Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 Landsverk hevur illgruna um, at øll viðurskifti í Hovstunlinum eru ikki nóg væl frágingin og sostatt er tunnilin gjøgnumgingin úr enda í annan Hovstunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú eru ábendingar um, at øll viðurskifti í Hovstun­ linum eru ikki, sum tey eiga at vera í einum nýggjum tunli. Tað er ein illgruni, sum hevur tikið seg upp, eftir at landsverk saman við út­ lendskum ráðgeva hevur gjøgnumgingið tunnilin í sambandi við viðlíkahald nú eftir at hann er liðugur. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki sigur, at øll, sum hava havt við tunnilin at gera, vóru samankallað mánadagin í Hovstunlinum at meta um støðuna. Talan var um fólk frá Landsverki, umboð fyri tey, sum hava projekterað, tey, sum hava gjørt tunnilin eins og umboð fyri eftirlit og byggileiðslu. Landsverk sigur, at nú skal ein frágreiðing gerast, men sjálvur veit hann ikki, hvat endaliga niðurstøðan er. Hinvegin er staðfest, at øll viðurskifti ikki eru í lagi. ­ Eru viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, skulu hesi lýsast út í æsir, og stað­ festast skal, hví tey ikki eru ílagi og hvør hevur ábyrgd­ ina av tí. Oyvindur Brimnes sigur, at Landsverk hevur spurt ráðgevaran um talan eru um brek, sum kunnu seta trygdina í tunlinum í vanda, men tað verður ikki mett. ­ Sostatt er talan um brek sum ikki gera tað neyðugt at stongja tunnilin beint nú, men um talan verður um at stongja tunnilin seinni í sambandi við umvælingar er ikki greitt enn Hann sigur, at talan er heldur um brek, sum í longd­ ini kunnu gera tað dýrari at halda og reka tunnilin. Sjálvur kennir Oyvindur Brimnes ikki í smálutum, hvørji brek eru, men stað­ fest er, at tvey av brekunum er í hvussu so er, at tað er ov illa skrótað í síðunum og onkrir boltar eru ikki spentir nógv væl. ­ Tað er nú umráðandi at fáa lýst brekini og at fáa tey gjørd, tí vit hava goldið fullan prís fyri tunnilin og av tí sama góðtaka vit so­ statt onki minni enn ein púra lýtaleysan tunnil, sigur hann. ­ Eru øll viðurskifti ikki nøktandi, skulu tey heilt einfalt fáast í rættlag, tí tað hava vit goldið fyri, leggur hann afturat. Leita eftir brekum í Hovstunlinum Øll viðurskifti í Hovstunlinum er ikki nóg væl frágingin og tað vil Landsverk hava skil á. Enn er ikki greitt um tað verður neyðugt at stongja tunnilin ímeðan umvælingar verða gjørdar Handilsjavnahallið í ár verður 1,2 milliard og Magni Laksáfoss metir, at tað verður líka stórt næsta ár. Her er onki verðsins skil í staðfestir formaðurin í Tjóðveldinum Búskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hallið í handilsjavnanum fer at vera 1,2 milliard í ár. Tað staðfesti Magni Laksáfoss, landsstýrismað­ ur í fíggjarmálum í løgting­ inum í morgun. Tað var Karsten Hansen, løgtingsmaður fyri Mið­ flokkin, sum spurdi hann um førda búskaparpolitikkin hjá samgonguni og um, hvussu stórt handilsjavna­ hallið hevur verið seinastu árini. Magni Laksáfoss vísti á, at í 2004 var hallið á handilsjavnanum 70 milli­ ónir, men síðani er tað vaksið við risafetum: Í 2005 var hallið 900 milliónir og í 2006 var hallið 800 milliónir. Annars vísa metingarnar, at í ár verður hallið í handilsjavnanum 1,2 milli­ ard og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at næsta ár verður hallið áleið tað sama, sum í ár við teirri gongd, sum nú er í sam­ felagnum. Onki verðsins skil í Høgni Hoydal, formaðurin í Tjóðveldinum staðfesti, at hetta mátti siga teimum mest tornæmu, at tað er onki fantilsi á fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni. Hann vísti á, at samgong­ an hevur uppskot í løg­ tinginum, sum kosta lands­ kassanum tvær milliardir afturat, hóast vit longu nú brúka 10% meiri um árið enn vit tjena. Annars er stórur tvídráttur ímillum samgonga um fíggjarlógin fyri næsta ár er tálmandi ella ikki. Andstøðan sigur nei, men Magni Laksáfoss sigur ja. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er á fíggjarlógini, at vit skulu síggja, hvussu landskassin ávirkar búskap­ arligu gongdina og hann fegnaðist um, at tað hevði eydnast at leggja eina tálm­ andi fíggjarlóg fyri 2008, hóast val er í hondum. Aðrir politikara vístu á, at størsta avbjóðingin hjá næstu samgonguni er at tryggja føroyska samfelag­ num hægri inntøkur og í hesum sambandi vísti Karsten Hansen í Mið­ flokkinum á vanlukkuligu avleiðingarnar av trotinum á arbeiðsmegi, sum førir við sær, at virki fáa ikki nóg mikið av arbeiðsfólki. Fáa 1,2 millard í halli í ár Hallið á handilsjavna­ num er nógv vaksið seinastu árini og nú brúka vit 10% meiri enn vit tjena, staðfestir Høgni Hoydal, formaður í T jóðveldinum Jólakyndilin – stakfløga frá Hera Nolsøe við Eivør Í gjár kom út ársins fysta jólafløga – ein stakfløga við heitinum ”Jólakyndilin”. Tað er Heri Nolsøe í Havn, sum hevur yrkt og komponerað sangin, sum Eivør Pálsdóttir syngur. Heri gevur út fløguna á egnum forlag, Tónar. Hann hevur annars seinastu nógvu árini arbeitt saman við Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvu, men tað samstarv­ ið við HeJoKa, heldur tó fram. Heri Nolsøe sigur, at tað er skapanartrongdin, sum hevur elvt honum til at gera hesa fløguna. Hann nevndi hugskotið fyri Eivør, sum beinan vegin var til dystin fús. Fløgan er spæld inn í Kris­stuff studio. Produserað hevur Jákup Zachariassen. Gunnar Guttesen hevur arrangerað og spælt klaver, keyboard og strúkiinstrument. Jákup Zachariassen hevur spælt guitar og kór, meðan Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað.