mikudagur 21. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 21. november 2007
23
tíðindi
fortelur um tær mongu ferðirnar, hon er
vaknað, meðan hann hevur kynsliga sam
legu við sær.
Hann tvíheldur um, at hann svevur og
veit tí ikki, hvat hann ger. Og sjálvt um
Maria ikki altíð hevur trúð honum, so hevur
hansara frágreiðing gjørt tað lættari hjá
henni at lata hjúnarlagið halda fram. Tað
týdningarmesta er at varðveita familjuna,
sum hon altíð hevur droymt um at hava.
Anna er skelkað. Men Maria hevur meira
at fortelja vinkonuni, tí Kim hevur ein
dóm, sum bert fá kenna. Tá hann var 16 ára
gamal, varð hann dømdur fyri at hava gjørt
seg inn á fýra gentur. Hann hevði følt tríggj
ar í skrevið uttaná klæðunum og roynt at
tikið buksurnar av tí fjórðu.
Vinkonan ógvast og roynir at fortelja
Mariu, at tað, Kim hevur gjørt, er skeivt.
Og Anna kemur til eina niðurstøðu: “Tað
býr ein krenkari í honum.”
Maria kennir seg lættari aftaná prátið við
vinkonuna, men hon er framvegis stúrin, tí
tey seks orðini hava brent seg føst í minni
hennara.
Onkuntíð er tað ringt hjá Mariu at skilja,
hvussu hon bara hevur latið standa til í so
nógv ár. Men hvørja ferð verjir hon tað við,
at Kim er maður hennara, sum hon skal
liva eitt eydnuríkt lív saman við. Hann er
pápi at børnum teirra, og Maria heldur, at
hon svíkir Gud, um hon brýtur hjúnabands
lyftið.
Men nú skal Maria ikki leita eftir svarum.
Í fleiri mánaðir hevur hon fingið frið um
náttina, tí hon hevur sagt við hann, at um
hann rørir hana aftur, so rýmir hon. Og tað
hevur hjálpt. Men aftaná telefonsamrøðuna
við Onnu er hon vorðin illgrunasom. Hví
er hann steðgaður nú, um tað býr ein krenk
ari í honum?
Ósvitalig tekin
Maria melur í einum meldri av tonkum.
Hon hugsar nógv um tað, Anna segði í tele
fonini, men hon trýr ikki, at Kim er ein
krenkari. Og um hann er, hvat merkir tað?
Tankin um, at Kim krenkar eina aðra,
hevur streyfað hana. Men tað megnar hon
skjótt at skúgva til viks.
Uttan at hon sjálv vil, endar hon aftur í
sama leiklutinum sum kona og mamma í
eini familju í upploysn, har allar stúranir
verða riknar á dyr.
Men Lisa er framvegis ikki til at hava við
at gera, og hon hevur tað ikki betri. Heldur
tvørturímóti. Maria veit, at dóttirin skrivar
“Brekaði babba, eg hati teg!” inni á heima
síðuni, Arto. Tað ger aftur Mariu illgruna
sama, men eisini tað fortreingir hon, inntil
hon ein dag aftur verður mint á undarligu
atferðina hjá dóttrini, tá telefonin ringir.
Tað er Mia. Hon er mamma Sáru, ein
floksfelag og vinkonu hjá Lisu.
“Eg veit ikki, hvussu eg skal siga hetta.
Men ert tú greið yvir, at Lisa hevur ein
trupulleika? Dóttir mín hevur fortalt, at
Lisa sker seg í armin, og at hon hevur tosað
um at gera sjálvmorð.”
Maria verður forargað. Sjálvt um hon
gerst skøkk, berjist hon fyri at varðveita
fasaduna. Hon er fáorðað og avvísandi.
Lisa hevur ikki nakran trupulleika, sann
førir hon seg sjálva um.
“Eg helt bara, at tú skuldi vita tað,” sigur
Mia, og rørið verður lagt á.
Seinni tann dagin spyr Maria dóttrina um
tað, Mia fortaldi, er satt. Lisa noktar. Henn
ara frágreiðing ljóðar, at hon hevur gjørt
tað fyri at gera vart við seg sjálva. Maria
trýr henni. Og hennara støðuga stremban
eftir tí fullkomu familjuni heldur fram.
At síggja sannleikan
Trupulleikarnir í familjuni rúgva seg upp.
Og líkamikið, hvussu Maria roynir at lata
sum einki er hent, ber ikki til at nokta
støðuna, familjan er í. Tað skilir hon eftir
enn eina samrøðu við vinkonuna Onnu.
Hon fær Mariu at skilja, at Lisa ikki bara
hevur
vanligar
tannáringatrupulleikar.
Hennara atburður fær allar klokkurnar hjá
Onnu at ringja. Hon er útbúgvin námsfrøð
ingur og arbeiðir sum familjuráðgevi í
kommununi. Í sínum arbeiði hevur hon
fleiri ferðir upplivað børn við somu atferðar
trupulleikum.
“Tú noyðist at finna útav, um nakar hevur
gjørt nakað við Lisu. Tað er tín ábyrgd sum
mamma.”
Maria drálar.
“Jamen, hvussu kann eg spyrja um tað?”
spyr hon.
“Tú skalt spyrja hana, um nakar hevur
Framhald á næstu síðu
Ræðuligi illgrunin er gingin upp fyri
»Mariu«. Dóttirin er vorðin kynsliga
misnýtt av pápa sínum
Modellmynd: Jens Kristian Vang