mikudagur 21. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 226 - 21. november 2007
tíðindi
Vit vænta at umsøkjarar hava:
• Sveinabræv
• Viðkomandi royndir
• Hollan og dagførdan
kunnleika
Tekniska Skúla í Tórshavn tørvar 3 faklærarar
Umsøkjarar, sum hava hægri útbúgving,
kunnu hava fyrimun.
Vit ynskja at umsøkjarar:
• Hava hug og hegni at arbeiða við
ungdómi
• Kunnu arbeiða sjálvstøðugt og
hava góð samstarvsevni
• Duga at loysa trupulleikar, tá
id á stendur
• Eru framfýsnir og kunnu geva
íblástur at menna arbeiðs-
plássið
Vit bjóða:
• Spennandi og avbjóðandi størv í
eimum umhvørvi, sum er í støðugari
menning
• Møguleika fyri dagføring innan
økið
Setanaviðurskiftir:
• Størvini eru fulltíðarstørv
at seta 7. januar 2008
• Lønar og sátmálaviðurskifti
eru sambært sáttmála millum
fíggjarmálaráðið og Føroya
tekniska lærarafelag
Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig tilmæli, skulu vera Tekniska Skúla í
Tórshavn, p.o.b. 3239, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. desember 2007.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jógvan Sørin Hansen, starvsfólkaleiðara, tlf 568070
Talan er um størv á:
• Maskindeildini
• Bildeildini
• Trædeildini
Í dag kemur nýggja
danska skaldsøgan
Færøblues eftir
Lisbeth Nebelong út í
Føroyum.
Færøblues – drengen med
celloen er onnur skaldsøgan
hjá Lisbeth Nebelong, og
onnur
skaldsøgan
hjá
danska rithøvundanum, ið
fer fram í Føroyum.
Fyrsta fagurbókmentaliga
verk Lisbeths var Når engle
spiller Mozart (2003). Færø
blues er sjálvstøðugt verk,
men er samstundis onnur
bókin í einum ætlaðum trí
bindsverki um lívið í Norð
uratlantshavinum,
og
hvussu donsk og føroysk
mentan renna saman.
Nýggja skaldsøgan snýr
seg um nítjan ára gamla
Kára, sum flytir úr Føroyum,
og í februar 2000 kemur
heimaftur at spæla cello á
eini konsert í Norðurlanda
húsinum 25 ár seinni.
Eins og Kári búði Lisbeth
Nebelong í Havn sum barn
og ung í árunum 196567
og 197374 og hevur síðani
vitjað í Føroyum óteljandi
ferðir
sum
rithøvundur,
journalistur,
skeiðsleiðari
og fyrilestrahaldari.
Ein partur av undankann
ingini til Færøblues gekk
fyri seg umborð á trolaran
um Bresti, har Lisbeth í
trettan dagar fylgdi lívinum
umborð, og hon fylgdi
eisini symfoniorkestrinum í
sambandi við framførsluna
av Mozarts rekviem mai
2005 í Norðurlandahúsinum
og á Toftum. Bókin verður
løgd fram í Sjónleikarhúsin
um klokkan 16 í dag og
kemur út í Danmark í januar
2008.
Færøblues í bóka-
búðirnar
Hannis-fjepparar
kunnu nú nøkta
krimitørvin, tá
fjórða bókin um
Hannis Martinsson
eftir Jógvan Isaksen
kemur á gøtuna í dag.
Bókin eitur Adventus
Domini.
”Tað lak út úr hálsinum á
tí høvuðleysa manninum.
Tað
vínreyða
teppið
framman fyri seingina var
druknað í blóði, sum
somuleiðis hevði sprænt út
á veggin yvirav. Annars sá
kamarið á hotellinum í
Miðbnum í Havn stak frið
arligt út. Her hevði greid
liga eingin bardagi verið.
Bara ein avrætting.”
Stutt fyri jól ringir ein
umboðsmaður fyri stór
meistaran í Maltesaraord
aninum til Hannis Martins
son og biður hann vera fyri
sær á Farstøðini, tá ið hann
kemur til Havnar. Frá tí
løtu maltesarin er komin
til Føroya og til jóla, fara
bæði løgnar og harðligar
hendingar fram ymsastaðni
í landinum. Træðrir eru
aftur til krossriddararnar á
Rhodos í 16. øld og til S/S
Sauternes, sum sakk í
Fugloyarfirði í desembur
1941. Múrurin í Kirkjubø
hevur
somuleiðis
ein
leiklut.
Føroyaprent legði bók
ina til
rættis, prentaði og bant
inn.
Mentunargrunnur
Studentafelagsins gav út.
253 síður, kostnaður 260
kr.
Krimi undir
jólatræið
Bókanýtt
Lagt til rættis: Rigmor Dam