mikudagur 21. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 226 - 21. november 2007
Fríggjadagin var mót
tøka yviri á Frúutrøð
í nýggju hølunum hjá
Advokatskrivstovuni
Advokatskrivstovan er júst
flutt frá Fr. Petersensgøtu.
Áðrenn tað var hon í hølum
hjá Køkubúðini. Aftur áðrenn
tað var hon hjá Jacob Lützen
á Áarvegnum. Tað er óneyð
ugt at siga, at hvørja ferð er
flutt í størri høli. Manningin
verður eisini størri og størri,
og nú eru tey 19 sum arbeiða
her.
Fyrst í oktober høvdu vit
eina grein í samband við, at
tað vóru 40 ár síðan, Halgir
W Poulsen kom til Føroyar
at arbeiða, og var hetta eis
ini fyri ein stóran part søgan
hjá Advokatskrivstovuni.
Í hesum sambandi greiddi
vit frá, at Petur Alberg í síni
dagbók greiddi frá, tá fyrsti
sakførarin kom til Føroyar
tann 15. Juli 1899. Hann
kallaðist Alberg Weihe, men
Petur Alberg ivaðist í, um
tað í heila tikið var grundar
lag fyri einum sakførara í
Havn! Hann fekk eisini rætt
í fyrsta umfari.
Hesin sakførarin hevur
heldur ikki gjørt nógv um
seg, tí Halgir hevur als ikki
hoyrt um hann. Hann er held
ur ikki nevndur í Havnarbók
ini hjá Birgar Johannesen.
Í samband við henda stubb
an fóru vit at kanna málið.
Nøvnini Alberg og Weihe
bendu á samband inn til Søld
arfjarðar og Lamba. Um nak
ar kundi fáa greiðu frá hes
um, so er tað Maria Jacobsen
á Glyvrum, og tað kundi hon
eisini. Hon hevur fylgjandi
upplýsingar:
Poul Alberg Vilhelm Mart
in Weihe var føddur 21.5.
1860 í Lamba. Pápin var
Hans Petur Weihe á Bønhús
mørk (18111909) í Lamba
og mamman var Maria
Emilie Andreette f. Holm í
Kvívík (18201877).
Alberg var yngstur av
níggju systkjum. Hann hevði
danska konu, Camilla f. 18.7
1875.
Tá ið tey komu til Føroyar
eiga tey tvær døtur: Eva, f.
6.4. 1897 og Emilia, f.
20.11 1898 í Keypmanna
havn. Tey búði í Húsagarði
úti á Reyni. Húsini átti
Katrina Jacobsen.
Tey eru farin skjótt til
Danmarkar aftur. Orsøkin
var snøgt sagt tann, at tað
var ov lítið at gera sum sak
førari. Tey fingu tilsamans
tveir synir og tríggjar døtur,
og tey trý børnini, sum eru
komin afturat, eru helst
eisini fødd í Danmark.
Tað var spell, at Alberg
skuldi koma einsamallur til
Føroyar. Tað er viðurkent,
at skulu sakførarar kunna
fáa nakað burtur úr, so
mugu teir vera minst tveir,
so teir kunnu leggja sakir
móti hvørjum øðrum!
Vit hesum ókenda broti av
okkara sakførarasøgu, vilja
vit ynskja Advokatskrivstov
uni tillukku við nýggju høl
unum.
ó.
Fyrsti sakførarin mátti
rýma av landinum aftur
Ólavur Jákup Kristoffernsen
beyð fólki vælkomin
Uttan hesar kann so einki gerast: Skrivararnir eru f.v. Maiken
Hammer, Birita Thorleifsson, Kára Berg og Bodil Holm Jacobsen
Jens Andreas Vinther, advokatur á Advokatskrivstovuni, uttan til høgru
saman við pápanum Andrassi, mammuni Sólrun og systrini Heidi
Sverri Mortensen var
eisini við. Hann plagar at
svimja saman við Halgir
Kjartan Joensen man vera góður klientur hjá Christian
Andreassen og Niels Winther Poulsen, advokatum á
Advokatskrivstovuni
Hildubjartur Johansen,
kendur frá Lønjavningar
grunninum. Hann er verfaðir
Ólavur Jákup Kristoffersen
Tað er eisini balkong. Her síggjast millum onnur Halgir W Poulsen og Heðin Mortensen
nøvn