Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 Tryggingarfelagið Føroyar hevur staðfest, at nógv fleiri eldar hava verið í sethúsum í ár enn onnur undanfarin ár. – Størsta talið, vit áður kendu, var 4 eldar í einum ár, men longu fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava vit havt heili níggju álvarsamar eldar í sethúsum Eldsvandi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hvussu kyknar eldur, hvussu fyribyrgir tú eldi, og hvussu gert tú, tá eldur kemur í? Hetta eru spurningar, sum Tryggingarfelagið Før­ oyar í samstarvi við Bruna­ umsjón Landsins hevur sett sær fyri at svara í einum faldara, sum nú verður bor­ in í hvørt hús í Føroyum. ­ Hetta er í fyrsta lagi ein vegleiðing, sigur stjórin í Tryggingarfelagnum Før­ oyar, Edvard Heen, sum Sosialurin hevði prát við í gjár. Nógv fleiri eldar Edvard vísir á, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár – ella fyrstu trý fjórðingsárini – hava nógv fleiri eldar verið hjá viðskiftafólkum felags­ ins enn undanfarin ár. ­ Tølini siga, at talan hevur verið um tilsamans 9 álvarsamar eldar, sum hava kostað meira enn 250.000 krónur, og hetta er eitt óhoyrt tal hjá okkum. Eitt miðalár hava vit havt einar 2­3 eldar og onkuntíð fýra, tá talið hevur verið stórt. Men longu til og við triðja fjórðingsár í ár er talið meira enn tvífaldað í mun til størsta talið, vit áður hava havt. Hetta er soleiðis íhoyrt í okkara hagtølum. Stjórin leggur dent á, at her er talan bert um eldar í sethúsum. ­ Vit hava javnan ymisk fyribyrgjandi og upplýsandi átøk, og eitt av hesum var átakið herfyri um trygging av innbúgvi. Nú hava vit so sett okkum fyri at koma við einum íkasti, sum kann gera fólk meira árvakin við eldsvanda, sigur Edvard Heen. Hann vísir á, at umleið helmingurin av eldunum, sum felagið hevur skrásett í 2007, standast av ymiskum el­instalatiónum. Hin helm­ ingurin er gloymd el­tól, sum ikki eru sløkt, eitt nú el­komfýrar. ­ Endamálið við átakinum um vandarnar við eldi er í fyrsta lagi at seta fokus á hetta álvarsmál, so fólk í uppaftur størri mun taka vandan, sum lúrir við eitt nú el­tólum, livandi ljósum, sterkum perum, leidningum og sigarettum í álvara. Tungt at missa Edvard Heen sigur, at eitt er, at slíkir skaðar kosta pening, men tað, sum er verri, er, at teir eisini kunnu kosta mannalív og týdning­ armikil virðir av ymiskum slagi, sum fólk eru góð við. ­ Tá eldur hevur beint fyri teimum, kunnu tey í fleiri førum ikki skaffast aftur. Soleiðis er eitt nú við mynd­ um av børnum, familju, vinum og kenningum – ella hvat tað nú kann vera, sum við eldinum fer upp í royk. Tí mugu fólk vera árvakin við eldi og eldsvanda og læra at tryggja seg betur við hús, leggur hann aftrat. Stjórin í Tryggingarfel­ agnum Føroyar heitir tí inni­ liga á fólk – bæði vaksin og børn – um at ansa sær, nú jólamánaðin nærkast, og nógvir eldsvandar kunnu lúra handan livandi ljós av ymiskum slagi, sterkar halo­ genperur og ymiskar saman­ setingar av leidningum. Hann leggur aftrat, at eitt gott hugskot er eisini, at foreldur læra børnini nøkur viðurskifti um eld og elds­ vandar, eitt nú at tey ikki mugu goyma seg, um eldur kemur í, men sleppa sær út beinanvegin. ­ Skilagott er eisini at upplýsa børnini um, hvussu tey sleppa út gjøwgnum hurðar og vindeygu í neyðstøðu, at tey skulu bíða uttanfyri og ikki rýma, tá tey eru komin út, so onnur ikki halda, at tey eru inn í húsunum. Torført at siga Edvard sigur seg onga hald­ góða orsøk vita, hví so nógvir eldar hava verið trý tey fyrstu fjórðingsárini í ár í mun til onnur ár. Spurdur, um hetta kann hava nakað við ferðina í samfelagnum at gera, sigur hann: ­ Tað er nógv ferð á, og hugsandi er, at fólk renna meira, men um hetta hevur nakað samband við eld­ arnar, dugi eg ikki at siga. Í øllum førum er greitt, at jú meira, vit renna, ikki minni neyðugt er at vera árvakin um eldsvandar. Tað er skjót­ ari og lættari at sløkkja eitt lítið ljós – enn ein stóran eld, sigur Edvard Heen. Deyðseldar Eldsbruni kann raka teg, tá ið tú minst væntar tað. Um óhappið hendir, er sera umráðandi at vera til reiðar. Men veruleikin er tíverri alt ov ofta, at fólk hava ikki tryggjað heimið nóg væl – ella, at tey vita um lítið um eld. ­ Vit vóna, at fólk taka hetta í álvara og útvega sær útgerð, bæði til fyribyrgjan og til at sløkkja møguligan eld við, sigur stjórin. Í faldaranum verður eitt nú spurt, um tú veitst, at flestu deyðseldar kykna um kvøldið og um náttina, at royking er atvoldin til umleið helmingin av øllum deyðseldum – ella, at ein sodavatn er væl egnað til at sløkkja smáar eldar? Fólk kunnu lesa um, hvussu eldur kyknar, hvussu tú best fyribyrgir, hvør trygdarútgerð er neyðug, og hvussu tú gert, um eldur kemur í. ­ Sleppast kann undan nógvum eldum heima við hús, um øll hugsa seg væl um. Lesið faldaran, so eru fólk tryggari, sigur Edvard Heen, stjóri í Tryggingar­ felagnum Føroyar. Deyðseldar kykna um náttina - Jú meira vit renna, ikki minni neyðugt er at vera árvakin um eldsvandar. Tað er skjótari og lættari at sløkkja eitt lítið ljós – enn ein stóran eld, sigur Edvard Heen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum her situr við nýggja faldaranum í hondini Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt er, at eldar kosta pening, men tað, sum er verri, er, at teir eisini kunnu kosta mannalív og týdningarmikil virðir av ymiskum slagi, sum fólk eru góð við Tað er umráðandi at læra børnini at vera ansin, og hvussu tey skulu bera seg at, um eldur kemur í Útflyta minni flak Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár útfluttu íslendingar munandi minni av toskafløkum enn í sama tíðarskeiði í fjør. Munurin var heili 30 prosent ella smá 2.600 tons. Hinvefin er prísurin í ár umleið 18 prosent oman fyri prísin í fjør, men kortini er úrtflutningsvirðið minkað umleið 1,1 mia. íslendskar krónur. Tølini hjá teimum einstøku keyparalondunum vísa eisini afturgongdina. Eitt nú er sølan til Bretlands og USA 33 prosent minni í ár.