Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 226 - 21. november 2007 tíðindi Ein ræðuligur illgruni verður til veruleika og endavendir lívinum hjá eini mammu. Og spakuliga syndrast dreymurin um eina fullkomna familju Kynsligur ágangur Ingrid Bjarnastein og Tóra Effersøe Mortensen Maria rótar ígjøgnum ta grønu taskuna, sum liggur á gólvinum í gongini. Hon leit­ ar. Skjótt og konsentrerað leita fingrarnir millum skúlabøkur, smyrsl­pung, pennahús og lektiubók. Hon veit ikki, hvørjum hon leitar eftir. Men hon hevur varhugan av, at tað er okkurt, hon ikki finnur. Hon ger tað ofta. Njósnast í privatu tingunum hjá dóttr­ ini. Rótar í taskum, hyggur runt inni á kamarinum, og hon hevur fleiri ferðir lisið í dagbókini hjá dóttrini, Lisu, sum plagar at liggja á náttborðinum. Hon veit, at tað er skeivt, men hon kennir á sær, at tað eru ov nógvir ósvaraðir spurn­ ingar. Og hon megnar ikki at stýra síni tráan eftir svari. Hon leitar eftir ábendingum, sum kunnu fortelja, hvat hendir í lívinum hjá Lisu. Familjudreymurin følnar Seint á sumri 2003 flutti familjan í dreyma­ húsini, sum liggja í einum býlingi í Havn. Her er friðarligt, og ferðslan er avmarkað, so børnini kunnu spæla í friði og náðum úti á vegnum til seint út á kvøldarnar. Familjan, sum telur fimm, hevði leingi leitað eftir einum nýggjum húsum. Og nú høvdu tey gjørt av at byggja teirra egna. Tey ráhvítu sethúsini við sprossavindeyg­ um uppfyltu øll ynskini. Lisa hevur fingið sítt egna kamar á loftinum, har báðir teir yngru beiggjarnir eisini hava fingið hvør sítt. Tann stóri ljósi køkurin skal verða stað­ ið, har tey savnast til nátturðan um tað ljósa træborðið. Køldu vetrarkvøldini, tá mykrið sýgur seg um landið, longu áðrenn arbeiðs­ dagurin er liðugur, kunnu tey sita í bleytu sofuni og njóta hitan frá brenniovninum. Nýggja dreymahúsið er fullkomið, men tá hálvtannnað ár er farið aftur um bak, er gerandisdagurin vorðin minni friðsælur og fullkomin. Familjan savnast sjáldan kring ljósa træ­ borðið, tí Lisa kemur nærum ongantíð heim fyrr enn seint um kvøldið. Um morgn­ arnar, tá tey skulu avstað, renna tey næstan um kapp, so morgunmat eta tey heldur ikki saman. Pápin, Kim, skal á skrivstovuna, og Maria í skúla. 35 ára gomul er hon við at gera HF liðugt. Tað er serliga tannáringadótturin Lisa, sum er strævin. Hon hevur skift klædnastíl. Hon er farin frá at vera ein popptøs við glitri og nógvum frískum litum til teir meira døpru litirnir. Svart neglalakk, holutar sokkabuksur og lárkort. Eisini hev­ ur hon rakað partar av hárinum av. Hon er mestsum altíð saman við nýggja sjeikinum og saman við vinunum, sum hon spælir tónleik við í skúlanum. Og tá tað sjáldsama hendir, at hon er heima, situr hon á kamari­ num og lurtar eftir tónleiki, ístaðin fyri at vera saman við restini av familjuni. Tær fáu ferðirnar øll familjan er savnað, er hugnin ikki í hásæti. Lisa vil ikki tosa við pápa sín, og meginparturin av samtalu­ num við mammuna enda við skeldi. 12 ára gamli Benjamin og níggju ára gamli Mortan passa skúlan, men Lisa har­ afturímóti ger ikki skúlating. Ikki so frægt, at hon skrivar í lektiubókina, sjálvt um Maria hevur givið henni greið boð um at gera tað. Hon hevur millum annað eisini roynt at tosa við flokslæraran hjá Lisu, men onki hjálpir. Harafturat hevur hon tosað við onnur umboð frá skúlamyndugleikunum um trivnaðin hjá dóttrini, men hóast tað fær dóttirin ikki ta hjálp, sum Maria ynskir. Maria leitar eftir troyst í Bíbliuni og á møtum í samkomuni saman við Kim. Hon stríðist. Meira enn nakað annað ynskir hon at halda saman uppá familjuna, men møðandi atferðin hjá dóttrini ger tað trupult. Umframt trupulleikarnar við Lisu kennir hon tað, sum hon glíðir frá manni sínum. Hjúnalagið haltar. Hon leitar eftir hjálp og megi í sterku trúnni. Saman við Kim gongur hon til ráðgeving hjá einum øðrum pari í samkomuni. Hon er sannførd um, at Gud kann hjálpa teimum gjøgnum hesa hørðu tíð. Møtini geva Mariu orku til at vísa yvir­ skot, men tað er bara omaná. Innaní er alt við at detta sundur. Dóttirin grætur Fartelefonin ringir. Hon lýsir, og “Prin­ sessan” blinkar á skýggjanum. Maria tekur telefonina. Í hinum endanum hoyrir hon 15 ára gomlu dóttrina, Lisu, gráta. Dóttirin stamar, at hon er kedd. Sum so ofta fyrr, tá Lisa hevur ringt heim frá kalda wc’inum í skúlanum, uggar Maria hana við síni mildu rødd og móðurligu umsorgan. Tað plagar at hjálpa. “Tú skalt ikki vera kedd. Tú skalt ikki leggja í, hvat øll hini halda,” sigur Maria. Hon veit, at dóttirin ikki hevur tað lætt. At hon kennir seg uttanfyri og øðrvísi. Tað er hart, og Maria verður eisini kedd, tá Lisa ringir og er kedd. Men hon noyðist at skúgva sínar egnu kenslur til viks og ugga dóttrina. Og á ein hátt nýtur hon møguleikan at hjálpa dóttrini, tí tað er sjáld­ an, at Lisa yvirhøvur vil hava nakað við mammu sína at gera. Grøna taskan Hon hevur onki ítøkiligt funnið allar tær ferðirnar, hon hevur leitað í taskuni, njósn­ ast á kamarinum ella lisið í dagbókini hjá Lisu. Í øllum førum ikki nakað, ið hevur fingið hana at stúra meira enn vanligt. Men í dag liggur nakað í síðulummanum á grønu taskuni. Ein samanlagdur bóklingur um kynsligan ágang. Á forsíðuni stendur “Mín kroppur er mín”. Hon kennir ein sting fyri hjartað. “Hvat skal Lisa brúka hetta til?” hugsar hon. Maria er ørkymlað, og hon er illa fyri. Samvitskan nívir hana. Hvat skal hon gera? Um hon spyr Lisu um bóklingin, avdúkar hon sína desperatión og býttleika, sum hon kennir tað er at hava rótað í tingunum hjá dóttrini. Men hon vil hava eitt svar. Hvar kemur bóklingurin frá og hví? Hon noyðist at spyrja. Ein seinnapart, tá Lisa og Maria eru einsamallar heima, ger Maria av at spyrja dóttrina um bóklingin. Lisa svarar, at tað er bert ein bóklingur, hon hevur fingið í skúlanum, og tað er ikki meira í tí, vissar hon mammuna um. Maria vísir dóttrini, at hon trýr henni. Men hon heldur kortini áfram við at róta í taskuni. Og bóklingurin verður liggjandi í lumma­ num. Í døpurhuga Árið er nú 2006. Eitt várkvøld spákar Maria ein langan túr. Hon er í døpurhuga og kedd av støðuni í heiminum og familju­ lívinum, sum er í upploysn. Hon hevur brúk fyri at tosa við ein góðan vin. Ein, sum ikki er í samkomuni, har hon annars kennir flest fólk. Í kvøld vil hon tosa við ein, sum kennir hana væl; eisini frá tíðini áðrenn hon hitti Kim. Maria kemur bert í tankar um barndóms­ vinkonuna Onnu, sum býr í eini lítlari bygd á Sælandi í Danmark. Tann ljóshærda Maria og myrkhærda Anna vóru bestu vin­ konur í fólkaskúlanum. Men tá Maria fann stóra kærleikan, gliðu tær spakuliga frá hvør aðrari. Anna flutti til Danmarkar, meðan Maria varð búgvandi í Føroyum. Og vinarlagið stóð stilt í nógv ár, men fyri nøkrum fáum árum síðani hittust tær aftur. Tað var, tá Maria og familjan fóru til Fraklands. Tá vitjaðu tey Onnu og familju hennara, og síðani ta vitjanina hevur vinarlagið fingið nýtt lív. Hetta vársins kvøld tá Maria spákar ein túr, er hon til reiðar at avdúka tað loyndar­ málið, sum hon leingi hevur viljað fortalt gomlu vinkonuni. Í telefonsamrøðuni sum varar meira enn ein tíma, fortelur Maria opinskárað um ruðuleikan í familjuni. Og fyri fyrstu ferð fortelur hon vinkonuni, at hon í fleiri ár hevur følt, at Kim ger seg inn á hana. Hon Fyrsti partur: Fangað í einum glansbílæti Sosialurin fer í komandi trimum bløðunum at prenta eina greinarøð, ið er høvuðsuppgávan hjá nýútbúnu journalistunum, Ingrid Bjarnastein og Tóru Effersøe Mortensen, sum í summar tóku prógv við Journalist­ háskúlan í Århus. Høvundarnir hava tikið upp eitt evni, sum ongantíð rættiliga er lýst í føroyskum fjølmiðlum. Tær báðar hava valgt ein frásøguhátt, ið á enskum kallast »New Journalism« Ingrid Bjarnastein Tóra Effersøe Mortensen