Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 226 - 21. november 2007 tíðindi Tað man hava ver­ið ein hin hend­inga­ r­íkasta fer­ð, sum før­oyskir­ skúla­ næmingar­ hava gjør­t, tá 7.d­ úr­ Hoy­ víkar­ skúla í vár­ vitjaðu floksfelagar­ í Uummannaq í Gr­ønland­i. Hós­ kvøld­ið far­a teir­ at gr­eiða fr­á fer­ðini í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Eisini ver­ður­ filmur­, sum Zachar­ias Hammer­ tók upp, vístur­ Skúlaferð Jan Müller jan@sosialurin.fo At skúlaflokkar í Føroyum vitja floksfelagar í útlandin­ um og øvugt hevur verið siður gjøgnum mong mong ár. Serliga hava føroyskir fólkaskúlanæmingar vitjað í Danmark. Neyvan man tað vera oftani, at føroyskur skúlaflokkur leitar longu leiðina til Grønlands. Hetta er eitt bæði stórt og krevj­ andi tak. Ta stóru avbjóðing­ ina megnaði 7.d úr Hoyvík­ ar skúla at liva upp til, við stuðuli frá skúla, foreldrum og stuðlum. Fyrr í ár fóru næmingar úr 7.d í Hoyvíkar skúla til Grønlands, har teir vitjaði 7.u í Edvard Kruses skole í Uummannaq. Ferðin kom í lag eftir at flokslærari teirra, Jonna Færø sjálv hevði und­ irvíst á skúlanum frá 1997 til 99. Jonna gjørdist so hug­ tikin av Grønlandi og fólkin­ um har, at hon heimaftur­ komin longu í 1. flokki fór undir at greiða næmingum frá Grønlandi. Í 2005 vóru tveir grønlendskir næmingar og foreldur teira úr Uum­ mannaq á vitjan í Hoyvíkar Skúla. Tey hildu fyrilestrar og vístu film, ið varð upp­ tikin av børnum úr Uum­ mannaq, eitt nú á hunda­ sleðu. Í januar 2006 varð so skipað fyri eini framsýning um Grønland í SMS, har bæði foreldur og næmingar luttøku. Seinni var so evnis­ vika í Hoydølum við evnin­ um ” Børn í fremmandari mentan”. Nú lá so dreyma­ ferðin fyri framman. Grønlendsk børn vitja 7.d í Hoyvíkar skúla hevur síðani tey gingu í 2. flokki regluliga havt vitjan av tveimum børnum úr Uum­ mannaq skúla. Tey hava ver­ ið við í undirvísingini og hava fingið góðar vinir í flokkinum. Eisini hava tey tikið lut í dagligdegnum hjá føroysku næmingunum bæði heima og í frítíðini. Í flokkinum ganga eisini tveir næmingar, sum hava gingið í skúla í Grønlandi, har tey hava búð saman við foreldrum. Eftir tógvið stríð fyri at fáa stuðul og skipa fyri til­ tøkum eydnaðist tað Jonnu í tøttum samstarvi við bæði næmingar og teirra avvarð­ andi at fáa lagt lunnar undir eina Grønlandsferð. Ferðin í Grønlandi gjørdist eitt ógloymandi upplivilsi fyri lívið fyri næmingarnar, sum sluppu at royna hvørt av sín­ um, eitt nú túr á hundasleðu. Tey sluppu at royna kópa­ skinnsklæði og buksur úr ísbjarnaskinni. Tey royndu grønlendskan mat og vitj­ aðu jólamannin, sum er heimskendur. Tey vóru til konfirmatión í kirkjuni á staðnum, har dóttur til føroyska kvinnu, ið er gift og býr í Uumannannaq varð konfirmerað. Endamálið Felags søguliga bakgrundin, ið Føroyar og Grønland hava, er ein náttúrlig avleið­ ing av ríkisfelagsskapinum við Danmark. Føroyar eru fiskivinnutjóð og hava gjøg­ num øldir havt tætt samstarv við Grønland á hesum øki. Okkara mál er at geva før­ oysku og grønlendsku næm­ ingunum eitt støði at byggja á, so tey betri skilja samfe­ lag og mentan hjá hvørjum øðrum. Nógv er at siga frá á hesi ótrúligu ferð, og tað hava fólk møguleika at hoyra og síggja meira til á einum spennandi tiltaki í Miðla­ húsinum hóskvøldið 22. november klokkan 19.30. Tá fer Jonna at vísa myndir frá ferðini og greiða frá, næmingarnir fara somuleið­ is at greiða frá sínum upp­ livingum, og vit fara eisini at síggja livandi myndaupp­ tøkur, sum kendi føroyski sjónvarpsmaðurin Zacha­ rias Hammer tók upp. Hann var nevniliga við á túrinum og er ætlanin at vísa film frá ferðini í sjónvarpi seinni. 7.d í Hoyvík á hunda Kongar í sínum kongaríki. Fangarnir hava skotið bjørnina. Konan hevur seymað buksur og kammikkir Pipaluq framman fyri Hjartafjallið Kaffemik við føroyskum og grønlendskum serrættum