týsdagur 20. november 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
[ Nr. 225 - 20. november 2007 ]
Bologna liggur
tætt við Modena,
har Føroyar skulu
leika EM-undan-
kappingardyst ímóti
Italia. Ein tann størsti
leikarin hjá Bologna,
var fyrrverandi
FCK-stjórin; Harald
Nielsen
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Bologna vann Scudetto –
ella italska meistaraheitið
– í 1964. Hetta liva tey enn
stórt uppá í Bologna. Í Italia
er tað soleiðis, at gomul
avrik standa høgt í metum,
hægri enn aðrastaðni. Ein
av teimum týdningarmikl
astu faktorunum til, at tað
eydnaðist Bologna at gerast
italskur meistari, var danski
leikarin Harald Nielsen.
Harald Nielsen leikti við
Bologna, árini 1961 til
1967.
Úr Frederikshavn
Harald Ingemann Nielsen
var føddur 26. oktober í
1941. Summi meta hann at
verða besta áleyparan Dan
mark hevur havt, saman við
Preben Elkjær. Ì 1960
unum var hann kendur sum
“GullHarald”. Harald Niel
sen byrjaði sum fótbóltsleik
ari í felagnum Frederikshavn
FI, og longu frá byrjan av,
var mál hansara at gerast
yrkisleikari. Hann kom á
danska unglingalandsliðið,
longu 17 ára gamal. Og
hann debuteraði fyri besta
liðið hjá Frederikshavn, 15.
mars 1959. Tá leikti Freder
ikshavn í næstbestu deildini.
Harald
Nielsen
gjørdist
toppskjútti í deildini, og
Frederikshavn flutti upp í
ovastu deildina. Í bestu
deildini gekk eisini væl. Í
1960 gjørdist Harald Niel
sen toppskjútti, og Freder
ikshavn gjørdist nr. 5. Nú
var Harald Nielsen vorðin
landskendur í Danmark.
OL-silvur
Danska landsliðið hevði
leikt seg til OL, sum var í
Rom hetta árið. Her fekk
Danmark sítt higartil besta
úrslit. Úrslitið er bara tikið
av EMsigrinum í 1992.
Danmark vann silvur, og
Harald
Nielsen
gjørdist
toppskjútti í kappingini. Í
1960 bleiv hann eisini vald
ur til Àrsins Leikara í Dan
mark. Avrikini hjá Haraldi
Nielsen í OLendaspælinum
í Rom, beindu hann til
Bologna at leika yrkis
fótbólt. Hann leikti við
Bologna í 6 ár. Her skeyt
hann 81 mál í 157 dystum,
sum er óvanliga nógv í
italskum fótbólti, har heims
ins bestu verjuleikarar hava
bremsað mongum áleypara.
Í 1964 eydnaðist tað so
Bologna at vinna Scudetto.
Tað árið skeyt Harald Niel
sen 21 mál í 31 dystum.
Metsøla
Í 1967 bleiv Harald Nielsen
seldur til Inter Milan fyri
eina upphædd áljóðandi 2
½ miljónir kr. Fyri 40 árum
síðani var tað heimsmet!
Men tíðin í Inter gjørdist
ikki so góð. Hann fekk bara
2 mál í 8 dystum. Harald
Nielsen fekk eisini 10 dyst
ir, og 2 mál fyri Napoli, og
4 dystir fyri Sampdoria, áðr
enn hann legði skógvarnar
á hilluna í 1970.
Slapp ikki á
landsliðið
Tað ljóðar ófatiligt. Men
Harald Nielsen og aðrir
yrkisleikarar sluppu ikki á
danska fótbóltslandsliðið,
eftir at teir høvdu fingið ein
yrkissáttmála. DBU hevði
eitt forboð ímóti yrkisleik
arum á danska landsliðnum,
sum var galdandi í fleiri ár.
Tì leikti hann sín síðsta
landsdyst,
bert
19
ára
gamal, í 1960. Hann náddi
tó at skora 15 mál í 14 lands
dystum.
Heimafturkomin
royndi Harald Nielsen at
arbeiða fyri at innføra yrkis
fótbólt í Danmark. Saman
við Helge Sander royndi
hann at stábla eina altern
ativa
yrkisfótbóltsdeild
uppá beinini. Royndin eydn
aðist ikki sum so, men hon
skakaði DBU so nógv, at
yrkisfótbóltur bleiv loyvdur
frá 1978. Harald Nielsen
var við til at leggja KB og
B1903 saman til FCK.
Hann var stýrisformaður í
FCK, árini 19921997. Og
var hann vanligur nevndar
limur í FCK, fram til 2006.
Harald Nielsen var stóra
stjørnan í Bologna
"Guld" Harald Nielsen og Flemming Østergaard. Fyrrverandi og núverandi bossar í FC Keypmannahavn
Mymd: Polfoto
Crouch hevur góðar vónir
Enska landsliðið hevur enn ikki megnað at spælt seg til EMendaspælið, men Peter Crouch er vísur í at liðið kemur at
hava ein avgerandi leiklut í endaspælinum. Við einum stigi móti Kroatia á Wembley leikvøllinum mikukvøldið, kann
Ongland tryggja sær luttøku í EMendspælinum, men áðrenn bjørnin er skotin, selur langi Peter Crouch skinnið og
metir at Ongland kemur at hava ein avgerandi leiklut í endaspælinum í Schweiz og Eysturríki. Vit eru kanska eitt
sindur sárbærir í løtuni, men vit megna nógv meira enn, og tá vit hava kvalifisera okkum, ið vit allir vænta og vóna,
fara vit at standa okkum væl í kappingini, og tað er nakað, vit gleða okkum til, fortelur Liverpool spælarin, sambært
Sky Sport. Áleyparin er vísur í at tað enska liðið fer at fáa sum mest burturúr hepninum, ið hevur givið teimum
møguleikan, til aftur at kunna avgera alt sjálvir. Hetta hendi, tá Ísrael vann heima, móti Russlandi. Tað var úti av
okkara hondum í eina tíð, og tað var sera frustrerandi, men nú kunnu vit avgera alt aftur sjálvir, og vit verða noyddir at
menna okkum upp, og eg eri vísur í at vit megna tað, sigur Crouch.