týsdagur 20. november 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
[ Nr. 225 - 20. november 2007 ]
Leygardagin varð Bad
mintonhøllin tikin í
nýtslu, og yngri sum
eldri frøðast um fram
brotið í Klaksvík.
Heilt nógv fólk høvdu
leitað sær í nýggju
og snotuligu badmin
tonhøllina, tá hon
varð tikin í nýtslu
leygardagin 17. nov
ember
ÍTRÓTTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Dávur Winther, mentanar
leiðari í Klaksvíkar komm
unu beyð vælkomin og
greiddi frá einari spennandi
skrá.
Jákup Anthoniussen, ið
er ein av stigtakarunum, tos
aði síðan um, at hugskotið
til høllina stavaði frá einum
brúsupráti í fimleikarhøllini
fyri nøkrum árum síðani.
Jákup vísti á, at frá tí at fyrs
ti spakin varð settur í, og til
høllin stóð klár, vóru bert
14 mánaðir gingnir. Hann
takkaði øllum, ið hvør á sín
hátt høvdu verið við í verk
ætlanina og tóktist ikki sørt
rørdur.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn
O.
Jacobsen
ynskti
badmintonhøllini
vælkomnari og frøddist um
ítróttarøkið sum ein nýggjan
kraftdepil í Klaksvík. Borg
arstjórin helt fyri, at ætlanir
eru um bæði at samanbinda
tær tríggjar KÍ, badminton
og svimjihøllina og byggja
nýtt stadionøki eystanfyri
svimjihøllina.
Mentamálaráðharrin, Jóg
van á Lakjuni hevði tær
søguligu brillurnar á og tos
aði nógv um tann stóra týd
ningin,
KÍhøllin
hevur
havt fyri ítróttina í Klaksvík,
síðan hon varð tikin í nýtslu
í 1969. Høllin lat upp fyri
heilt nýggjum møguleikum,
eitt nú innandurafótbólti,
badminton og vørumessum.
Eisini hava samkomur nýtt
høllina til møtir. Jógvan á
Lakjuni ynskti síðani nýgg
ju badmintonhøllin blíðan
byr.
Ímillum tær mongu røður
nar, ið vórðu hildnar, sungu
og spældu bæði kór og ork
estur. Sangurin og spælið
setti veruliga dám á løtuna.
Badmintonítróttin slapp
sjálvsagt eisini upp í part.
Fleirfaldi føroyameistarin í
bæði single, double og mix
eddouble Sigrid Andreasen
servaði fyrsta bóltin í bad
mintonhøllini. Sigrid var
serliga eyðsýnd í 70'unum
og fyrst í 80'unum. Síðani
spældi núverandi føroya
meistarin í single hjá monn
um Niklas Eysturoy ímóti
Tobiasi Effersøe, landsliðs
venjara og fyrrnevndi vann
dystin.
Badmintonhøllin er eitt
risa frambrot fyri ymsu
ítróttargreinarnar í Klaks
vík. Fleiri ítróttarfeløg hava
keypt seg inní høllina. Flog
bóltsfelagið Mjølnir, Renni
felagið Treysti, Hondbólts
felagið TeamKlaksvík og
Badmintonfelagið hava høl
ir uppi á svalanum. Sostatt
kann sigast, at ítróttarfeløg
ini í Klaksvík hava fingið
framúr umstøður at virka
undir, og hetta fer óivað at
síggjast aftur á ymsu sigurs
skamlunum.
Frambrot fyri ítróttina
(Kelda: Klaksvíkar Kommuna)
Nógv folk var komið saman til hátíðarhaldið í nýggju badmintonhøllini í Klaksvík.
Jákup Anthoniussen, stigtakari saman við Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra.
Forkvinnan í Havnar badmintonfelag, Bjørg Djurhuus handaði Klaksvíkar badmintonfelag
gávu.
Kranjcar ávarar Ongland
Tað enska landsliðið skal ikki vænta sær ein lættan dyst móti Kroatia, ávarar Niko Kranjcar. Tað
kroatiska liðið hevur tryggjað sær luttøku í EMendaspælinum í Schweiz og Eysturríki, og
kunnu tessvegna taka sær av løttum mikukvøldið í dystinum móti Onglandi. Men tað hava
kroatar ongar ætlanir um at gera, um ein skal trúgva orðunum hjá Portsmouth leikaranum Niko
Kranjcar. Vit hava eina ábyrgd, at royna at vinna dystin. Ísrael hava víst, hvat ítróttur snýr seg
um, tá teir vunnu ein dyst, har teimum ikki noyddist at vinna, og góvu alt hvat teir áttu móti
Russlandi, sigur Kranjcar sambært BBC5Live. Ongland klárar seg við eittans stigi, men
kroatar ynskja ikki at kapitulera og lata standa til, sigur landsliðsvenjarin, Slaven Bilic. Eitt
stig á Wembley er altíð eitt megnar úrslit, men vit kunnu ikki fara at spæla eftir einum javnleiki.
Vit fara at gera alt í okkara makt fyri at umboða land okkara á ein fyrimyndarligan hátt, tryggjar
landsliðsvenjarin.