Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 21. november 2007 15 Andlát og jarðarferðir Elsebeth Jacobsen úr Runavík, vanliga nevnd Hennebeth, andaðist mánamorgunin, 79 ára gomul. Olivur Veihe, Porkeri, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi mánadagin, 86 ára gamal. Hákun Lamhauge úr Vestmanna andaðist mánadagin, 89 ára gamal. Bønarhald verður í kap­ ellinum hósdagin klokkan 10. Jarðarferðin verður úr Vestmanna Kirkju sama dag klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Hákun, kunnu lata Vestmanna kirkju eina gávu. Sálmabókin verður nýtt. Andlát og jarðarferðir Bjørn Harlou er farin, bert 61 ára gamal. Boðini vóru tung og komu dáttliga, men ikki óvæntað, tí Bjørn hevur leingi verið álvarsliga sjúkur. Saknurin er stórur, tí vit hava mist okkara kæra vin og starvsfelaga, sum var so einastandandi arbeiðssamur, gávuríkur, gløggur og loyalur. Bjørn Harlou byrjaði í starvi sum landsdjóralækni í oktober 1995. Tey fyrstu árini í landsdjóralæknaembæt­ inum var høvuðsuppgávan hjá Bjørn at gera uppskot til neyðugar dagfør­ ingar í lóggávuni innan veterinera økið. Hetta var ein sera tung uppgáva, tí fleiri høvdu ta fatan, at broytingar skuldu ikki fremjast í verki. Serliga trupult var tað at fáa eina felags fatan av, at vit høvdu fyri neyðini at laga okkara regluverk til altjóða lóggávu, tvs. at seta í verk ES­reglur innan veterinera økið. Bjørn gekk á odda í bygnaðarbroyt­ ingunum, sum framdar vóru innan veterinera økið, tá sokallaða heilsu­ frøðiliga avtalan varð gjørd við ES í 2000. Havbúnaðarfelagið hevur ført fram, at hesar broytingar, sum framdar vórðu, hava verið kollveltandi fyri fiskaaling í Føroyum, sum hevur verið fyri so stórum framburði, at laksa­ og sílaalingin í Føroyum í dag virkar undir betri heilsuligum umstøðum, enn nakra staðni í heimin­ um. Fyri hettar avrik hevur Bjørn fingið fremsta pláss í føroysku alisøg­ uni. Bjørn gekk eisini á odda, tá hann fekk gjørt avtalu við ES um loyvi at koppseta móti ILA í Føroyum. Bjørn var eitt sjáldsama væl begáv­ að menniskja og fakliga var Bjørn langt frammanfyri sína tíð. Hann hevði ein framúr góðan humor og loyvdi sær at seta spurnartekin við øll tey sjálv­ fylgiligu úttalilsir, sum falla manna millum. Hann tordi at síggja verðina frá sínum egna sjónarhorni – og ikki minst at undrast á, hví verðin er, sum hon er. Bjørn sendi okkum ofta nøkur vís­ dómsorð at hava við á vegnum, tá farast skuldi undir eitthvørt átak. Eina ferð hevði Bjørn gjørt sær sínar tankar um ”Omstillingsparathed i en globaliseret verden” og sendi okkum eitt citat frá ár 54­68 e.Kr. eftir Gaius Petronius, sum var rómverskur kons­ ul undir Nero keisara. ”Vi arbejdede hårdt, men hver gang vi begyndte at fungere, blev planer om omorganisering iværksat. Jeg lærte senere i livet, at vi er tilbøjelige til at møde enhver ny situation med omorganisering. Og jeg lærte også, hvilken vidunderlig metode dette er til at skabe illusion om fremgang, mens det i virkeligheden forårsager kaos, ineffektivisering og demoralisering.” Tær broytingar og ”omstillingsparat­ hed i en globaliseret verden”, sum Bjørn hevur staðið fyri, hava verið einki minni enn eitt bragd fyri føroyska samfelagið. Bjørn kundi, sum fáur, greina torgreidd mál og koma við konstruktivum loysnum. Hann hevði innlit og áhuga fyri vísind. Tað merktist týðiliga, at Bjørn hevði hjartað við í øllum fakligu viðurskiftum sínum. Hann hevði mót og vísdóm til at koma til eina niðurstøðu, sum ikki altíð var eyðsæð fyri øðrum. Landsstýrismaðurin og vit starvs­ fólk í Vinnumálaráðnum lýsa við hesum frið yvir minnið um okkara kæra vin og starvsfelaga Bjørn Harlou, landsdjóralækna. Tinganes, tann 20. november 2007 Vinnumálaráðið Minningarorð um Bjørn Harlou landsdjóralækna Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu samkenslu, tá kæri pápi, verpápi og abbi okkara Bendix Bærentsen Vestmanna andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestar, berarar, sangarar, kirkjutænarar og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Eisini takka vit heimasjúkrasystrunum, starvsfólkunum á Mørkini og á Landssjúkrahúsinum fyri røkt og umsorgan ta seinastu tíðina. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Eldrasambýlið í Vestmanna. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Masa og Uffe Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi, og langabbi Joen Hillebert Niclasen Sørvágur andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Ingu Poulsen Dam prest, berarar, sangarar, kirkjutænarar og til tykkum í Missiónshúsinum, sum hjálptu til við ervinum. Ein serstøkk tøkk til starvsfólkini á Ellisheiminum á Sýnini fyri røkt og umsorgan ta seinastu tíðina. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Ellisheimið á Sýnini. Eisini tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elly, Nancy og Helena Dagurin 22. november. Cecilia, deyð umleið ár 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínsluváttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann blinda. Nikolai Mohr føddur hendan dagin í 1742. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaði sonur og bróðir Trygvi Kvilt Skála andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til í heiminum. Tøkk til Jógvan Fríðriksson, prest. Tøkk fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar, organist og kirkjutænara, berarar og gravara. Tøkk fyri uppringingar, blómur og kransar, og tøkk tit øll, ið hjálptu á annan hátt. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Vegna tey avvarðandi Katrin, Tórhild, Elinborg og Jórun Eins og seinastu mongu árini fer Føroya Heimavirkis­ felag at hava sína árligu jólasølu. Í ár verður sølan hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi komandi vikuskifti 24. og 25. november. Fleiri enn 60 luttakarir verða og sýna fram, tað tey gjøgnum árið hava lagt úr hondum. Seinastu árini er vøruúrvalið vaksið í ymisk­ leika og dygd, og hevur vøran eisini fylgt rákinum í tíðini viðvíkjandi sniðgev­ ing, tó við rót í tí gamla sið­ bundna handverkinum. At fáa er sostatt bæði siðbundi føroyskt, so sum pløgg til føroyska búnan, og annað virkað við nútíðar íblástri og tøkni. Harumframt er vøruúrvalið bæði til børn og vaksin, yngri sum eldri, og eisini er møguleiki at hugna sær við kaffi/the og einum góðum bita afturvið. Jólasølan er opin so­ leiðis: Leygardagin 24. november frá kl. 10 – 19. Sunnudagin 25. november frá kl. 14 – 19. Atgongumerkið kostar kr. 25,00 fyri vaksin, með­ an fyri børn er tiltakið ókeypis. Samstundis er at­ gongumerkið lutaseðil um 3 gávukort á kr. 500,00 og 3 á kr. 300,00 úr handli fel­ agsins Tina Mik í Niels Fin­ sensgøtu 35 í Tórshavn. Jólasøla hjá Føroya Heimavirkisfelag Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801