Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 Grannar vilja steðga bygging Á kunnandi fundi í Nólsoy í síðstu viku vóru fyrstu skitsur­ nar av nýggju Rituni vístar bygdarfólkin­ um NÓLSOYARSKIP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ikki beinleiðis vak­ urt, nýggja Nólsoyarskipið. Men nýggju og herdu treyt­ irnar gera, at ferjur í dag líkjast meiri kubbum heldur enn skipum. Strandferðslan leggur dent á, at talan er um skitsur, og ikki neyðturviliga endali­ gu tekningarnar. Upplýst var, at eitt slíkt skip helst skal vera undir 40 metrar langt, men kortini ber til at leingja tað um neyðugt seinni. Somuleiðis ber til at inn­ rætta salongir eftir egnum tykki, og tað kann gerast bæði bið komforti ella við flest møguligum sitipláss­ um. Nólsoyingar vóru sum heild væl nøgdir við kunn­ ingina, eisini tí alt bendir á, at nýggja skipið verður eins álítandi sum verandi Rita, men bara nógv meiri tíðar­ hóskandi. Fólk uppi á Óðins­ hædd eru ónøgd við ta bygging, sum er og verður framd í gran­ nalagnum, Tí hava tey sent eina kæru til býráðið hesum við­ víkjandi BYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fólk í grannalagnum uppi á Óðinshædd eru alt annað enn fegin um, at fleri fyri­ tøkur hava fingið og fara at fáa byggiloyvi til skrivstovu­ bygningar í økinum. Fólk, sum Sosialurin hev­ ur tosað við, siga, húsavirð­ ini fara at lækka munandi, tá eini 150 fólk fara at koyra til og frá arbeiði í økinum. Og hetta ætla tey at gera naka við. Tey hava tí vent sær til ein sakførara, sum hevur sent Tórshavnar kommunu eina kæru, har byggingin verður mótmælt. Ikki bara nógva ferðslan, sum kemur í økinum, órógvar. Eisini útsýnið yvir Nólsoyarfjørð verður tikið burtur við ógvu­ liga høgu bygningunum, eru grannarnir á Óðinshædd ræddir fyri. Av býráðnum verður vátt­ að, at har er ein kæra komin, men hon er eftir hvat skilst ikki viðgjørd enn. Annars verður sagt, at broytingarnar í byggisamtyktini fóru fram í 1999, tá serstaka og almen­ na byggisamtyktin varð broytt. Og so vítt teir kundu siga upp á standandi fót, vóru eingi mótmæli móti broytingunum. Upp á fyrispurning um fleiri byggiloyvir vórðu lat­ in á Óðinshædd varð sagt, at tað eru útstykkjað fimm grundstykir har uppi, og øll eru seld. So roknast má við, at byg­ ging fer fram á hesum stykkjum í nærmastu fram­ tíð, verður upplýst av býráð­ num. Nólsoyarskipið fær skap Uttan er nýggja Nólsoyarferjan ikki beinleiðis vøkur á at líta Formula er fyrsta fyritøkan, sum byggir á Óðinshædd niðanfyri vegin Mynd: Jens Kristian Vang Fleiri møguleikar eru at innrætta salongina, antin mann ynskir komfort ella so nógv sitipláss sum gjørligt Nuuk 127 mió í halli Býráðið í Nuuk hevur samtykt, at skattaprosentið í kommununi verður 25 næsta ár og sostatt tað sama sum í ár. Saman við 11 prosentum í landsskatti og 6 prosentum í felags kommunuskatti koma borgararnir í Nuuk at gjalda 42 prosent í skatti næsta ár, sum er tað sama sum í ár. Tað ber samstundis í sær, at kommunan fer at hava 127 mió. krónur í halli á fíggjarætlanini fyri 2008, tí treðislurnar verða 997 mió. krónur og inntøkurnar 870 mió. krónur.