Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 226 - 21. november 2007 w w w . h a v s b r u n . f o Er tín stórsta styrki “Vanligt vit og skil…” – so er tað kanska tær vit hava brúk fyri… Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá smáar 600 mill. kr árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Vit koma í nærmastu framtíð at hava brúk fyri framleiðslufólki, og vilja hervið eggja áhugaum at søkja. Arbeiðsuppgávur • Tá ið framleiðsla er at verða partur av dagliga arbeiðinum sum er í vaktum við skiftandi tíðum. • Røkt, viðlíkahald og umvælingar av framleiðslustólum og virkinum annars. Vit rokna við at tú hevur • ein ávísan kunnleika til maskinur og teldur • eldhuga, ert álítandi og ágrýtin Lønina tosa vit um… Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum tekniskt dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Hevur hettar tín áhuga, so send eina umsókn so skjótt sum gjørligt. Tó seinast 30. novembur 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meiri, ert tú vælkomin at ringja til Hartvig Joensen, deildarleiðara ella senda ein teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf 41 44 00 Fax 41 44 01 E-mail: haj@havsbrun.fo  Um starvið Sum húsavørður á Vinnu- háskúlanum hevur tú ábyrgd av øllum vanlig- um húsavarðararbeiði í bygningum skúlans, við- líkahald og umvæling av teknisku útgerð skúlans, at stuðla á laboratoriun- um, tá tað er neyðugt, við t.d. við at gera uppstill- ingar. Førleikakrøv Vit leita eftir maskin- meistara, handverkara, elektrikara, ella fólki við líknandi førleikum. Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sam- bært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og fíggjarmálaráðið. Umsókn skal sendast til: Vinnuháskúlan Att. Hans Johannes á Brúgv, stjóri Postboks 104 FO-110 Tórshavn. Freistin Umsóknarfreistin er mána- dagin 3. desember 2007. Nærri fæst at vita við at ringja á tel 350 250, ella tel 212549. Vinnuháskúlin søkirhúsavørð at byrja 1. januar 2008. Postboks 104 . FO-110 Tórshavn Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo Vinnuháskúlin hevur fýra útbúgvingar: Skipara, skipsførara, maskinist og maskinmeistara. Skúlin lýkur STCW krøv, og tí eru útbúgvingarnar á altjóða støði og geva arbeiðspláss kring allan heim. Á starvsstovunum finst øll standard nútímans útgerð. Í dag ganga 160 næmingar á skúlanum. ENDURLÝSING: Listaframsýning Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Pápa hennara, Kára Svens­ son, kenna øll sum ein fremstu listarmonnum í land­inum. Dóttirin, Ásla Ranvá Svensson, hevur eis­ ini havt framsýningar bæði í Havn, Klaksvík og Fugla­ firði. Eisini hevur hon lut­ tikið á framsýningum sam­ an við pápa sínum og einum ungum listarmanni, sum kallast John Martin Christi­ ansen, ið gongur á listaskúla í Holbæk. Harafturat hevur Ásla Ranvá Svensson luttikið á bæði vár­ og ólav­ søkuframsýning. Hon málar abstrakt, har náttúran og ser­ liga havið er gjøgnumgang­ and­i í flestu motivum. Fram­ sýningin í Smiðjuni hevur heitið »Okkurt stað«. Ásla Ranvá Svensson er 28 ára gomul og hevur málað regl­ uliga seinastu átta árini. Fríggjad­agin hevur Ásla Ranvá Svensson fernisering í Smiðjuni í Lítluvík frá klokkan 16 til 19. Leygar­ d­agin er opið frá 15 til 18 og sunnud­agin, sum er sein­ asti d­agurin at síggja máln­ ingarnar hjá Áslu Ranvu Svensson á hesum sinni, er opið frá 16 til 19. Ein yngri Svensson í Smiðjuni 28 ára gamla Ásla Ranvá Svensson sýnir fram í Smið­juni frá fríggjadag til sunnudagur Ein av málningunum hjá Áslur Ranvu Svensson