mikudagur 21. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 226 - 21. november 2007
–soøllvísindalig
hugsing,raðfestingarvið
meira,taðkannalt
samaltgerataðsama;tí
viðbíbliuniíhondfara
bláoygduhugsjónar
fólkiniatbjargaverðini
undaneiniveraldarvíðari
upphiting...ja,taðskalso
vera“viðKyotoíhond”,
sjálvandi
sjónarmið
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tað, at “Kyoto” nú eisini er
komið í gildi vegna Før
oyar, er ein vanlukkulig
áminning um hvussu inni
læsta og ørvitisliga kjakið
um veðurlagsbroytingar er
í fullfíggjaðum uppisetri
við køldum skilvísi, men
stúvstappað við kvasi
átrúnaðarligari fanatismu.
Sinnisrørslurnar bróta í
bæði borð sum trúgvandi
so oftani royna at devuls
liggera, lítilsvirða og teppa
hasi, ið finnast at lærusetn
ingunum í umhvørvis
fundamentalismu.
Í Føroyum tykjast øll at
stuðla einum frumskjali, ið
á dularfullan hátt fer at
bjarga okkum undan einum
samanpentaðum armagedd
on. Stuðlarnir fevna líka
frá løgtinginum og vanliga
vísindagrundaðum stovn
um til eina flóðaldu av
romantiskum Gaiaverum.
Sjálvt óheftir stovnar, so
sum okkara almenna tón
leikarás í Sortudíki, hava
verið virknir luttakarir
soleiðis sum teir við mikro
fonhaldandi alski hava
svølgt serliga hasa lítið
virðiligu geylanina hjá
Boga Hansen, havstreyms
granskara. (Tí at siga, at
javnaðarsliga tíðindastovan
hjá Jóhann Mortensen er
partísk, er nevniliga at gera
glæsiliga lítið av.)
Vit hoyra hesar ófrætta
boðarar tosa um hvussu vit
sita á eini tíðarstillaðari
bumbu, men at “vit kanska
kunna skáka okkum undan,
um bert heimurin ger okk
urt, og tað beinanvegin”.
Og opinberiliga nýtist
okkum ikki at óttast, tí ein
greið loysn er fyri hond:
vit skula øll somul brúka
nógv minni av øllum og
soleiðis minka um útlátið
av CO2! Faktiski kostnað
urin av slíkum minkingum
verður treytaleyst kveistr
aður burtur av tí at “ein
minking í CO2útlátinum
og framburður kunna fylgj
ast”. Og faktiska úrslitið
vegna umhvørvið av hes
um politikki, har tú roynir
at minka teg niður fyri at
fáa bilbukt við veðurlags
broytingarnar, verður somu
leiðis kveistrað burtur.
Har tykjast vera nógvar
“grundgevingar” aftanfyri
at samtykkja Kyoto. Ein
snýr seg um hvussu týð
andi tað er hjá bláoygdum
hugsjónarfólki, at tey mót
vegis verðini, ella Gaia,
verða “sædd” at gera
okkurt, meðan ein onnur
um hvussu týðandi tað er
hjá hesum ‘dogooders’ at
hava okkurt at flokkast um,
og harvið prógva, at tey
elska heimin mest.
Av hesum halda tey, at
um vit nú bert blaka ein
pengaposa eftir trupulleika
num—og nokkso oriental
skt kalla hann Kyotofrum
skjalið—kunna vit fram
haldandi ferðast til Kreta at
brúnka holdið, ella India at
finna okkum sjálvi, skúgva
Lomborgsa óndu ætlan um
at granska og menna okk
um út úr trupulleikanum til
viks og, ja, annars krossa
alt tað, ið krossast kann,
meðan vit bíða.
Og bíða er júst tað, sum
tey og vitonnur koma at
gera. Tí hvat handa nega
tiva atgongan til at loysa
“alheimsupphiting” ger, er
einans at seinka hasa upp
hitingina frá 2100 til 2106.
Framúr úrslit fyri eina fuck
ing asins rúgvu av peng
um, má eg siga.
So alt skilvísi, øll vís
indalig hugsing, tað kann
alt samalt gera tað sama; tí
við bíbliuni í hond fara
bláoygdu hugsjónarfólkini
at bjarga verðini undan eini
veraldarvíðari upphiting...
ja, tað skal so vera “við
Kyoto í hond”, sjálvandi.
Fyri tveyhundrað árum
síðani var vinstrivongurin
annars ein ótrúliga skyn
semislig rørsla—allar
áskoðanir tóku støði í skyn
semi. Vinstrivongurin fyri
tveyhundrað árum síðani
trúði upp á ensyklopediir,
upp á óvikandi sannroyndir
og sannleika og opið kjak;
og tað, at tamarhald á hes
um grundreglum førir til
eitt betri samfelag.
Men síðani tá er vinstri
vongurin fallin fyri roman
tikkinum og soleiðis vorðin
kenslugrundaður. Hann
heldur, at vit kunna gera
alt samtíðis. Hann er vorð
in dreymlyndur og veikur.
Hann lenar seg at eini bar
báriskari útgávu av islam,
sum heldur sekularisering
vera eitt “vesturlendskt
fyribrigdi”. Hann trýr upp
á mentanarligt fjølbroytni,
sum góðtekur, at tú flensar
kynsgøgnini hjá
smágentum.
Ja, vinstravongurin trýr
upp á “alternativan heili
vág” og duldarspeki; at alt
kann sáast iva um, og at
USA er hin ræðuligasta
kraftin til. Hetta er stórt
spell, og tí er tað, at liberal
stríðast fyri at skumpa
verðina aftur til skyn
semisstevnuna, sum er ein
skilaða grundin til mat
erialismu—ella vælferð,
um tú vilt.
So tá ið alheimsupphit
ing ikki er hin størsti
trupulleikin, verðin stendur
fyri, eiga vit at loysa hinar
trupulleikarnar—HIV/
AIDS, malaria, føðslutrot,
skitið drekkivatn og, ikki at
gloyma, handilsforðingar,
rotinskap og ov fá fólka
ræði—fyrst. Og, hvaðna
betur, við at loysa hesar
trupulleikar og
sostatt ríka hin fátæka
partin av verðini, minka vit
eisini á nógv mest
úrslitagóðan hátt um
broytingarnar í veðurlag
num umframt at minka um
avleiðingarnar av hesi opin
beriliga óundankomandi
upphiting.
Kortini hevur holistiski
orðagjósturin frá trúboð
andi hugsjónarfólki verið
so ómetaligur, so einsíðað
ur og so út av lagi einfald
ur, at sjálvt lóggevarar og
embætisfólk eru farin at
trúgva, at heimsins mest
átrokandi og mest ógvus
ligasti trupulleiki er
vakstrarhúsgass.
Liberalisturin, hinvegin,
vísir á veruleikan og tørvin
at raðfesta og hevdar, at
fúli bróðurparturin av víð
gongdu og kostnaðarmiklu
átøkunum at hindra
alheimsupphiting fer at
kosta fleiri hundrað milli
ardir krónur. Hann hevdar,
at átøkini eru grundað á
kenslur heldur enn strangt
vísindaligt ætl.
Copenhagen Consensus,
eitt úrval av viðurkendum
serfrøðingum frá øllum
relevantum vísindagrein
um, mælir nevniliga staði
liga frá at byrja við teim
mest víðgongdu átøkunum,
og heldur leggja høvuðs
dentin á meiri hóttandi
viðurskifti sosum skortandi
fríhandil og alheimsliga
vælferð.
Alt hetta kunna vit gera
fyri ein brotpart av tí, hatta
frumkenda frumskjalið
kostar. Atgongan hjá Cop
enhagen Consensus hevði
bjargað milliónum av
núverandi menniskjalívum,
og tað rættiliga skjótt.
Men onkursvegna hava
Kyotoblíðir fjølmiðlar
fingið ta fatan, at ikki bert
eru verðurlagsserfrøðingar
bestir at uppdaga broytingar
í veðurlagnum, men somu
leiðis bestir at koma fram
til eina loysn á trupulleika
num, enntá heildarloysn.
Og serliga við støði í
hesum merkverdiga arb
eiðssetningi hevur orða
skiftið um hvussu vit skula
takkla veðurlagsbroytingar
fullkomiliga kúgað skyn
semisligan dialog og dripið
virðismikið frávik. Hetta er
mestsum stalinistiskur
standur. Raðfesting, kostn
aðarmetingar, effektivitet
ur—hetta eru ultimativ
hugtøk í skynsemisligari
hugsan. Hugtøkini eru eitt
‘must’ fyri øll á øllum
økjum... bara ikki tá ið tað
kemur til “Kyoto” og
hvussu vit best takkla
veðurlagsbroytingar.
Á síðsumri sendi Kring
varpið “Svik við upphiting
ini av jarðarknøttinum”.
Henda helst veruleika
reingjandi sending havnar
frágreiðingini hjá IPCC: at
veðurlagsbroytingar koma
av mannaávum.
Men meðan flest okkara
ypptu øksl, leyp Kyoto
fikserandi prædikumaðurin
í havstreymsgransking
framav sum hann, við
Kyoto í hond, kom spelandi
ímóti viðkvæmum kring
varpshyggjarum við garr
villari frelsu í huga. Men
tað, at Ivan Niclasen letur
føroyska kringvarpsgjald
aran síggja eina løgna og
popputa heimildarsending,
heimilar á ongan hátt slíka
stívrenda øði, slíka avhølv
an, sum hetta orakkulsvar
til hvussu verðin skal rað
festa verðsins trupulleikar
og takkla ein teirra, nevni
liga veðurlagsbroytingar,
kom við.
Bogi vildi hava Ivan at
vísa handa minst líka veru
leikaforbronglandi “Ein
ólagaligur sannleiki” hjá
Big Al fyri at “vísa báðar
síður”, sjálvt um síðstnevn
di ikki lá inni við honum.
Aðramáta, hvat filmsvali
num hjá okkara staðbund
na havstreymsgranskara
viðvíkur, so hevdar jett
flúgvandi Al Gore í besta
umhvørvisanalfabetiska
stíli, at heimshøvini fara at
hækka við 600 sentimet
rum, tá ið antikapitalist
iska IPCC greiðir frá, at
hækkingin verður knappar
39 sentimetrar—faktiskt
tað sama, sum heimshøvini
hækkaðu alla seinastu øld.
Men hey, hvat eru stívir 5
og ein hálvur metur millum
vinir!
Tað er ikki enn vissa fyri
at vit vitna nokkso óvanlig
ar veðurlagsbroytingar,
eiheldur er tað vissa fyri, at
hesar koma av mannaáv
um. Men við tað at møgu
ligi kostnaðurin av einki at
gera óivað verður ov stór
ur, er ein ørgrynna av veru
liga viðurkendum vísinda
fólki og stovnsovastum—
og ikki bert klimaserfrøð
ingum—sannførd um, at
okkurt skal gerast so at
takkla trupulleikan. Men í
mun til umhvørvisfunda
mentalistarnar, sum við
“Kyoto” vilja viðgera
‘symptomið’, vilja skyn
semisgrundaðu serfrøðing
arnir heldur viðgera trupul
leikan, sum er at granska
og menna okkum út úr
honum.
Hetta er bíligari og fríar
eisini eina asins rúgvu av
peningi til at loysa aðrar,
týdningarmeiri og meiri
hóttandi, trupulleikar. Peng
ar, sum altso Kyoto nú
rennur avstað við.
Í vesturheiminum royna
skikkað fólk at opna og
skilbøta kenslugrundaða
kjakið um veðurlagsbroyt
ingar; hvussu vit best og á
sinniligan hátt fáa bilbukt
við trupulleikan og minka
um avleiðingarnar av opin
beriligu broytingunum.
Men tey vera av hesum
somu grønu fanatikarum á
órógvandi hátt kveistrað
burtur og niðursáplað fyri
alt annað enn hvat málið
eginliga snýr seg um. Ein
teirra var professari David
Henderson, fyrrverandi
OECDovasti fyri búskap
og hagfrøði, ið dittaði sær
at finnast at tí framferðar
hátti, Kyoto leggur seg
eftir.
Úrslit: frystur úti av teim
um, ið inntil tá hildu hann
halda tað sama sum tey.
Síðani tá hevur hann, full
komiliga heimilað, skírt
Kyotorørsluna fyri “Glo
bal Salvationism”, sum til
alla vanlukku sigur alt.
Hví Bogi og hansara kvasi-átrúnaðarligu
fylgisneytar mugu bjóðast av