Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 Sjónleikarhúsið í Havn var í gjár karm­ ur um ikki minni enn tvær bókaframløgur. Apollonia, sum Ed­­ vard­ Fuglø hevur skrivað og mynd­prýtt, og triðju bókina í røð­ ini um lítla skrímslið, sum Rakel Helmsd­al og onnur hava latið úr hond­um RigmoR Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Bókadeild Føroya Lærara­ felags stendur fyri útgávu­ num av tveimum nýggjum upprunaføroyskum bókum. Talan er um bókina Apoll­ onia eftir Edvard Fuglø, og Myrkaskrímsl, sum Rakel Helmsdal og onnur hava skrivað og myndprýtt í norð­ urlendskum samstarvi. Vit vóru til hugnaligu framløguna í Sjónleikarhús­ inum í gjár, har upplestur, sangur og frágreiðingar frá høvundunum vóru á skrán­ ni. Eins og at Sjónleikarhúsið legði pall til framløgurnar, er húsið eisini karmur um vøkru bókina hjá Edvard Fuglø, Appolonia. Hetta er fyrstu fer vit upplivað hann bæði sum høvund og mynd­ prýðara. Apollonia er ein gomul grá genta, sum arbeiðir í einum leikhúsi, har hon seymar og vælir um búnarnar hjá leikaru­ num. Ein dagin, hon er nið­ ri í klædnagoymsluni, kann hon ikki lata vera við at lata seg í kjólan hjá Ofeliu úr leikinum Hamlet hjá Shake­ speare, og knappliga er hon stødd í sjálvum leikinum. Bókin er egnað til tey 8­ 10 ára gomlu, sum á hendan hátt fáa innlit í fleiri leikir hjá Shakespeare, umframt at upplivingarnar hjá Apoll­ oniu eru sera spennandi. Magiska eskjan Edvard Fuglø greiddi frá, at hann hevði sína dagligu gongd í Sjóleikarhúsinum í sjeyti­ og áttatiárunum, tá eitt annað slag av virksemi var í húsinum. ­ Eg kom til Havnar og upplivdi hesi fólkini, sum als ikki vóru sum klaksvík­ ingarnir eg var vanur við: Oskar, Olivur, Kristinu og øll hini. Longu tá bleiv eg sera hugtikin av umhvørvi­ num í Sjónleikarhúsinum – av magiini, sálini og lívi­ num. Sjónleikarhúsið er sum ein eskja, sum man kann lata upp, og so kemur alt lívið úr. Tað var hiðani íblásturin kom til søguna um gomlu gentuna, sum er ein av mongu figurunum, sum liva í krókunum í einum leikhúsi, segði Edvard Fuglø Bestu vinir Bókin Myrkaskrýmsl varð hin bókin, sum var løgd fram í gjár. Hon er triðja bókin í væl umtóktu røðini av bókum um tey bæði skrímslini, Lítla skrímsl og Stóra skrímsl. Hesaferð er Lítla skrímsl einsamallur heima og ræðuliga bangin, tí hann hoyrir undarlig ljóð allastaðni. Men til alla luk­ ku kemur Stóra skrímsl at vitja, og hann torir alt og er so djarvur. Men so hoyra teir eitt ordans brak uttan­ fyri… Bókin er eitt samstarv millum svian Kalle Güettler og íslendingin Áslaug Jóns­ dóttur, sum hevur myndprýtt allar tríggjar bøkurnar. Myrkaskrímsl er egnað til børn frá 3 til 7 ár. Essentiellir spurningar Rakel Helmsdal greiddi frá, at tað serliga við bókunum er, at søgurnar um skrímslini taka upp essentiellar spurn­ ingar og trupulleikar, sum øll fólk dragast við, so sum at duga at siga frá og um myrkaræðslu. Ætlandi kem­ ur enn ein bók út næstu jól, meðan tríggjar aðrar eru á hugskotsstøðinum enn. ­ Vit trý, sum samstarva um bøkurnar, møtast av og á. Annars fer samstarvið fram via mail, og tað er for­ bankað nógv stuttligari enn at sita í hvør sínum króki við hvør sínari verkætlan, segði Rakel Helmsdal, sum heldur hendan arbeiðshátt verða nógv strævnari, men eisini nógv stuttligari. Bøkurnar frá Bókadeildini eru at fáa í bókabúðunum nú, og kosta ávikavist 130 og 110 krónur. Leikhús og bókalist Tey bæði Edvard Fuglø og Rakel Helmsdal, við hvør sínari nýggjari bókaútgávu.