Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 226 • 21. november 2007 Casement viðhald, og segði at hetta var bert ein sak av mong­ um, har fólk fingu hendurnar kvettar av. Víst varð eisini á, at Epondo sakin bert taldi góðar tvær síður hjá Casement av 60, meðan hon í belgiska aftursvarinum var 17 av 37 síðum. Tað var eisini nógv sum bendi á, at afturtøkan hjá Epondo var hend eftir trýsti frá La Lulonga fyritøkuni, og tí var grund til at ivast í kanningini hjá belgisku myndugleikunum. Tað vóru í hesum økinum dømi um dreingir heilt niður í 6­7 ára aldurin, sum høvdu fingið hondina kvetta av. Henda sakin varð eisini nýtt til at sáa iva um ákærurnar um at tað var vanlig mannagongd í Congo at kvetta hendurnar av fólki, so tær kundu brúkast sum ”gjald” fyri patrónir. Sagt varð, at tað var bert hend­ inga ferð hetta kom fyri, og at tað annars var ein vanligur skikkur hjá teimum innføddu at kvetta hendurnar av livandi fólki. Men her kundi vísast til ótaldar frásagnir og myndir, sum prógvaðu tað sum Casement førdi fram. Tveir viðurkendir europearar, sum høvdu búð í Congo í mong ár, greiddi eisini frá, at teir kendu einki til, at hetta var ein siður hjá teimum innføddu. Júst henda sakin gjørdi sítt til, at útheimurin varnaðist ræðu­ leikarnar í Congo, har fremsta ímyndin var avkvettu og royktu hendurnar. Um Balolo missiónina Sviin E. J. Sjøblom, sum fyrst arbeiddi fyri Balolo missiónina í 1892 er kendur fyri at vera ein tann fyrsti, sum fanst at viðferðini av teimum inføddu. Balolo hevði fýra støðir í Congo. Bonginda, har Daniel virkaði, var onnur av støðunum hjá Balolo missiónini sum Casement vitjaði. Henda støðin var stovnað í 1891. Casement vitjaði her 22. august á veg niðan eftir Congoánni, men steðgaði á veg omaneftir 5­9. september. Tey sum tá vóru knýtt at støðini vóru Armstrong og konan, Heinreich Wallbaum, Ándré Boudor, Padfield og konan umframt Daniel. Tískil hevur samlaða manningini verið 7 fólk. Annars skilst av keldunum, at tað er nokk so fitt av trúboðarum, sum eru komnir til Congo at virka fyri Balolo missiónini, men sum seinni fara at virka fyri aðrar missiónir. Frágreiðingin kann hava verið tann, at Balolo missiónin hevur verið leidd patriakalsk, ella meira at kalla einaræðisliga og kann hetta hava skapað tvístøður. Bonginda gjørdist hóttan móti Leopold kongi Missiónsstøðin hjá Daniel kallaðist Bonginda. Her skal verða endurgivið úr bókini Mission and State in the Congo, skrivað av David Lagergren, sum viðgerð viðurskiftini millum almennu myndugleikarnar og protestantisku trúboðararnar fram til 1903. Í 1902 byrjaðu viðurskiftini millum partarnar at versna. Ein nýggjur embætis­ maður í økinum gjørdist sera kritiskur móti Balolo missiónini. Hann royndi at trýsta skúlarnar hjá missiónini at hava franskt sum lærugrein, men hetta varð avvíst, grundað á altjóða sátt­ málan um Congo frá 1885, sum tryggjaði missiónunum frælsi. Men viðurskiftini versnaðu staðiliga í samband við kanning­ arnar hjá Casement í 1903. Í fyrsta umfari varð Casement móttikin við sóma av embætis­ monnum á støðum, har hann vitjaði. Men skjótt fingu belgiarar ta fatan, at vitjanirnar hjá Case­ ment førdu til andstøðu móti myndugleikunum á rutuni hjá honum. Her verður nevnt eitt dømi um eina hending, har Daniel var ein partur. Ein umboðsmaður fyri eina gummifyritøku Spelir at navni, hevði siglt framvið Bonginda, tá ið Casement var har. Tá høvdu nakrir innføddir rópt eftir Spelier, at nú varð skjótt liðugt við hesum belgiska harðræðinum, og at nú fóru bert bretar at vera eftir. Øll onnur skuldu doyggja. Hetta var grundað á leysatíðindi, sum trúboðarar hjá Balolo missiónini vóru lagdir undir hava hava spreitt. Hetta var óheppið, ikki minst tí europearar vóru til staðar, sum vóru sagdir ikki at látast um vón. Eitt vitni segði tó, at har vóru tríggir hvítir menn Casement og trúboðararnir Daniel og Steel við áarbakkan. Tað var tó bert Daniel, sum skilti hvat ið varð sagt, og hann royndi eisini at steðga hesum rópum. Men henda hending gjørdi sítt til at gera viðurskifti millum myndugleikar og missiónina enn spentari. Í fyrsta umfari vildu myndug­ leikarnir tó ikki fara fram við hørðum fyri ikki at gera ilt verri. Belgiska umdømið í Europa mátti ikki gerast verri enn tað var. Sum eina roynd at slætta sjógv góvu myndugleikarnir boð um nakrar lættar fyri fólkið, sum at minka um tímatalið á tvingsilsarbeiðið niður í 40 tímar um mánaðin. Men hesar ásetingar vóru nú mest á pappírinum. Men trúboðararnir lótu seg ikki kyrra. Teir høvdu nú sæð so nógvar ræðuleikar, at nú vildu teir gera bart. Teir sendu eisini frágreiðingar heim til bløðini í Europa um tað teir sóðu, og viðurskiftini við myndugleikarnar versnaðu dag fyri dag. Ein roynd at hevna seg var at ákæra trúboðararnar fyri ólógligan handil. Nú broyttist eisini hugburðurin hjá Leopold kongi mótvegis trúboðarunum. Hansara royndir at blíðka trú­ boðararnar vóru miseydnaðar. Frágreiðingin hjá Casement var almannakunngjørd, hóast royndirnar hjá Leopold at steð­ ga hesum. Samstarvið millum Casement og serliga trúboðar­ arnar hjá Balolo missiónini var meira og meira opinlýst. Tað, sum nú ráddi um hjá Leopold var at avmarka virkið hjá Balolo missiónini mest gjørligt. Tað var eisini skotið upp at byggja almennar eftirlitsstøðir um hvørja fíggjarliga sinnaða missiónsstøð. Hetta bar nú ikki til. Men tað var bygd politistøð beint við missiónsstøðina í Baringa, sum var í sama øki sum Bonginda. Hon skuldi hava eftirlit við tí, sum gekk fyri seg á missiónsstøðini. Fyri Daniel var úrslitið, at hann eftir at vera farin heim til Bretlands í 1903 var óynsktur av myndugleikunum at koma aftur til Congo. Hann var ov vandafullur fyri stýrið har, og betri eftirmæli kann hann neyvan hava ynskt sær. Avleiðingin av Casement frágreiðingin Sjálv frágreiðingin hjá Casement fyllir 70 síður í bókini, sum er útgivin. Afturat hesum er í bókini dagbókin og skjøl, sum undir­ byggja frágreiðingina. Her er eitt kapittul fyri hvørt stað á leiðini, har Casement hevur kannað viðurskiftini. Hann var so væl fyri, at hann hevði verið á somu leiðum í 1887, og tí kundi hann sammeta støðuna nú og tá. Í øllum førum kundi hann staðfesta, at fólkatalið var munandi minkað. Greitt verður frá eini teirru fyrstu bygdini Casement vitjaði, eftir at Daniel var komin umborð. Her vóru teir í tveir dagar. Í 1887 høvdu verið 5.000 fólk her, men nú vóru tey bert 600 eftir. Soleiðis var tað yvirhøvur. Her skal vera skoytt uppí, at frágreiðingin sum belgisku myndugleikarnir góvu fyri hesa minking í fólkatalinum var, at fólkini vóru deyð av sjúkum, og av hesum var sovisjúkan tann álvarsamasta. Hetta er partvíst rætt. Men víst verður eisini á, at slíkar sjúkur raka mest, har fólkið er illa fyri framman undan, og tað var júst tað, sum var galdandi í Congo. Fremsta beinleiðis orsøkin fyri minkaða fólkatalið er framvegis framferðin hjá myndugleikunum. Mett verður, at fólkatalið í Congo minkaði úr 20 í 10 milliónir í tíðarskeiðnum hjá Leopoldi. Casement er heima aftur í Bret­ Søgan um Epondo er eisini ein partur av søguni hjá Daniel Hetta er missionsstøðin í Bolenge, ikki langt frá støðini, har Daniel arbeiddi Edmund Morel gjørdist ein partur av hesi søgu við síni skipaðu herferð móti Leopold kongi og ræðuleikunum í Congo. Daniel J. Danielsen gjørdist eisini ein sameindur hjá honum Havnin í Antwerpen, har Edmund Morel fekk varhugan av, at ikki alt ruggaði rætt í flutninginum millum Congo og Belgien