Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 226 - 21. november 2007 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Volvo eru kendir fyri sítt ótroyttiliga arbeiði við akivari og passivari trygd í sínum bilum. Fleiri nýggjar trygdarskipanir eru nú ávegis í fleiri av Volvo modellunum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sviar hava í mong ár gingið á odda, tá tað kemur til trygd í bilum. Nú eru fleiri nýggjar trygdarskipanir á veg í nýggjastu Volvo bilarnar. Volvo Cars arbeiða int­ enst við at loysa trupulleik­ arnar við at bilar verða ákoyrdir aftanífrá. Millum nýggjastu trygdarskipanir­ nar eru »Adaptive Cruise Control« og »Distance Alert«, sum hjálpa bilførar­ anum við at halda rætta frástøðu til tann sum koyrir frammanfyri. Ein onnur trygdarskipan er »Collision Warning with Auto Brake« – ein ávaring­ arskipan, har bilurin sjálvur bremsar, um bilførarin ikke reagerar, tá ein samanstoytur við tann sum koyrir framm­ an fyri er næstan óumgongi­ ligur, ella bilurin er við at koyra á eitt hvørt. Nýggja skipanin verður at fáa til Volvo S80, V70 og XC70 síðst í 2007. Nýggjar trygdarskipanir frá Volvo Eins og Volkswagen hava Autostadt í Wolfsburg í Týsklandi hava BMW bygt ein stóran og sermerktan bygning í heimbýnum München, har kundarnir nú kunnu koma at heinta sín nýggja BMW. Nógv var gjørt burturúr tá bygningurin, sum hevur kostað 1,9 milliardir krónur at byggja, varð tikin í nýtslu. Roknað verður við at umleið 850.000 fólk árliga fara at vitja BMW Welt, sum bygn­ ingurin eitur, og at 50.000 kundar koma at heinta sín nýggja BMW har um árið. Umframt levering og framsýning av bilum og øðrum BMW útbúnað og eykaútgerð eru eisini mat­ stovur, kaffistovur og okk­ urt til børnini. Eisini er stórt savn við gomlum BMW bilum og hølum til konsertir og seminar. BMW Welt er bygdur við síðuna av høvuðskvarterin­ um hjá BMW á adressuni Am Olympia Park 1, beint við Olympia stadion, har olympisku leikirnir vóru í 1972. mg Flottur BMW bygningur í München Saab testa í løtuni eina skipan, sum ávarar bilfør­ aran, um hann ella hon verða troytt og eru um at sovna undir koyring, og harvið ikki sansa tað sum gongur fyri seg á koyri­ breytini. En kombinatión av opt­ iskum og akustiskum signalum fáa skipanina til at ávara bilføraran við vibratiónum í setrunum og akustiskum signalum. Talan er um Saab 9­3, ið verða testaðir við hesi skip­ an, sum t.d. týskarar hava sýnt stóran áhuga, og nógv hevur verið skrivað um skipanina har. Eitt lítið infrareytt kam­ era registrerar eyguni á bil­ føraranum, og skipanin virkar eisini um bilførarin t.d. hevur myrkar sólbrill­ ur. mg Einki við at sovna Skipanin ávarar bilførarar sum gerast troyttir og eru um at sovna undir koyring BMW Welt er ein sermerktur bygningur í München við dupultari keylukonstruktión Høvuðssætið hjá BMW í München, bygt upp sum fýra sylindarar Ein av nýggjastu trygdarskipanunum hjá Volvo Cars er »Collision Warning with Auto Brake« Nýggja skipanin verður t.d. at fáa til Volvo S80 Saab 9-3 verður testaður við nýggju skipanini