Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 21. november 2007 19 Sunnudagin 21. oktober vóru 25 ár liðin síðan Blómu­ handilin Árstíðirnar í Havn varð stovnaður. Hetta var hátíðarhildi leygardagin 20. oktober í handlinum Myndir: Jan Müller Blómuhandilin Árstíðirnar hevur nú 25 ár á baki. Tað er Brynhild Gaard Joensen, sum eigur og rekur Árstíðir­ nar. Brynhild er útbúgvin sjúkrahjálpari og arbeiddi hjá andveikraforsorgini, áðr­ enn hon byrjaði sum sjálv­ støðug handilskvinna. Henni hevur altíð dámt væl at fáast við blómur og blómuprýði og tók tí avgerð at læta upp egnan blómu­ handil í J.C. Svabosgøtu. Brynhild sigur, at tá hon byrjaði í 1982, vóru fýra aðrir blómuhandlar í Havn: Flora við Hoydalsvegin, Gongin í Gongini, Trónd Hansen á Áarvegnum, og Blomsturbrá í Bøgøtu. Eing­ in av hesum blómuhandlum eru til meira, so nú er Árs­ tíðirnar elsti blómuhandil í býnum. Umframt Árstíðir­ nar eru í dag Akkuleyga í N.Finsengøtu og Fípan í SMS. Í dag starvast fimm fólk hjá Árstíðunum. Eisini hava fleiri lært til blómubindara har. mg Árstíðirnar 25 ár nøvn Brynhild hevur altíð dámt væl at fáast við blómur og blómuprýði Í 25 ár hevur Brynhild rikið blómuhandilin Árstíðirnar Brynhild og Elin Brynhild Gaard Joensen saman við sínum starvsfólkum f.v.: Marita Mohr Hermansen, Malan Ellingsgaard, Elin Olsen og Kirstin S. Johansen