týsdagur 20. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 225 - 20. november 2007
At eitt japanskt
og nýtt oljufelag
nú er komið inn á
landgrunnin kann
fáa stóran týdning
fyri leitingina og ikki
minst 3. útbjóðing
sigur Petur Joensen,
stjóri á Jarðfeingi
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
At eitt nýtt oljufelag nú er
vorðið partur av leitingini
eftir kolvetni á Føroyaøki
num tekur Petur Joensen,
stjóri í Jarðfeingi, sum eitt
sera positivt signal. Hetta
eru góðir tónar í oyrunum
hjá nýggja stjóranum á
Jarðfeingi, sum tók við 1.
november, eftir at Sigurð í
Jákupsstovu er farin í far
loyvi.
Petur Joensen sigur, at
japanska felagið skal vera
vælkomið inn á landgrunnin
og vera við í leitingini eftir
kolvetni. Hann heldur sam
tíðis, at hetta er eitt sera
gott signal til oljuverðina,
nú ein nýggj oljurunda verð
ur latin upp. Uppskotið til
3. útbjóðing fór í løgtingið í
gjár. Petur Joensen dylur
ikki fyri, at eisini onnur
nýggj oljufeløg liggja fram
við. – Tá data um fyrrver
andi brunnar vórðu gjørd
almenn herfyri vóru tað
nøkur nýggj oljufeløg, sum
eisini bóðu um tey. Tað
kann merkja, at enn fleiri
oljufeløg eru á veg inn á
Føroyaøkið sigur ein fegin
Petur Joensen.
Jarðfeingi vil ikki upplýsa
nøvnini á teimum, men
Sosialurin skilur frá øðrum
keldum, at talan m.a. snýr
seg um heimsins størsta
oljufelag ExxonMobile og
Petro
Canada.
Áðrenn
ExxonMobile
varð
lagt
saman vórðu bæði Esso og
Mobile við í forkanningun
um á landgrunninum. Petro
Canada hevur eisini verið
her sum loyvishavari áður.
Hann er eisini fegin um, at
verandi feløg, sum hava
loyvi, eru við til at markn
aðarføra Føroyar við at
selja út av sínum parti. Her
hevur handilin hjá Faroe
Petroleum so gjørt, at eitt
heilt nýtt oljufeløg nú er
við í leitingini eftir føroysku
oljuni og gassinum. Og tað
kann so aftur vera við til at
draga onnur feløg til.
Onnur feløg
Tað er ikki óhugsandi, at
eisini onnur oljufeløg á Før
oyaøkinum, sum í dag eiga
fleiri leitiloyvi, við tíðini
fara at selja partar av teim
um. Nevnast kann at Statoil
í aðru útbjóðing fekk til
lutað spennandi loyvi, sum
felagið enn eigur 100% av.
Fyrr
ella
seinni
kann
hugsast, at eitt slíkt felag
sum Statoil fer at fáa onnur
feløg inn í síni loyvi, og tað
kunnu eisini vera nýggj
feløg, soleiðis at henda
gongdin kann hava við sær,
at áhugin og harvið íløgur
nar í leiting her gerast størri
og størri.
Uppá fyrispurning um
tað er gott og ynskiligt, at
feløg, sum hava leitiloyvi,
selja av sínum parti, so
nýggj feløg koma inn í økið
sigur Petur Joensen, at hetta
er sjálvandi ein spurningur
millum
loyvishavara
og
keypara, men fyri leitingina
sum heild kann hetta hava
stóran týdning, tí tess fleiri
feløg eru við, tess størri
kann virksemi gerast uppá
longri sikt. Men loyvini
verða so primert givin til
feløg, sum bjóða seg fram
til at fremja leitingina. Men
at hesi so eisini selja burtur
av sínum loyvum eitt nú til
heilt nýggja feløg á Føroya
økinum fremur so eisini
leitisøkina.
3. útbjóðing
– Hetta er eisini eitt eina
standandi høvi hjá okkum
at marknaðarføra 3. útbjóð
ing sigur Petur Joensen,
sum saman við sínum fólk
um á Jarðfeingi veruliga
hevur fingið eina nýggja
juvel í krúnuna við hesum
stiginum hjá Faroe Petrol
eum, sum sjálvandi fyrst og
fremst er vinnarin. Hinvegin
kunnu Føroyar og oljuleit
ing her gerast veruligu
vinnararnir í longdini.
Umboð
fyri
japanska
felagið hava vitjað hjá Jarð
feingi. Petur Joensen sigur,
at
vónandi
fer
felagið
kanska eisini at hyggja
nærri at tí komandi útbjóð
ingini. At eitt nýtt felag
kemur inn á landgrunnin
kann avgjørt vera eitt gott
klípi í marknarføringini av
Føroyum sum leitistað. Og
hava við sær, at kanska eis
ini onnur feløg fara at vísa
okkara øki ans.
– Hetta kann eisini takast
sum ein ábending um, at
tað eru onnur enn vit, sum
halda okkara øki verða
áhugavert sigur Petur Joen
sen og heldur fram:
– Kenna vit japanarar rætt,
so fara teir grundiga til
verka og hava helst kannað
umstøðurnar væl og virði
liga, áðrenn teir eru komnir
hertil.
Felagið skal nú hava góð
kenning fyri at koma inn á
okkara øki og gera umrødda
handil. Tað verður so mett
sum allir aðrir nýggir loyvis
havarar tvs. um tað hava
fíggjarligan og tøkniligan
førleika. Tað vit kenna til
felagið, so er tað eingin
trupulleiki sigur stjórin á
Jarðfeingi.
Sera gott fyri
Føroyar
Breagh brunnurin er ein møguligur
framleiðslubrunnur
Faroe Petroleum boðar frá, at Breagh brunnurin, sum varð boraður í syðra partinum av Norðsjónum,
nú er royndarkoyrdur. Meðan royndirnar vórðu gjørdar, fingust upp til 17, 6 milliónir kubikkføtur av
gassi upp úr brunninum um dagin. Hesi fyrstu úrslitini eru sera lovandi, og enn fleiri kanningar og
útrokningar verða gjørdar í hesi vikuni, áðrenn eitt endaliga úrslitið er klárt. Mett verður nú eisini, at
sannlíki er stórt fyri, at gass eisini finnst í blokki 42, sum liggur tætt við Breagh brunnin. Brunnurin
verður nú fyribils afturlatin, og ”klassifiseraður” sum ein møguligur framleiðslubrunnur. Faroe
Petroleum hevur 10 % av Breagh loyvinum. Tað var tann 5. november í ár at Faroe Petroleum boðaði
frá, at boringin hevði gingið eftir ætlan, og at ein 460 føtur djúp gassflá varð funnin.
Petur Joensen, stjóri
Jarðfeingi: -Japanska felagið
skal vera vælkomið inn á
landgrunnin
Kortið vísir økini, sum eru við í 3. útbjóðing.
Løgtingið skal taka støðu til tað í næstum.