sum tú
forvætnar, og áðrenn tú veist av,
er hon komin langt framum teg
og flytir seg í nýggjar, spennandi
ættir, sum tú slett ikki hevði
roknað við.
Konsert við Eivør:
Mussisjúka indiánara
Eivør bergtók í Hoydølum
Eivør saman við systrum sínum,
Elinborg og Elisabet Maria, ið lagið
tær syngu saman, er uppkallað eftir