Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 John Johannesen úr Javnaðarflokkinum er fortørnaður inn á formannin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, sum persónliga leggur seg út í eitt starvsfólkamál á Strandferðsluni. Hetta líkist italskum tilstandum, heldur hann StarvSSetan Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo – Tað líkist ongum, at stjór­ in á Strandferðsluni skal verða settur til viks av bæði einum landsstýrismanni og formanni í fíggjarnevndini. Hetta sigur John Johanne­ sen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, um málið viðvíkjandi skiparunum á Strandferðsluni, ið hevur fingið stjóran á stovninum, Regin Vágadal, at siga seg úr starvi. ­ Vit hava eina stýrisskip­ anarlóg, sum setir greiðan skilnað millum tað lóggev­ andi og útinnandi valdið. Tað, sum vit síggja her, er at Anfinn Kallsberg sum fíggjarnevndarformaður tekur sær leiklutin sum út­ innandi valdið. Har hevur hann onki sum helst at gera. Hetta líkist italskum til­ standum, sigur javnaðar­ tingmaðurin. John Johannesen heldur, at løgtingið eigur at avtala hendan framferðarháttin harðliga. ­ Sjálvandi er tað í fínasta lagi at hava ein seniorpoli­ tikk, men her eru fyrisit­ ingarligu reglurnar gald­ andi, og har hava politikk­ arar onki at gera, sigur John Johannsen. ­ Tað mest forkastiliga er, at Anfinn Kallsberg brúkar eina eykajáttan sum jarnbrot í sambandi við skiparamálið. At hann hóttir við at sýta Strandferðsluni eykajáttan til fendarar á Smyrli, um gomlu skipararnir ikki sleppa at halda fram í starvi, sigur John Johannesen. Skuldsetingina førdi John Johannesen fram á tingsins røðarapalli fyrrapartin og grundgav seinni fyri henni í tíðindasendingini á Rás 2 á middegi og í Sosialinum. Pástandirnar byggir John Johannesen á prát við fleiri tingfólk, sum siga seg vita, at fíggjarnevndarformaður­ in beinleiðis hevur hevur hótt við hesum møguleikan­ um. ­ Nú síggja vit aftur hend­ an vanliga fólkaflokspoli­ tikkin, har man setir allar fyrisitingarligar reglur til viks, tá tað tænir egnum endamálum. Har haldi eg, at Javnaðarflokkurin skal vera ógvuliga varin við at lata seg brúka til slíkt, sigur javnaðartingmaðurin. John Johannesen sigur víðari, at hann áður hevur upplivað hóttanir frá Anfinni Kallsberg. Tað var tá hann sjálvur arbeiddi í sjónvarpinum og bókin »Skjót journalistin« kom út. ­ Tá hótti Anfinn Kalls­ berg eisini beinleiðis, men tá vóru vit so heppin, at táverandi sjónvarpsstjórin skrivaði telefonnotat um ta hendingina, sum seinni varð almannakunngjørt, sig­ ur John Johannesen. ­ Nú mugu vit í Javnaðar­ flokkinum traðka í karakter og siga, at vit finna okkum ikki í slíkum samstarvi. Skal man samstarva, skal tað vera við reinum linjum, sigur John Johannsen. Javnaðartingmaðurin vísir til, at fleiri fyrispurn­ ingar í málinum eru eftir at svara, og hann roknar eisini við, at løgmaður fylgir væl við í málinum. ­ Tað er umráðandi, at vit fáa lagt øll fakta á borðið strandferðslumálinum, og at løgmaður og síðani løg­ tingið kann taka støðu til, um nakað er at koma eftir í hesum máli, sum fjølmiðl­ arnir vísa á. Eg haldi, at tað er nógv sum bendir á, at nakað er at koma eftir her, sigur John Johannsen. Nýtt øl úr Íslandi Stigtakararnir til eitt bryggjarí í Vestmannaoyggjunum í Íslandi hava skrivað undir sáttmála við eysturríkska bryggjaríið SALM, soleiðis at íslendingar skulu bryggja eysturrískt øl í Vestmannaoyggjunum. Talan er um eitt slag av øli, sum ­ rættiliga hóskandi ­ hevur fingið heitið Vulcano, og ætlandi verður tann fyrsta fløskan á marknaðinum næsta summar. Sáttmálin sigur eisini, at felagið í Oyggjunum skal umboða SALM í Íslandi. Sáttmálin varð undirskrivaður í Vestmannaoyggjunum í gjár (Mynd: Vísir) Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? - Nýggja føroyska essay-savnið “Krossvegir” kemur í sølubúðirnar í dag BÓKaÚtGÁva Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í før­ oyskum politikki? Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum? Ella hóttir kristin­ dómurin hesi rætt­ indi? Hóttir gud­ leysa humanisman kristna siðaarvin? Er kristindómurin kvinnukúgandi? Valdu fjølmiðlar­ nir síðu í sambandi við málið um § 266b? Aftur og aftur seta slíkir spurning­ ar dagsskránna í Føroyum. Og hvørja ferð, spurningar taka seg upp, sum nema við trúgv og lívsáskoðan, syndrast tjóðin. Sum ein neisti, ið kemur í samband við brennievni, er spurningurin um sambandið millum átrúnað og politikk ein støðug kelda til kjak, stríð, spjaðing og samanbrestir. Tí vit standa mitt í einum stríði um virði. Einum stríði um, hvørjar meginreglur føroyska samfelagið skal hvíla á. Fimtan føroyskir høvundar, sum umboða ymisk sjón­ armið, siga í nýggja føroyska essay­savninum “Kross­ vegir”, sum kemur í sølubúðirnar í dag, sína hugsan um, hvat vit skulu velja – og hvat vit skulu vraka. Her verða sjónarmið vigað og brýnd. Diagnosur settar. Herðaklapp givin. Ákærur reistar. Flokkar og politikarar settir á ákærubeinkin. Høgg og herðaklapp til føroysku fjølmiðlarnar. Fólkakirkja og fríkirkjur settar undir lupp­ in. Javnstøða og tolsemi vigað. Og kristindómur og gud­ loysi eftirmett. Bókin vísir, at føroyingar eru ósamdir um, hvørjum varðum samfelagið skal ganga eftir. Og hon vísir, at stríðið ikki er av. Teir fimtan høvundarnir, sum skriva í “Krossvegir”, eru Firouz Gaini, Armgarð Arge, Frants Jensen, Flóvin S. Olsen, Sjúrður Skaale, Rúni Rasmussen, Katrin Peter­ sen, Bjørt Samuelsen, Meinhard Jensen, Tórður Jóans­ son, Inga Poulsen Dam, Símun Absalonsen, Kristianna Winther Poulsen og til seinast Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen, sum eisini hava ritstjórnað útgávuni. Sunva Eysturoy Lassen hevur tikið myndir, Carl Herup Høgnesen og Kári Holm Johannesen hava staðið fyri grafiskari umbróting, og tað er Forlagið Sprotin, sum gevur bókina út, og sum kostar 260 krónur. Forkastilig hóttan frá Kallsberg Javnaðartingmaðurin John Johannesen vil hava øll fakta á borðið viðvíkandi leiklutinum hjá fíggjarnevndarformann­ inum, Anfinni Kallsberg, í málinum um skipararnar á Smyrli Savnsmynd Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, hevur havt ein aktivan leiklut í málinum um skipararnar á Smyrli. Politiska íblandingin endaði sum kunnugt við, at Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, fríggjadagin bað um at verða loystur úr starvi Savnsmynd