Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 Børn læra burðardygd Hesa vikuna gera grønlendingar nógv burtur úr týdninginum at tryggja burðardygd í náttúruni. Málsetningurin, sum øll skúlabørn og barnagarðsbørn læra, er, at tey villu dýrini í náttúruni skulu gagnnýtast, men við tí í huga, at tey eisini skulu varðveitast. Eitt nú koma fiskimenn í skúlar og barnagarðar at greiða frá ymsum fiskasløgum, og hvørjum tey liva av. Tiltakið um burðardygd er í kommununum Nuuk, Qaqortoq, Ilulissat og Upernavik. Oyvindur Brim­nes, stjóri í Landsverki, sigur, at Stranda­ vegurin liggur væl í lendinum­ og er góður at koyra eftir. ­ Men verkætlanin er vorðin dýrari og er seinni kom­in til sam­felagsliga nyttu, tí játtanin hevur gingið yvir so nógv ár, sigur hann Strandavegur Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Hans Jákup Johannesen vilmund@sosialurin.fo Strandavegurin er alment tikin í nýtslu. Hetta hendi við hátíðarhald á Skála leyg­ ardagin, har nógv fólk vóru samankomin. Umframt umboð fyri Landsverk, landsstýrið, byggiharrar og kommunur, skipaðu ítróttar­ feløg á vestara armi á Skála­ fjørðinum fyri, at ung sum eldri fingu høvi at ganga ella renna eftir vegnum, áðrenn snórurin varð klipt­ ur, og vegurin soleiðis alment varð tikin í nýtslu. Tiltakið byrjaði á Strond­ um klokkan 12, tá ið fólk, sum vóru við í heilsurenn­ ingini hjá feløgunum, runnu ella gingu eftir nýggja vegn­ um av Strondum og inn á Skála. Bjarni klipti snór Umleið klokkan 13, tá ið øll vóru komin fram eftir tí 4,4 kilometra langa vegn­ um, klipti landsstýrismað­ urin, Bjarni Djurholm, snór­ in, og við hesum var Strandavegurin alment tikin í nýtslu. Við hátíðarløtuna Skála­ megin segði stjórin í Lands­ verki, Oyvindur Brimnes, nøkur orð. Hann segði, at Stranda­ vegurin sambært sam­ ferðsluætlanini er ein partur av okkara høvuðsvega­ kervi. Stjórin vísti á, at enn er tann parturin eftir at gera, sum skal ganga úr lands­ vegnum sunnanfyri bygdina í Skálafirði, niðan um bygdina við íbinding í landsvegin nakað norðanfyri Statoil­støðina í Skálafirði. Eftir at snórurin varð kliptur, og Oyvindur hevði hildið eina stutta røðu, fór bilafylgið eftir nýggja vegn­ um. Fremstir í røðini vóru borgarstjórarnir í Runavíkar kommunu og Sjóvar komm­ unu, Hans Jacob Lamhauge og Malena Thomsen, og síðan landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm og umboð fyri Landsverk við stjóranum, Oyvindi Brimnes, á odda. Eftir teimum koyrdi so bilafylgið ­ av Skála, út á Strendur og heimaftur á Skála, har hátíðarhaldið helt fram í Ítróttarhøllini. Við løtuna í Ítróttarhøllini hildu Bjarni Djurholm, Hans Jacob Lamhauge og Malena Thomsen eisini røðu. Landsverk stóð fyri mót­ tøkuni í Ítróttarhøllini, har ymiskt ábit og leskandi var at fáa. Dýrari landsvegur Oyvindur Brimnes sigur, at Strandavegurin ikki er heilt liðugur enn. Nakað er eftir at gera við íbindingarnar, bæði Strandamegin og Skálamegin. Tað er felagið Articon, ið hevur gjørt hend­ an seinasta partin av vegn­ um, og tað er soleiðis eisini Articon, sum ger íbinding­ arnar í báðum endunum lidnar. ­ Síðan vit byrjaðu upp á hesa vegagerðina, er arbeið­ ið boðið út tríggjar ferðir. Tað merkir, at vegurin er bygdur í trimum umførum. Stjórin í Landsverki ásannar, at tað hevur gjørt Strandavegin væl dýrari, at arbeiðið er gjørt yvir so nógv ár. ­ Vit hava ikki havt nóg stóra játtan til at gera hetta arbeiði í einum, og tað er altíð dýrari at byrja eitt arbeiði, steðga á aftur og so byrja aftur – upp í fleiri ferðir. Hetta ger eisini, at vegurin seinni kemur til samfelagsliga nyttu, sum í hesum førinum, sigur hann. Oyvindur Brimnes sigur, at samlaði kostnaðurin av nýggja landsvegnum, sum er 4,4 kilometrar langur, liggur um 60 miljónir krónur. ­ Vegurin er 7 metrar breiður við hálvum øðrum metri vegøksl hvørju megin, og soleiðis er samlaða breiddin 10 metrar. Stjórin sigur, at feløgini, sum hava verið við í hesi vegabygging, eru Byggitek, MT Højgaard og nú Arti­ con. Tað er felagið HMP Con­ sult, sum hevur staðið fyri projekteringini fyri Lands­ verk. 4,4 kilometrar av landsvegi fyri 60 mió kr. Stjórin í Landsverki, Oyvindur Brimnes, heldur røðu, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, klippir snórin Heilsurenningin eftir nýggja vegnum byrjaði á Strondum og endaði á Skála Nógv fólk vóru til hátíðarhaldið, tá nýggi Strandavegurin læt upp alment leygardagin Hesin var eisini við í heilsurenningini