Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 226 - 21. november 2007 nortið hana nakrastaðni, sum hon ikki brýggjaði seg um.” Maria tekur orðini hjá vinkonuni til eftir­ tektar. Fyri fyrstu ferð ásannar hon, at trupulleikarnir hjá Lisu botna í nøkrum meira álvarsomum, enn hon av fyrstan tíð helt. Spyr dóttrina Lisa situr í bleytu kremlittu sofuni í stovuni. Tað er enn vár. Beinini hvíla á hvíta sofa­ borðinum, og Dr. Phil er í sjónvarpinum; hennara yndis talkshow. Maria kemur inn í stovuna og setir seg á borðið frammanfyri Lisu. Hon hevur tað ikki gott við at skula spyrja dóttrina. Hon kennir seg illa við. Men á besta móðurliga hátt sigur hon við síni eymu rødd: “Lisa, kann eg spyrja teg um nakað?” Dóttirin játtar, tó uttan at svara. “Hevur nakar nortið teg undir trussu­ kantinum?” Lisa er friðarlig. Hon gerst ikki súr ella ill, sum hon annars ofta verður, tá Maria tosar við hana. Hon er rólig og svarar stillis­ liga: “Nei, hvør skuldi tað verið?” Maria umhugsar, hvat hon skal siga, men velur skjótt at koma við boðum uppá, hvør tað kundi verið. Hon ramsar fleiri nøvn í familjuni upp. Svarið hjá Lisu er eintýtt. “Nei,” sigur hon uttan at útdjúpa nærri. Tað er ein, ið Maria ikki nevnir. Hon noyðist at viðganga, at navnið hjá Kim hev­ ur verið í tonkum hennara. Men hon heldur tað er ov langt úti, at tað kann vera pápin hjá dóttrini og skumpar tí tankan til viks. Samrøðan endar. Lisa hevur ikki hug at tosa meira við mammuna. Maria er nú meira stúrin enn áðrenn. Svarið hjá dóttrini var tvítýtt. Hon hvørki noktaði ella játtaði. Maria er í døpurhuga. Framførslan heldur áfram Maria er skjótt aftur í sínum vanliga leik­ luti. Alt er við tað gamla. Álvarsama prátið við dóttrina hevur ikki fingið nakra avleið­ ing. Og Maria hevur ikki roynt at fingið svar uppá teir spurningarnar, hon sat eftir við, tá hon fór úr stovuni hin dagin. Tað er sum, er hon við í einum sjónleiki. Eini framførslu, sum ikki er bygd á veru­ leikan. Maria kann ikki flýggja frá stúranunum, men skjótt drukna tær í gerandisdegnum. Og lívið á yvirflatuni gongur sína vanligu gongd. Maria gongur í skúla. Hon er nú byrjað við víðari lesnaði og hevur tí nóg mikið at takast við. Lisa, harafturímóti, heldur, at skúlin er ein súr skylda, men hóast alt møtir hon upp hvønn dag. Benjamin og Mortan brúka frítíðina í fimleikahøllini og uppá at spæla trummur. Tá teir eru heima, er teldan tað mest áhuga­ verda. Minni áhugaverd er stórasysturin, sum serliga Benjamin skeldast nógv við. Men báðir finna væl útav tí við foreldru­ num. Frítíðin hjá Mariu fer við at halda skil á heiminum. Hon brúkar nógva orku uppá, at tað skal vera hugnaligt inni. Og tað fellur henni lætt. Men at halda skroypiligu familj­ uni saman er verri. Hon roynir áhaldandi at fáa ein skipaðan gerandisdag í heiminum, men Kim hjálpir henni ikki, og sær ofta út til at vera líkaglaður. Tá tey endiliga øll eru saman, eru tey ofta á møti í samkomuni. Har leitar serliga Maria sær skjól í trúnni, har hon fær styrki at standa ímóti mótstøðuni í gerandisdeg­ num. Men dag fyri dag viðurkennir hon, at hennara sterka trúgv helst ikki er nóg mikið til at halda lív í dreyminum. Hennara glansbílæt av eini fullkomnari familju syndrast spakuliga. Ein riva í glansbílætinum Maria vónar og vónar, at støðan verður betri, men Lisa broytir ikki atburð. Tvørtur­ ímóti. Hon verður meira tunglynt og ómøgu­ lig. Lisa gongur til samtalur hjá einari sjúkra­ systir í samkomuni, og tað hjálpir henni. Sjúkrasysturin heldur, at Lisa átti at leita sær hjálp hjá einum lækna ella sálarfrøð­ ingini, og tí sendir Maria hana til lækna. Læknin metir, at talan ikki er um tung­ lyndi. Men trupulleikarnir hjá Lisu stava frá familjuni, skrivar hann í journalina. Tí fær hon ikki resept til eydnubollar ella ann­ an heiluvág heim við. Ístaðin setir læknin seg í samband við foreldrini, sjálvt um Lisa ikki ynskir tað. Sorgarbundin og máttleys Maria kemur inn í kamarið hjá Lisu. Hon er sorgarbundin. Kennir seg máttleysa. Lisa stendur við hurðina, sum hon roynir at lata aftur. Hon vil hvørki síggja, hoyra ella tosa við pápa sín, sum roynir at rópa um umbering. Kim og Maria hava júst verið hjá lækna­ num, og har hevur Maria fingið sín ringasta illgruna staðfestan. Lisa er vorðin krenkað av pápa sínum. Maria sær nú glansbílætið følna. Lisa hevur millum annað fortalt lækna­ num, at hon hatar vaksnar menn og hevur í tí sambandinum nevnt pápa sín. Hon hevur eisini fortalt, at hann hevur nortið hana í skrevinum og uttaná trussunum. Hýrurin í kamarinum er tungur. Lisa ligg­ ur í songini og grætur. Maria fer yvir til hana og setir seg á seingjarstokkin og hygg­ ur blítt at henni. Sjáldan hevur Maria kent seg so hjálparsleysa. Men hon kann ikki flýggja frá løtuni. Dóttirin hevur meira enn nakrantíð áður brúk fyri hennara stuðli og forstáilsi. Maria verður noydd at spyrja. Hon roynir varliga. “Hvat hevur babba gjørt tær?” Lisa er mótfallin. Maria noyðist at vísa dóttrini, at hon trýr henni. Og hon kennir tað sum sína skyldu at fortelja, hvat hon sjálv hevur verið ígjøg­ num. “Tað pápi tín hevur gjørt ímóti tær, hevur hann eisini gjørt móti mær í fleiri ár.” Tær hálsfevnast, og Maria sleppur kenslu­ num leysum. Í kjallaranum hoyra tær Kim gera løgin ljóð. Tær halda, hann spýr. Eftirskrift Fyri at verja familjuna eru persónarnir dulnevndir, men redaktiónin kennir rætta samleika teirra. Greinin byggir á neyvar samrøður við høvuðspersónin Mariu og dóttir hennara. Harumframt eru samrøður gjørdar við fleiri familjulimir og aðrar persónar, sum á ein hvønn hátt hava verið innblandaðir, har ímillum vinkonuna Onnu. Kim hevur fingið møguleika at vera við, men hevði ikki hug. Lýsingar av tankum og kenslum hjá Mariu á ávísum støðum, har hon er einsamøll, byggja á eina kritiska endurforteljing av minni hennara. Kim, sum varð skuldsettur fyri brot á §232 í revsilógini, varð um miðjan septembur dømdur fyri at hava krenkað blúgskapin hjá dóttrini. Hetta málið við Lisu hevur elvt til nógv kjak um, hvørs læknin bar seg rætt at ella ikki. Mynduleikarnir kanna nú málið. Dreymurin um eina fullkomna familju er syndraður Modellmynd: Jens Kristian Vang