mikudagur 21. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
3. partur
Avkvetta hondin hjá
Epondo
Sum eitt meira útgreinað dømi
um, hvat ið Casement saman við
Daniel kom út fyri, skal verða
greitt frá einum degi á ferðini,
sum tað er greitt rættuliga væl
frá. Hetta er 7. september 1903,
tá ið tað nærkast endanum á
ferðini og teir eru á veg oman
eftir Congoánni.
Í sjálvari dagbókini verður sagt
um hendan dagin:
Fór til Ekansa við Armstrong og
D(anielsen). Ræðuligur standur.
Tað verður sagt frá teirra ørindi
í einum undirskjali til sjálva
frágreiðingini, har greitt verður
frá støðuni í ymiskum pørtum
av rutuni hjá Casement. Her eru
vit komin til Bonginda, sum júst
er heimabeitið hjá Daniel. Her
var ein av missiónsstøðunum
hjá Balolo missiónini, har hann
arbeiddi saman við seinni
umrødda Armstrong.
Bonginda var ein miðdepil fyri
gummídnaðinum, har støðan var
eina ringast, og tí hevur Daniel
góðan kunnleika til umstøðurnar.
Teir fara frá missionsbátinum
niðan eftir ánni í eini kano til
eitt pláss, sum var um 8 míl frá
Bonginda. Her drógu teir kanoina
á land. Frá áarbakkanum vóru
einar tvær míl til gongu.
Casement greiðir frá: ”Frá nær
og fjar koma fólk at biðja meg
um at hjálpa teimum. Tey mundu
vera eini 100, sum vóru offur
fyri ymiskan harðskap. Eg var
knappliga hildin uppat at vera
konsul, sum ferðaðist í einum
fremmandum landi. Nú var eg
blivin ein kanningarleiðari fyri
kriminelt virksemi”.
Eitt av hesum málum var tað
hjá Epondo, sum er ein góð
einstøk lýsing av viðferðini av
fólkinum. Her skal vera endurgiv
in ein samandráttur av tí, sum
í frágreiðingini verður kallað
Epondo sakin:
”Her fann eg ein vaktarmann
hjá La Lulanga Kompanínum og
ein hóp av innføddum. Eftir eina
løtu kom ein drongur um 14 ára
gamlan. Um vinstra arm hevði
hann ein skitnan klodda. Tá ið eg
tók kloddan av, sá eg at vinstra
hondin var kvett av, og at tað
vóru merkir av skotum longri uppi
á forarminum. Drongurin segði,
at hann kallaðist Epondo. Hann
greiddi frá, at ein vaktarmaður
hjá nevndu fyritøku hevði kvett
hondina av honum.
Eg royndi saman við teimum
innføddu at finna fram til hendan
mannin, og tað eydnaðist at fáa
hendur á honum, sum hann gekk
í bygdini við eini byrsu. Síðan
setti eg Epondo framman fyri
hann, og Epondo legði vaktar
mannin undir at hava løstað
seg. Høvdingurin í bygdini var
eisini til staðar og stuðlaði hesi
útsøgn. Vaktarmaðurin, sum
kallaði seg sjálvan Mbilu, og av
øðrum varð kallaður Kelengo,
kundi ikki svara hesum ákærum.
Hann royndi veikt at geva øðrum
vaktarmonnum skuldina. Hann
segði, at vaktarmaðurin undan
honum hevði kutað nógvar hend
ur, og at tað helst eisini var hann,
sum hevði gjørt seg inn á Epondo.
Tey innføddu, sum sótu har
umkring søgdu, at tað vóru tveir
aðrur vaktarmenn í býnum,
men teir vóru ikki so ringir sum
Kelengo, sum teir søgdu vera
eitt illmenni. Tað vóru eisini fleiri
onnur sum greiddu frá hansara
illgerðum. Millum annað, at hann
hevði bundið konuna hjá einum
teirra uppí eitt træ og ikki slepti
henni leysa, fyrr enn hann fekk
eitt loysigjald.
Kelengo royndi at skáka sær
undan við at tosa uttanum, men
her var talan um eina so greiða
vitnisførslu frá so mongum vitn
um í bygdini, at eingin ivi var um,
hvør ið syndarin var.
Undir hesi avhoyring var Daniel
til staðar saman við trúboðara
felaganum W. D. Armstrong,
og teir báðir skrivaðu undir
rættleikan av avhoyringini. Sum
lokalkendur kundi Daniel eisini
vera við til at geva sítt íkast til
hesa avhoyring, tá ið ivamál var
um tíðarfesting.
Eitt serligt eftirspæl
Júst henda frásøgn fekk ein ser
ligan leiklut í tí, sum seinni hendi.
Longu áðrenn frágreiðingin kom
alment fram, royndi fólkið hjá
Leopold at undirgrava trúvirðið á
henni.
Casement hevði tikið Epondu
við til nærmasta embætismann,
har hann ákærdi vaktarmannin.
Men embætismaðurin setti
ein almennan dómara at kanna
málið, og hesin hevði fingið
Epondo at taka ákæruna aftur.
Nú var søgan tann, at drongurin
var bitin av einum villsvíni, og at
kolbrandur var komin í hondina,
sum so mátti takast av.
Hetta varð nýtt sum grundarlag
at sáa iva ikki bert um hesa frá
søgn, men um frágreiðingina hjá
Casement sum heild.
Men hetta góðkendi Casement
als ikki. Hann vísti millum annað
á, at Epondo hevði greitt sár frá
skotvápnum.
Bretska uttanríkisráðið gav
Makkarin hjá Dollanum
varð hongdur av bretum!
Í hesum parti av frá
søgnini um Daniel J.
Danielsen frá hans
ara virksemi í Congo
eru fleiri frásagnir í
samband við ferðina
saman við Casem
ent, sum fekk eina
heilt ótrúliga lagnu.
Aftaná Congo varð
hann heiðraður við
aðalsheiti av somu
bretum, sum í 1916
hongdu hann! Aftur
komin til Bretlands
er Daniel í fyrstu røð
í herferðini, sum at
enda fellur Lepold
kong í Congo
Hendan myndin av Dollanum og Linu varð tikin, beint áðrenn tey fóru niður til
hansara sjúkraviðgerð í juli 1916, sum hann doyði í oktober
Roger Casement á ferð síni í Congo
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo