Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 vinnan Nr. 225 - 20. november 2007 klassa. Í dag kennir ongin Føroyar á hesum øki. Degeneratión við lít. Mær tykist, at hóast man tosar um upphitaðan búskap, so stendur yvirhøvur illa til í primervinnuni, vinnan, sum skal skapa inntøkur og vælferð frá útflutningi. Vit liva í dag í stóran mun av avgjøldum av einum luxusforbrúki, sum onki sam­ band hevur við fíggjarliga veruleikan. Minkar okkara útflutningur enn meira ella kemur stígur í forbrúkið, ja, so hava vit aftur eina fíggjarkreppu V it tosa ov lítið saman um, hvussu vit kunnu menna hetta okkara lítla samfelag. Eg sakni, at okkara ungdómur tekur orðið. Hvar er kolveltingarandin úr Hoydølum? Hin atfinningarsami studenturin? Er tann føroyski ungdómurin í dag apatiskur og andaliga deyður, tá tosan er um at byggja land? Vit koma at halta nøkur ár afturat í Ríkisfelagsskapinum og mugu fáa sum frægast burturúr. Edmund Joensen er komin í eina lyklastøðu á Christiansborg. Hví verður hann ikki danskur ministari fyri Føroyar og Grøn­ land? Edmund er vinnulívsmaður og kundi uttan iva verið ein stór hjálp í eini slíkari positión og hjalpt føroyskum vinnulivi í Grønlandi. Løgtingsval er fyri framman. Tað er mín vón, at vit fara at fáa eitt nýtt ættarlið av politikarum, sum fara at geva okkara vinnulivi rásarúm á altjóðastøði. Ungir politikarar, sum veruliga fara út í heim og berjast fyri Føroyum og sum fáa ein dialog í lag við politikarar úr Ruslandi, USA, EU, Nato osfr. Hvussu gongur? Ájú, men klokkurnar ringja – fyri hvørjum spyr tú – tær ringja fyri okkara Tjóð ! Atli Dam: Føroyski statmaðurin Putin: Samstarvsfelagin Birgir Danielsen: Faroe Seafood - kendasta føroyska brandið nakrantíð John Dam : Slóðarin Hesir løgdi nogvar millionir i landskassan ” Vit koma at halta nøkur ár afturat í Ríkisfelagsskapinum og mugu fáa sum frægast burturúr. Edmund Joensen er komin í eina lyklastøðu á Christiansborg. Hví verður hann ikki danskur ministari fyri Føroyar og Grønland? ” Løgtingsval er fyri framman. Tað er mín vón, at vit fara at fáa eitt nýtt ættarlið av politikarum, sum fara at geva okkara vinnulivi rásarúm á altjóðastøði. Ungir politikarar, sum veruliga fara út í heim og berjast fyri Føroyum og sum fáa ein dialog í lag við politikarar úr Ruslandi, USA, EU, Nato osfr.