Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 225 - 20. november 2007 – Mær tykist, at hóast man tosar um upphitaðan búskap, so stendur yvirhøvur illa til í primervinnuni, vinnan, sum skal skapa inntøkur og vælferð frá útflutningi. Vit liva í dag í stóran mun av avgjøldum av einum luxusforbrúki, sum onki samband hevur við fíggjarliga veruleikan. Minkar okkara útflutningur enn meira ella kemur stígur í forbrúkið, ja, so hava vit aftur eina fíggjarkreppu skrivar Johan Mortensen, vinnulívsmaður í vinnu­ kronikkini í dag Vinnukronikkin Johan Mortensen, vinnulívsmaður J a, hvussu gongur tað á heimsins vakrastu oyggjum ? Øll valevnini til Fólkatingsvalið tosaðu um “altjóðagerð” – hetta deiliga orð, sum skal seta okkum á heimskortið. Tað ljóðar sum, at vit ongantíð hava verið uttan fyri molan, og at nú skulu danir hjálpa okkum út í heim. Jú sanniliga hava føroyingar verið altjóðagjørdir líka frá tí útflytarar av fiski fingu heiðurs­ tekin í 1890 í Barcelona, føroyski útflutningurin av fiski undir seinna heimsbardaga við lívinum sum innsats, Faroe Seafood, fiskiskapur í Grønlandi, Global Chemical Tankers, Júst í Túni, John Dam, Eiler Jacobsen, bara fyri at nevna eitt sindur. Vit hava altíð havt vinnulívsfólk og hendinga politikara, Atla Dam, sum hava fótað sær á altjóða pallum. Hava slóðað fyri veiði­ møguleikum og politiskari viður­ kenning. Ongin tekur uppá tunguna, at allur okkara rækjufloti er burtur. Henda vinnan, sum gav landi­ num risaupphæddir. Øll okkara søguligu rættindi í Canada og New Foundlandi eru farin fyri bakka. Øll okkara rættindi í Grønlandi somuleiðs. Vit hoyra um alt arbeiðið hjá Norðuratlant­ iska Bólkinum, ikki hoyrist, at hesin bólkur ger nakað fyri føroyskt vinnulív í Grønlandi ? Ein av okkara hollastu samstarvs­ feløgum í mong Harrans ár er Rusland. Okkara avtalur við fiskiskapi í Barentshavinum hava framvegis risastóran týdning. Men gera vit nakað fyri at røkja sambandið við henda okkara holla partnara. Nær hava vit mentanarvitjan úr Ruslandi, nær eru russiskar sendinevndir her, og nær hoyrir tú, at nakar “altjóðagjørdur” føroyskur politikari er í Ruslandi ? Hví roynir føroyska innflutnings­ vinnan ikki at keypa vørur úr Sovjet? Hví er ongin føroysk umboðsstova í Moskva? Tað er allan heiður vert, at føroyskar kvinnur bera jólagávur umborð á russisku skipini í Nólsoyarfirði. Hesar kvinnur gera meira fyri okkara samband við Rusland enn meðal føroyski politikarin ger. F á lond í heiminum eru so bundin av innflutningi av olju sum Føroyar og er tað eindømi, at tvey privat feløg standa fyri øllum innflutningi av olju. Tað er ikki óvist, at við hegni kundi borið til eisini at fingið sømdir frá Ruslandi við innflutningi av oljuúrdráttum. At so almennu Føroyar ikki hava eina olju­ goymslu, sum kan virka stabili­ serandi, tá prís­sveiggini verða ov stór líkist ongum. Vit innflyta bilar sum ongantíð áður – torir ongin av hækka avgjøld á bilar og benzin og hava ein bilfrían sunnudag um mánaðin. Í seinastu tólv árini hava vit havt yvirskot á okkara handilsjavnað. Í ár verður tað eitt hall uppá yvir 1 mia. kr! Ringir ongin klokka ? Bill Clinton var í Føroyum. Eitt sera gott tiltak, men heldur ikki her nøkur politisk ella vinnulig uppfylging. Bill segði, at vit eru “a nice country” og so vóru vit øll glað. Eins og við Ruslandi kunnu vit eisini hava sera stórt gagn av øktum sambandi við USA bæði á handilsliga­ og útbúgvingarøkinum og hvør veit – tann tíð kann koma aftur, at USA fer at hava áhuga fyri einum samstarvi á militera økinum við einum basa í Føroyum. Ein føroysk sendistova í Washington er eisini sjálvsøgd. Ja, hvussu gongur annars? Fíggjarliga úrslitið hjá feskfiska­ skipunum verður ikki av tí besta í ár, og okkara fiskavirki hava stórar trupulleikar við lønsemi. Har eru ikki kreftir til kreativa marknaðarhugsan og altjóðagerð. Fyri ikki at tosa um arbeiðsmegi. Hví sær man ikki føroyskar ministarar á odda fyri føroyskum vinnuligum sendinevndum, og hví sær man ongantíð føroyskar politikarar skriva greinar í útlendskum bløðum og gera vart við føroysk viðurskifti! Tá man tosar um altjóðagerð í Føroyum meinar man við Danmark og Norðurlanda Ráðið. Alivinnan hevur ment seg aftur, men ikki hevur nøkur føroysk matstova laks á matarskránni. Vit eru so errin av Atlantic Airways. Heldur ikki har finst nakað umborð til matna, sum kann kallast føroyskt ella nakað, sum kann kveikja áhugan hjá útlendska gestinum fyri okkara framleiðslum. Føroyingar eru fremmandagjørdir yvir føroyskari vinnu, og úrslitið er hareftir. Vit kunna læra nógv av okkara íslendsku brøðrum um at stuðla egnar framleiðslur. O g so er tað mytan um KT vinnuna og mytan um ferða­ mannavinnuna. Vit eru so fegin um, at National Geographic rósti okkum – fínt, og hvat so? Veruleikin í dag er, at færri og færri fólk gista á hotellunum, og at Føroyar als ikki eru fyrireikaðar til eina ferðamannavinnu – hygg bert at lítla budgettinum hjá SamVit – tað røkkur ikki langt – idealisma er ófør, men tað skal cash til at gera dreymarnar til veruleika. Øll tosa um alternativ til fiski­ vinnuna; gaman í, heldur skuldu vit roynt at ment okkum enn meira á hesum økinum líka frá burðardyggari veiðu til marketing. Vit hava frá skaparans hond fingið eina rávøru sum nógvar tjóðir øvunda okkum. Einaferð var Faroe Seafood eitt vælkent og høgt virt navn. Branding av Føroyum í heims­ Hvussu gongur? Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar ” Vit tosa ov lítið saman um, hvussu vit kunnu menna hetta okkara lítla samfelag. Eg sakni, at okkara ungdómur tekur orðið. Hvar er kolveltingarandin úr Hoydølum? Hin atfinningarsami studenturin? Er tann føroyski ungdómurin í dag apatiskur og andaliga deyður, tá tosan er um at byggja land? ” Hví sær man ikki føroyskar ministarar á odda fyri føroyskum vinnuligum sendinevndum, og hví sær man ongantíð føroyskar politikarar skriva greinar í útlendskum bløðum og gera vart við føroysk viðurskifti!