Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 225 - 20. november 2007 ] Tað er ikki føroyska landsliðið, sum hevur størsta áhugan, nú Italia skal enda undankappingina á heimavølli móti pinkutjóð Fótbóltur Jákup Mørk/ jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Modena, Italia: Ein mynda­ maður, tvey lítil sjónvarpslið og einstakir skrivandi blað­ menn. Tað var liðið av fjøl­ miðlum, sum stóðu fyri før­ oyska fótbóltslandsliðnum, tá liðið í gjár fór undir venj­ ingarnar á seinastu lands­ liðsferðini í ár. Tað merkir tó ikki, at áhugin fyri dystinum er lítil. Men heldur, at tað ikki er mótstøðan hjá Italia, sum er so øgiliga áhugaverd. Fótbólt­ ur liggur í blóðinum hjá italiu­ monnum, og í fleiri bløðum verður gjørt heilt nógv burt­ urúr, nú tað er vist, at Italia eisini er umboðað í komandi EM­endaspælinum. Italska landsliðið hevur venjingarlegu nakað norðan­ fyri Modena, og tað er fyrst og fremst her, at fjølmiðlar­ nir halda til. Seinnapartin í dag kemur hópurin so til býin, har dysturin skal spæl­ ast, og tá er einki at ivast í, at fjølmiðlaliðið verður nak­ að størri í vavi. Vanliga eru oman fyri 100 fjølmiðlafólk við, tá italska liðið ferðast, og so kann jú verða, at onk­ ur teirra eisini hevur stundir at gáa eftir mótstøðuni. Eis­ ini hóast Jacobsen, Mikkel­ sen og Benjaminsen ikki ljóðar heilt so eksotiskt sum Toni, Buffon og Cannavaro. Alt snýr seg um vertirnar Tað er fyrst og fremst italska liðið, sum hevur áhuga hjá lokalu miðlunum. Bert nøkur fá tandur høvdu givið sær far um, at føroyska liðið eisini roynir at fyrireika seg til uppgávuna Jógvan Martin Olsen ásannar, at fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum als ikki hava verið optimalar, nú liðið skal spæla seinasta undankappingardyst­ in í hesi kappingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Modena, Italia: Líka síð­ ani dystarskráin varð løgd, hevur føroyski landsliðs­ venjarin vitað, at talan kundi gerast um eyka trupla uppgávu, nú vit skriva nov­ ember, og landsliðið skal í dyst. Eitt er, at menn eru væl fyri kropsliga. Men vant­ andi dystarvenjingin merkir eisini, at tað, sum eigur at fella einum spælara lætt, brádliga ikki er heilt so lætt, kortini, sigur Jógvan Martin Olsen. ­ Taka vit dystin hjá U21 móti Albania, so haldi eg, at vit síggja nøkur eyðkenni um, at menn ikki eru í opti­ malari dystarvenjingin. Ser­ liga timingin og automatis­ eringin hava lyndi at hvørva. Og tað at gera tað einfalda verður brádliga trupult. Men júst tað, at spælarar kanska steðga ein brotpart av einum sekundi ov leingi. Tað er væl ikki tað, sum tú hevur mest brúk fyri, tá spælt verður móti Italia? ­ Nei, avgjørt ikki. Og tað ger væl, at útgangsstøðið verðu rættiliga verjukent hjá okkum. Nú vita vit ikki, hvussu teir spæla, tí tað er væl hugsandi, at fleiri av eykaspælarunum fáa møgu­ leikan, nú teir hava spælt seg víðari. Sjálvur hevði hildið, at tað vildi verið best fyri okkum, um allar tær stóru stjørnurnar vóru á vøllinum. Nú kann væl hugsast, at teir, sum byrja á vøllinum, veruliga vilja vísa, at teir eiga at teljast millum teir fyrstu ellivu. ­ Alt hetta ger, at fyri­ reikingarnar hjá okkum verða enn truplari, tí tað er ikki vist, at tað nyttar okk­ um nakað at hyggja at upp­ tøkum hjá liðnum, um tað nú eru 11 aðrir mans, sum koma á vøllin mikukvøldið. Men tá tað er sagt, so er tað framvegis Italia, sum vit spæla ímóti. Og vit vita so undir øllum umstøðum, at talan er um eitt lið í heims­ flokki, sigur Jógvan Martin. Tað lætta gerst trupult Uppgávan hjá føroyska landsliðsvenjaranum er – um gjørligt – enn truplari mikukvøldið, enn bara tað at spæla móti heimsmeistarunum Nýtt innbrot hjá Liverpool stjørnu Fyri fimtu ferð hevur tað verið innbrot hjá einum Liverpool leikara, hesu ferð var tað hálendski Dirk Kuyt, ið stóð fyri skotum. Dirk Kuyt er í løtuni saman við hálendska landsliðnum, og meðan hann er tað, hevur innbrot verið í bústaði hansara, veit Ekstra Bladet at siga. Við hesum, er hálendski landsliðsleikarin tann fimti í røðini av Liverpool leikarum, ið hava verið burturstaddir og eru komnir heim til eitt hús, ið er rubbað fyri virðislutir. Bæði danski Daniel Agger, umframt Peter Crouch, José Reina og Jerzy Dudek hava hendan ivasama heiður.