Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Nr. 212 - 1. november 2007 Í eini grein í Dimmu í kvøld verður enn einaferð roynt at niðurgerða Javnaðarflokkin. Nú hevur Dimma uppfunnið eitt for­ mansstríð í Javnaðarflokk­ inum ímillum meg sjálvan og fyrrverandi forkvinnuna í Sjálvstýrisflokkinum. Og fyri at seta meg í ringt ljós bæði á javnstøðuøkinum og í einum ella valdsstríði, sum Dimma hevur upp­ funnið, verður beinleiðis tikið til ósannindi. Høgni í Jákupsstovu brúka orku uppá at skriva, at eg havi roynt at hildið Helenu Dam á Neystabø niðri við ikki at fara í far­ loyvi og lova henni á ting. Hetta er beinleiðis ósatt. Eg havi røkt mítt tingstarv til fulnar, men tá mær bars frá í fjør heyst, fór eg í farloyvi í ein ein mánaða og Helena Dam á Neystabø tók sætið fyri meg. Hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvør yvir­ skipaða ætlanin hjá Dimma­ lætting er við jagstrarnini og niðurgerðini av Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin John Johannessen Val Dimma sigur aftur ósatt Við semjum og samstarvi fáa vit betri barnsburðarfarloyvi Nú tosað verður um, at longja barsilstíðina við 4 vikum, hevur sum væntað eisini arbeiðsgevarafelagið eina meining. Arbeiðs­ marknaðurin hevur trot á fólki, og nú verða kvinnur og teirra virðismikli før­ leiki á arbeiðsmarknaðinum gjørdir upp í ársverkum. Men vit eiga at hava førleika til at byggja brúgv millum øll sjónarmiðini frá vikuskiftinum: longri barsilshvíld, trivnaðurin hjá familjunum, javnstøðu og fyrilit fyri arbeiðsmarknaðinum og loysn av spurninginum um fremmanda arbeiðsmegi. Arbeiðsgevarafelagið vil hava mammurnar til arbeið­ is, sum skjótast. Mín fatan er, at mamman helst er ein betri arbeiðsorka, um hon – sum aktuella málið snýr seg um ­ hevur møguleika, at vera heima, til hon hevur kennir seg væl við at fara til arbeiðis aftur. Tað er sjálvandi individuelt, nær tað er. Hon er tó ivaleyst ein meiri nærverandi og fokusera arbeiðsmegi, tá hon er sannførd um at øll familjan trívist við, at hon fer til arbeiðis, enn um hon fer til arbeiðis við fullum bróst­ um av mjólk og svartari samvitsku. Ofta vænta arbeisðgevarirnir jú, at mammurnar eru ”fit for fight”, tá tær koma aftur til arbeiðis eftir barnsburð. Minnist eina kanning fyri nøkrum árum síðani sum vísti, at børn sum vóru heima í eitt ár høvdu færri sjúkradagar enn tey, sum vóru heima í styttri tíð. Hes­ um hava arbeiðsgevararnir sjálvsagt eisini ágóða av – at børnini hava færri sjúkra­ dagar. Tað er ein stressfak­ orur fyri alla familjuna, tá børnini hava sjúkradagar og foreldrini kenna seg sum lús millum tvær negl tí líkamikið hvat, so er onkur ónøgdur. Fleiri okkara minnast kanska eisini kegl á morgni við hús, um hvør nú skal vera heima hjá sjúka barninum, tí bæði hava ovmikið um oyruni á arbeiðinum. Í kjakinum um longt barnburðarfarloyvi eru SO nógv sjónarmið, hug­ burðir, ynski, tørvir og sannføringar. Lat okkum kjakast og finna ta loysn­ ina sum er best fyri før­ oyska samfelagið. Allir partar skulu vera við í kjakinum: Familjurnar, partarnir á arbeiðsmarkn­ aðinum, heilsusystrar og politikarir. Lat okkum saman finna eina loysn – heldur enn forðingar. Latið okkum semjast og samstarva og finna eina loysn har allir partar hava ein ’góðan smakk í munninum.’ Tjóðveldi Bergtóra høgnadóttir Joensen Val - almennur fyrispurning- ur til Jógvan á Lakjuni Í Degi og Viku týskvøldið 20. juni segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, at hendan samgongan hevði nýtt 250 mió. kr. til at byggja miðnámsskúlar fyri. Fari tí at biða Jógvan á Lakjuni um at leggja fram prógv fyri hesum uppá­ haldi. Hvar og hvussu hev­ ur sitandi samgonga nýtt 250 milliónir til miðnáms­ skúlabygging síðani hon tók við – altso frá februar 2004 til januar 2008? Somuleiðis fari eg at biða landstýrismannin vátta ella avsanna hesar upplýsingar: Er tað rætt, at lógarupp­ skot til útbyggingar av øllum miðnámsskúlunum lógu klár, áðrenn Jógvan á Lakjuni tók við sum landsstýrismaður í 2004? Er tað rætt, at eitt liðugt álit og uppskot um skúla­ depil í Marknagili fyri Studentaskúla, Tekniska Skúla og Handilsskúla varð gjørt í undanfarnu samgongu, har allar skúla­ leiðslur tóku lut og vóru samdar? Er tað rætt, at politisk semja var um at fremja hetta beinanvegin – eisini frá Fólkaflokkinum, og at byrjast skuldi í 2004 – og at verklagslógin lá klár? Er tað rætt, at Tjóðveldi longu í 2004 legði hetta uppskotið um skúladepil við studentaskúla fyri tingið í hesum valskeið­ num og einaferð enn í 2006, men at tað varð felt í báðum førum? Er tað rætt, at um ting­ fólk stóðu frítt, so var stór­ ur meiriluti fyri uppskoti­ num, men einstakir ting­ menn blokera málið í samgonguni? Er tað rætt, at Jógvan á Lakjuni ístaðin hevur lagt uppskot fram um (sum samgongan hevur sam­ tykt), at Føroya Handil­ skúli og Tekniski Skúli skulu taka lán til at byggja hølir í Marknagili, har landið skal rinda rentur og avdráttir – og at hetta kost­ ar landskassanum 60 milli­ ónir krónur eyka í rentum, heldur enn at fíggja tað yvir fíggjarlógina? Er tað rætt, at byggingin av hesi lánsfíggjaðu verk­ ætlan í Marknagili ikki er byrjað? Er tað rætt, at Jógvan á Lakjuni legði uppskotið fram, har longu byrjaði Miðnámsskúlin í Vági varð støðgaður av samgonguni – hóast hann var samtyktur og annars hevði staðið liðugur í 2006? Er tað rætt at henda avgerð hevur kostað landskassanum nógvar eyka milliónir til fánýtis – og skúlaungdómi í Suðuroy nógv mist ár við góðum skúlakørmum? Er tað rætt, at støðgingin og útsetingin hjá lands­ stýrinum av skúlabygging hevur stóran eykakostnað fyri skattgjaldaran við sær, tí at byggikostnaðurin er vaksin almikið í bíðitíðini – orsakað av einum óstýrd­ um búskaparpolitikki frá sama landsstýri? Og at enda: Heldur Jógvan á Lakjuni, at tað er í samsvari við sannleikan, tá hann vil vera við, at henda samgongan hevur loyst trupulleikaranar hjá miðnámsskúlunum – og at nú er bara Hoydalar eftir? Ella telur tað eisini við sum loysnir at støðga og forhála skúlabygging við stórum eykakostnaði fyri landið og mistum áhuga og ørkymlan hjá næmingum og starvsfólki? Var hatta rætt um miðnámsskúlar, Jógvan? Tjóðveldi høgni hoydal Val Tíðindaskriv frá Eystur- oyar Tjóðveldisfelag Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði lýst til 2. og møgu­ liga 3. uppstillingarfund til komandi løgtingsval í Eiðis Skúla týskvøldið 30.10.2007 Væl av fólki var møtt til fundar. Úr allari oynni. Og kjakast var dúgliga, serliga um nýggju støðuna sum er íkomin, eftir at Føroyar eru vorðnar eitt valdømi. Fund­ urin var sera konstruktivur hesum viðvíkjandi, ongin mælti ímóti nýggju skipan­ ini, heldur snúði prátið seg um hvussu skuldi ýtast av frameftir, nú ein meiriluti á løgtingi hevði avgjørt at ganga frá teimum 7 valdømunum. Gomlu økisfeløgini vórðu í síni tíð, í stóran mun, skipaði sum uppstill­ ingarfeløg í valdømunum, sum ikki eru til longur. Spurningurin varð tí havd­ ur á lofti, hvussu Eystur­ oyar Tjóðveldisfelag skal skipa seg í mun til nýggju tíðina. Ongin ivast í, at feløgini fáa ein uppaftur størri leiklut í politiska stríðnum enn framman­ undan, spurningurin er bara hvussu Tjóðveldi sum flokkur skal skipa seg, í mun til sínar grundkjarnur, sum eru feløgini í hvørt sínum øki. Á eykaflokstingi, sum varð hildið á Parnassinum seinasta sunnudag, varð lagt upp til, at ein nevnd skal koma við eini tilráðing um, hvussu upp skal still­ ast til komandi løgtingsval ­ og í framtíðini. Nevndin er longu farin til verka, og fer fyrsta dagin at koma við eini tilráðing til aðal­ stjórn floksins um hesi viðurskifti. Skal hámarkið, á 43 kandidatar haldast, er tað mangt sum bendir á, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag framhaldandi skal hava eina kandidatkvotu á 8, sum tað var eftir gomlu skipanini. Í tí trúgv, at hetta verður modellið, sum stillað fer at vera upp eftir, var bæði annar og triði, og harvið endaligi uppstillingarfund­ ur, hildin Eysturoyar Tjóðveldisfelagsins vegna. Nevndin boðaði frá, at tey fimm valevnini, sum høvdu játtað at vera upp­ stillað á fyrsta uppstilling­ arfundi, sum varð hildin í Fuglafirði í juni mánaði, framvegis stóðu á lista­ num. Á fundinum í kvøld vórðu trý onnur valevni skotin upp, og tey játtaðu øll somul at stilla upp. Ongi onnur uppskot vóru, harvið er uppstilling­ in endaliga liðug í Eystur­ oyar Tjóðveldisfelag, og listin sær nú soleiðis út: • Kristina Berg, studentaskúlalærari, Fuglafjørður. • Olga Biskopstø, cand comm., Syðrugøta. • Tórbjørn Jacobsen, skipari, Glyvrar. • Olaf í Garði Joensen, maskinmeistari, Eiði. • Sonni Johansen, stjóri, Strendur. • Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri, Leirvík. • Kristbjørg Tofte­ gaard, røktarheims­ leiðari, Skála. • Petur í Túni, skipari, Toftir. Nú felagið er liðugt við uppstillingina til løgtingsvalið, fer nevnd­ in at heita á allar eystur­ oyingar og allar føroy­ ingar annars, um at taka lógvatak um stevnu Tjóðveldisins, soleiðsni, at mál floksins um einar frælsar Føroyar verður rokkið sum skjótast. Politiska naggatødnin, fløkjan og armóðsstøð­ an, sum sitandi sam­ gonga hevur komið tjóðini í, má og skal fáa ein enda og greiðast, soleiðis at Føroyar fáa ein sjálvstøðugan pall í alheims samfelagnum hiðani og frameftir. Tað hevur bara verið ein lunnadragari á løg­ tingi í hesum stríði síðani 1948 og hann er framvegis einasta amboðið við politisku knotunum, ið skula til fyri at fremja hesa sjálv­ søgdu ætlan í verki. Tað er Tjóðveldi. Gott val. Jónsvein Bjartason, formaður. Eysturoyar Tjóðveldisfelag Uppstillingin í Eysturoynni er liðug 59