Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 225 - 20. november 2007 ] Mikudagin kann vera síðsti dystur hjá Aage Hareide, sum norskur landsliðsvenjari, ið hevur luftað tankan um at gevast við fótbóltinum, um Noreg ikki megnar at spæla seg til EM- endaspælið FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Noreg kann enn spæla seg til endaspælið, men tað krevst ein sigur móti Malta og at Turkaland samstundis tapir móti Bosnia-Herze- govina. Tí kann dysturin mikukvøldið gerast tann síðsti hjá Aage Hareide í spíðsinum fyri norska lands- liðnum. Men tað er ikki nakað, ið fyllir tankarnar hjá landsliðsvenjaranum. - Eg gangi ikki runt og hugsi um tað. So ger man ikki sítt arbeiði nóg væl. Vit mugu taka tað sum tað kemur, sigur Hareide fyri VG. EM-fiasko merkir, at Hareide fer at siga seg úr starvi og letur ein anna taka við starvinum hjá sær og royna at føra Noreg til eitt endaspæl. Eitt venjarastarv uttanlanda, er tað einasta, ið kann fáa hann til at halda áfram við fótbóltinum. Hann undirstrikar at hann saknar eitt meira vanligt lív, og tað er tí, at hann umhugs- ar at gevast sum fótbólts- venjari á hægsta støði. Men hann er ikki vísur í at hann kann finna útav at gevast og sleppa heilt. - Av og á hugsio eg um hvat vanlig menniskju gera. Serliga tá vit ferðaðust til Malta, og eg sá tómu gøtur- nar í Oslo, minnist eg at eg hugsaði, hvat vanlig fólk fáa tíðina at ganga við, fortelur Hareide. Hareide umhugsar ikki síðsta dyst Aage Hareide, landsliðsvenjari hjá Noregi Mynd: Polfoto